fríggjadagur 6. mai 2011síða 6
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 52 · 6. mai 2011
6
VIKUSKIFTI
TIPS FRÁ eydnu
eydna@sosialurin.fo
Hjálp við tí praktiska: Nógvar mammur vildu
fegnar sloppið undan nøkrum av mongu praktisku
uppgávunum av og á. Dustsúgv fyri hana, tak
uppvaskið, vaska bilin ella køliskápið, og bið hana
seta seg í lenistólin við eini góðari bók ímeðan.
Gávukort: Send hana til fótarøkt, massagu,
frisør ella í biograf. Møguleikarnir eru nógvir.
Fakta: Í Onglandi er siðurin
eisini sera gamal, tá børn,
sum vóru í arbeiði, sluppu
heim at vitja mammu sína ein
dag árliga. Tey, ið áttu eina
mammu á lívi, bóru hvítar
nellikur í knappholinum,
meðan tey, hvørs mamma var
deyð, bóru reyðar nellikur.
Mammu
dagurin
2011
AnnAr sunnudagur í mAi er
mammudagur. í ár verður dagurin
sostAtt 8. mai. tá er upplAgt At
støðgA á og Forkela mammu sínA
Forkela Hana: Ber henni morgunmat upp
á songina, fyll henni baðikarðið, bjóða henni
út at eta døgverða ella gev henni blómur
og sjokolátu. Møguleikarnir eru nógvir.
tey bestu minnini: Ger eina myndabók av
myndum og góðum minnum. Hon kann vera
við framkallaðum myndum í myndabók ella
digital sum diasshow á eini fløgu. Skriva
fittar viðmerkingar til hvørja mynd.
Minst til:
Summar mammur leggja einki í at verða
forkelaðar, tá tað verður dikterað av øðrum. Um
mamma tín einki leggur í mammudagin, minst so
til at forkela hana aðrar tíðir á árinum. Keyp henni
blómur, ger henni døgverða ella bjóða henni út.
Fakta: dagurin kom til danmarkar
í 1929, og var í fyrstuni grundalag
undir innsavning til tær mammur,
sum høvdu mist synir í krígnum.
Fakta: Mammudagurin byrjaði í 1872 í uSA. Tað
var høvundurin Julia Ward Howe, sum byrjaði, og
dagurin hugskotið fó skjótt til onnur lond eisini.
Fakta: nú er annar
sunnudagur í mai skýrdur
at vera mammudagur.