Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-06, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. mai 2011síða 4

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 52 · 6. mai 2011 4 VIKUSKIFTI Veruleikin eftir reality FøroyIngar hava Ferð eftir Ferð gjørt vart við seg í realIty-sendIngUm í okkara grannalondUm, men hvussu er VerUleIKIn eftir realIty? og hVar eru tey, sum gjørdu Vart við seg og VUnnU kappingar Uttanlands? lagt tIl rættIs: Barbara holm Aðrir føroyingar, sum hava luttikið í stórum kappingum: Vígdis Hentze Olsen Vinnari av kappingini »Kan du danse« í 2006 JógVan Hansen Vinnari av íslendska »X-Factor« í 2007 Kapping eftir kapping eru føroyingar farnir avstað við sigri í útlendskum sjónvarpi. Guðrun Sólja Jacobsen sang seg fram um øll hini í Stjerne For En Aften. Jógvan Hansen var bleiktrandi stjørnan í íslendsku X Factor kappingini. Linda Andrews vann, og Anna Nygaard var stórur profilur í donsku X Factor kappingini. Gunnar Mikkelsen vann Stjerne For En Aften, og Vígdis Hentze Olsen vann dansikappingina Kan Du Danse. Men hvussu er veruleikin, tá ið ljósini eru sløkt, og hesir talentríki føroyingarnir skulu royna seg í veruliga lívinum? Vit hava leitað aftur á slóðina, funnið nakrar av profilunum og spurt teir um, hvussu tað var at luttaka í kappingum, og hvussu tíðin eftir kappingarnar hevur verið. Hvussu minnist tú aftur á tíðina í Paradise Hotel? – Eg minnist mest gott aftur á tað. Ein uppliving fyri lívið, bæði við sendingini, nýggjar vinir og at uppliva Mexico. Hevði tó ynskt, at eg fekk longri tíð inni har. So hevði eg nátt at slappa av, og víst hvør eg eri. Men tað var beint undan finaluni, øll vóru stressað, og mínar uppgávur gjørdu, at eg ongantíð kundi njóta tað fult. Hvat hevur tú fingið burturúr luttøkuni? – Eg vil ikki siga, at eg havi fingið so nógv burturúr, men eg fekk nakrir nýggjar vinir og eina uppliving, men fyri karrieruna hevði tað einki at siga. Hatta var ein stutt uppliving, sum eg eri glað fyri, men eg vil ikki siga, at tað enn hevur stóra ávirkan á mítt lív. Tó síggi eg viðhvørt hinar luttakararnar aftur, og eg møti nøkrum av teimum nýggju luttakarunum. Kundi tú fingið meira burturúr? – Eg haldi, eg fekk nóg mikið burturúr. Eg eri eisini glað fyri, at eg ikki búði í Danmark beint eftir sendingina, tí aftaná tríggjar vikur í Danmark, har vit drukku, blivu kend aftur á gøtuni og líknandi ting, var tað deiligt at koma heim aftur á klettarnar, har eg endiliga slapp at vera Connie Brockie aftur, og ikki Paradise Connie. Vilt tú viðmæla øðrum at fara við í Paradise Hotel? – Um ein hevur hug at gera okkurt, so haldi eg avgjørt, at ein skal gera tað. Men tað er týdningarmikið at hugsa um fylgjurnar av eini slíkari sending. Til dømis haldi eg, at tað er strævið, at nógv enn síggja meg sum ein bimbo/blondinu. Tað vísir seg, at hitti eg nýggj fólk, so hava tey ofta eina negativa áskoðan á meg, men eg vóni og vænti, at tey síðani broyta meining, tá ið tey læra meg at kenna. Líknandi støður má eg taka við og royna at hugsa, at mínir vinir síggja meg ikki soleiðis, men vita hvør eg eri og stuðla mær 100 prosent. Hvussu nógvar stjørnur gevur tú Paradise Hotel? (1-5) – 5. Sum hyggjari dámar mær sera væl at fylgja við Paradise Hotel, og eg haldi eisini, at upplivingin var sera stór, men munur er á at síggja tað, og so at vera við í tí. So eg vil siga, at sum hyggjari fær tað 4 út av 5 stjørnum, og upplivingin fær 3 út av 5. Orsøkin er, at eg upplivdi nógvan mótgang, og ikki var við so leingi, og tí at TV3 valdi at vísa meg sum eina tóm blondina í mínum síðsta parti. TV3 gjørdi enntá eina samrøðu við meg, har eg vísti eina aðra mynd av mær, men valdi ikki at vísa tað, og tí varð eg stemplað sum ein tóm blondina. tey halda, eg eri ein blondina COnnie BrOCkie Luttók í »Paradise Hotel« í 2009