fríggjadagur 6. mai 2011síða 6
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 6. mai 2011 · Nr. 52
6
Sosialurin
kappingin
Summar
Í Lalandia, sum merkir Lolland á
latíni, er ein hópur av virksemi til
børn og vaksin, inni og úti, til frið
og til stuttleika av ymsum slagi.
Til tey ið vilja taka tey meiri
róligt, eru góðar umstøður innan
veggja til ítrótt, mosjón, bowling
og líknandi.
Eitt sera væl umtókt tilboð hjá
børnunum er Monky Tonky Land
við einum hópi av undirhaldi til
børnini. Og í Monky Tonky Factory
fáa børnini møguleika at gera sína
egnu bamsu. Og hevur ein heldur
hug at gera egin stearinljós, so ber
tað eisini til.
Uttandura finst eisini ein hópur
av tilboðum, við grønum økjum,
spæliplássum, vøllum og góðum
møgu leikum at súkkla, ganga ella
renna.
Eitt sum kortini man hava
størstu undirtøkuna er Lalandia
Auqa drome, sum er størsta vatn
landið í Norðurlondum.
Her kunnu børn og vaksin hugna
sær á 10.000 fermetrum í hylum,
grottum, rutsjibanum, oyggjum og
øðrum spennandi upplivingum.
Fleiri føroyingar hava longu
vitjað Lalandia í Billund, ikki minst
vegna tey 761 frítíðarhúsini ið
møguleiki er at leiga.
Og nú Atlantsflog fer at flúgva
sjey ferðir um vikuna til Billund,
verður talið helst uppaftur størri í
summar.
Størsta baðiland
í Norðurlondum
Líka so kent sum LEGOLAND er millum føroyingar, man alt økið í Lalandia vera. Hesin frítíðardepilin
hevur høvuðssætið sítt í Rødby, men eisini í nánd av Billund finst ein slíkur depil.
FYRI ØLL
Nógv er gjørt fyri at bæði
børn og vaksin skulu fáa sum
mest burtur úr í Lalandia
Staravegur 7 · PoStSmoga 3278 · 110 tórShavn
tel 31 55 88 · Fax 31 07 09 · Skemman@Skemman.Fo
VANL.
1699,-
VANL.
1999,-
VANL.
1299,-
VANL.
3896,-
VANL.
799,-
SPARIÐ
50%
SPARIÐ
50%
SPARIÐ
1396,-