fríggjadagur 6. mai 2011síða 4
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 6. mai 2011 · Nr. 52
4
Sosialurin
Leo Poulsen
Aulan í Kommunuskúlanum
var stúgvandi full í ein góðan
tíma í morgun av spentum
ungum næmingum.
Tveir rundingar a borðum
vóru settir upp, og í ytra
ringinum stóðu á borðunum
45 talvborð, og í tí innara
25. Innanfyri hvør sín ring
gingu Helgi Dam Ziska, ungi
føroyameistarin, og í tí innara
15 ára gamla Sára Traber
Olsen. Hesir báðir føroysku
talv úrmælingarnir skuldu so
telva móti ávikavist 45 og 25
ungum og spentum telv arum.
At simultantalv júst varð
fyriskipað í Kommunu skúl
anum er ikki so undarligt, tí
rektarin, Hanus Joensen, er
garvaður telvari.
– Hetta er ikki fyrstu
ferð, at vit skipa fyri slíkari
simul tankapping. Vit halda,
at hetta er ein mennandi
avbjóðing hjá næmingunum,
sigur Hanus Joensen.
Tað stóð øllum næmingum
frítt at bjóða teimum báðum
úrmælingunum av, og tað
var týðiligt, at tey yngru ikki
hildu seg aftur, meðan teir
meiri eldru næmingarnir
smædd ust meira.
– Tey bæði, sum telva
simultantalv móti næm ing
unum, hava tilknýti til skúlan.
Helgi Dam Ziska hevur verið
næmingur her í 10 ár, meðan
Sára Olsen gongur í 9.b í
Komm unuskúlanum, sigur
Hanus Joensen.
Nógv talv
Ikki øll, ið høvdu bjóðað sær
til, vóru so stinn í talvi, og
summi dugdu bara manna
gongdina. So summi av talv
unum gingu ógvuliga skjótt.
Men tað gjørdi einki, kanska
heldur tvørturímóti.
– 70 næmingar sleppa
fram at at byrja við, men
so hvørt sum eitt talv móti
Helga Dam Ziska er liðugt,
stendur annar næmingur
klárur í røðini at sleppa fram
at. Á henda hátt sluppu heilir
87 næmingar at telva móti
Helga Dam Ziska, meðan
Sára Olsen telvaði síni 25
talv. Tilsamans sluppu 112
næmingar at royna seg, sigur
Hanus Joensen.
Upprunaliga var ein tími
settur av til kappingina, men
tá avtornaði hevði Helgi
Dam Ziska brúkt 2,25 tímar
at telva móti 87 telvarum,
meðan Sára Traber Olsen
brúkti 1,10 tímar móti sínum
25 telvarum.
– Tað var framman undan
ikki væntandi, at nakar fór at
vinna á hvørki Sáru T. Olsen
og als ikki móti Helga Dam
Ziska, og tað vísti seg eisini.
Helgi Dam Ziska vann øll síni
87 talv, og Sára Traber Ziska
síni 25. Og tað má hóast alt
sigast at vera væl klárað,
sigur Hanus Joensen.
110 spentir næmingar
í simultantalvi
Í knappan hálvan annan tíma fyrrapartin í gjár var aulan í Kommunuskúlanum stúgvandi full av ungum,
spentum næmingum, sum sluppu at royna seg í simultantalvi móti Helga Dam Ziska og Sáru Olsen
Børnini vóru spent, konsentrerað og hugalig, tá tey møttu Helga Dam Ziska og Sáru T. Olsen í simultankapping
Føroyameistarin, Helgi Dam Ziska, stillaði upp til simultantalv í auluni í Kommunuskúlanum gjáramorgunin
Mynd: Álvur Haraldsen