fríggjadagur 6. mai 2011síða 2
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 6. mai 2011 · Nr. 52
2
Sosialurin
kappingin
Summar
At LEGOLAND er vorðið so væl
umtókt kemur ikki av ongum, tí her
kunnu tey spælisjúku lata fantasi'in
ráða á landi, við vatni og í luftini.
Soleiðis hevur tað verið síðani
1968, tá LEGOLAND lat dyrnar upp
á fyrsta sinni. Og líkt er til, at fleiri
og fleiri leggja leiðina higar.
Tað er serliga Mini-landið sum
flestu fólk vitja. Orsøkin til hetta
er helst hin einfalda, at hetta er
hjartað og fyrsta staðið sum tey
vitjandi koma til.
Her eru gjørd í hópatali av mo-
dellum av kendum bygningum
og støðum kring allan heimin,
m.a. úr USA, Skotlandi, Japan og
Grikka landi og sum øll eru gjørd í
lutfallinum 1:20.
Av kendum støðum í Danmark
kann ein nevna Amalienborg, Dyb-
bøl Mølle, Ribe og Klampenborg
Station.
X-factor
Tey vitjandi hava eisini møguleika
at vitja og royna ymiskt sum júst
hóskar til aldursbólkin hjá børn un-
um. Og um ein troyttur av egnum
upp livingum, ber til at fara til ym-
iskar framførslur.
Ein slík framførsla verður leyg-
ar dagin í næstu viku, tá kendur
X-factor fólkini Sarah, Babou og
Annelouise fara at syngja.
Við øllum hesum tiltøkunum
og teimum 59 mió lego-brikkunum
er LEGOLAND eitt stað, har har
næstan 2 mió fólk vitja á hvørjum
ári.
Síðani dyrnar lótu upp á fyrsta
sinni fyri 43 árum siðani, hava eini
45 mió fólk vitjað her.
Tað serstaka við LEGOLANDI er,
at konseptið er útflutt til England,
Týskland og sjálvt til USA. Ætlanin
er haraftrat at lata eitt LEGOLAND
upp í Dubai og í Asien.
LEGOLAND er mest kenda og elskaða stuttleikaparkin í Danmark. Her hava børn og vaksin møguleika fyri
action, ferð og stuttleika í so stórum tali, at spurningurin er, um ein kann røkka øllum eftir bert einum degi.
59 mió LEGO-brikkar
á einum staði
Gist í
parkini
Tað tekur sína tíð at vitja
alt tað sum finst í LEGO
LAND. Ein dagur er neyv
an nóg mikið í so máta.
Skipað er tí soleiðis
fyri, at fólk kann gista á
Hotel LEGOLAND, hagani
ein hevur beinleiðis at
gongd til parkina.
Á hotellinum finst eis
ini ein hópur av til tøk
um hjá børnunum, har
legobrikkarnir sjálv andi
eru partur av undir hald
inum.
Hotel LEGOLAND er
eitt 4stjørnu familjuhotel
við 199 kømrum, hagani
ein eisini hevur gott út
sýni yvir LEGOLAND
park ina.
LEGOLAND er fyri øll, og her kann ein so sanniliga
fáa bæði ein og fleiri dagar at ganga
Hvør ár vitja umleið 2 mió fólk úr øllum heiminum í LEGOLANDI.
Her eru upplivingar bæði á landi, sjógvi og í luftini
2 mió
FYRi ØLL