fríggjadagur 6. mai 2011síða 2
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 52 · 6. mai 2011
2
VIKUSKIFTI
ÍF BRØÐUR
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Fótbóltslagið í Fuglafirði var gott miku
kvøldið. Við 71 sigri á AB tryggj aði ÍF
sær pláss í hálvfinaluni í kapp ingini um
Løgmanssteypið.
Merkisvert var tað, at tá ið dómarin
bríkslaði fyri síðstu ferð, vóru trý
brøðra pør í reyðu ÍF troyggjuni á vøll
inum: Bogi Løkin og Karl Løkin, Jan Ó.
Ellingsgaard og Ari Ó. Ellingsgaard og
Bárður á Lakjuni og Dánjal á Lakjuni.
Merkisvert er tað eisini, at tað var
millum hesar brøðurnar, at tey fimm
málini, sum fuglfirðingar sjálvir skor
aðu mikukvøldið, vóru býtt soleiðis:
Bogi Løkin skoraði trý mál, Jan Ó.
Ellingsgaard skoraði eitt mál, og Bárður
á Lakjuni skoraði eitt mál.Tað vóru altso
stórubeiggjarnir, sum skoraðu málini.
Tað er eisini merkisvert, at allir
tríggir páparnir hava í síni tíð spælt
á besta ÍF liðnum: Jógvan á
Lakjuni var á ÍF lið num,
sum í 1971 fyri fyrstu ferð
royndi seg í bestu deildini,
Ábraham Løkin, sum nú er
venjari í Fuglafirði, var á ÍF
liðnum, sum í 1979 vann fyrsta
og higartil einasta FM heitið
til Fugla firðar, og Ólavur
Ellingsgaard var á ÍF liðnum í
áttati árunum og fram til 1993.
Sjálvandi
bryggja
vit sterkt
Redaktørur: Eyðun Klakstein
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Umbróting: Sosialurin · Høvuðssniðgevi: Pætur Eyðunsson Jensen
Forsíðumynd: Connie Brockie / Jens Kristian Vang
2 Klumma: Sjálvandi bryggja vit Sterkt
4 REality: lívið aftaná
6 tiPS: MaMMudagur
8 90 SEKund: giSSur PaturSSon
10 til aRBEiðiS: brandur leivSSon hanSen
12 Í RangaStRúPan: yMiSkt úr MiðlunuM
12 umaftuRaftuRum: høgni djurhuuS
14 gamal handil: aftur til heiður og æru
16 alBERt iSfEldt: á ferð í uSa
20 BaKgRund: obaMa baSti oSaMa
22 KaPPingaR: vinn góðar vinningar
24 miðlamJaRR: tað Siga tey á facebook og í MiðlunuM
27 tað hEndiR: konSertir, tiltøk, bøkur og annað
28 ViKumyndin: aMerikanarar fegnaSt
INNIHALD
klumman
Rólant
Waag Dam
myND: Eyðun á Lakjuni
mIKuKvøLDIð vóru trý brøðrapør á ÍF LIðNum,
sum á HEImAvøLLI við sannførandi sIgrI tryggjaði
sær pLáss í hálvfinaluni í stEypAKAppINgINI
tríggjar
greipur í íf
Trý brøðrapør á ÍF-liðnum mikukvøldið. Frá vinstru: Dánjal (20 ár), Bárður á Lakjuni (32),
Jan Ellingsgaard (20), Ári Ellingsgaard (18), Bogi Løkin (22) og Karl Løkin (20)
Sjálvandi skulu vit bryggja tað, sum vit
selja. Sjálvandi skulu vit hava møguleika at
bryggja eins sterkan løg, sum vit innflyta og
selja. Ikki einans øl sterkari enn 5,8 prosent,
men eisini brennivín omanfyri 50 prosent,
um tað er tað, vit ynskja. Tað er tað, vit selja
í Rúsdrekkasølu Landsins í dag.
Ikki ein einasti føroyingur setir spurnar
tekin við, at Føroya Bjór framleiðir sodavatn,
sum vit oysa niður í børn okkara, áðrenn
tey duga at siga nei takk ella skál. Eingin
mótmælir, at Fóm kemur við feitum og
freistandi ísum, nógv oftari enn Føroya Bjór
ella Okkara koma við eini nýggjari øl.
Hinvegin skræða vit okkum vítt og breitt,
tá Pál Weihe kemur við sínum vísindaligu
tilráðingum um, at tað nokk ikki er so øgiliga
snilt at eta seg proppmettan av grind fleiri
ferðir um mánaðin. Tvøst og spik er ósunt
og skaðiligt at eta, men tað floyta vit pent
uppá. Tað er tað eftir øllum at døma eitt
fullkomiliga legitimt argument, at brennivín
er ósunt og skaðiligt, og tí skal tað ikki
bryggjast í Føroyum. Ja, víst er tað ósunt,
men tað verður ikki meiri ósunt av at verða
bryggjað í Føroyum.
Føroyingar fara heldur ikki at drekka
meira, um vit bryggja føroyskan løg, sum er
sterkari enn 5,8 prosent. Tað eru tað annars
fleiri, sum føra fram. Fylgja vit hesum
logikkinum, so merkir tað, at føroyingar
høvdu drukkið færri øl, um vit bara seldu
Tuborg, Carlsberg, Heineken, Budweiser,
Corona, Erdinger, Foster’s, Franziskaner,
Hoegaarden, Paulaner, San Miguel og allar
hinar útlendsku bjórirnar, sum
eru at fáa í Rúsuni í dag.
Hvør skal siga, er beistið
føroyskt, so gongur tað
heilt galið!
Soleiðis sum sølan av
øl, vín og brennivín er
samansett í Føroyum anno
2011, er einki sum helst
logiskt, skilagott ella rationelt
argument, ið talar fyri, at
vit ikki skulu bryggja sterkar
øl og brennivín í Føroyum.
Samfelagsligt er heldur ikki
eitt einasta haldbart argument
ført fram, sum sigur hví, vit ikki
skulu bryggja sterkari enn 5,8
prosent í Føroyum. Fíggjarliga
og umhvørvisliga er tað eisini
fullkomiliga klikkað, at vit
skulu innflyta fremmandan løg,
sum vit eins væl høvdu kunnað
framleitt í Føroyum.
Skil tað hvør, ið skilja vil!