Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-06, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. mai 2011síða 3

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Fríggjadagur 6. mai 2011 · Nr. 52 Sosialurin kappingin Summar Hesi seinastu árini hevur Sosialurin skipað fyri summarkappingum við góðum vinningum. Her hava fólk savnað puntar saman fyri at vera við í lutakastinum um ein hóp av góðum vinningum. Okkurt árið lut­ tóku 3500 fólk í kappingini. Nú leggja hesi báðir miðlarnir til brots aftur, í samstarvi við At­ lantsflog, við eini einfaldari, men kortini sera spennandi kapping. Fyri at vinna hesar góðu vinn ing­ arnar, skalt tú í roynd og veru bert svara rætt uppá fimm spurningar. So ert tú við. Mannagongdin er henda: Hvønn dag, tá Sosialurin kemur út, fer Rás2 ­ millum klokkan 11 og 12 ­ at seta fokus á summarkappingina og tað ávísa ferðamálið á rutunetinum hjá Atlantsflogi. Talan er um mánadag, mikudag og fríggjadag. Fyri at vera við, skulu fólk framm an undan senda eitt sms til 1941 við tekstinum: summar. Hvørt sms kostar 20 kr. + vanligan takst. Millum tey ið hava sent inn, verður drigið um hvør sleppur ígjøgnum í studio. Hesin lurtarin fær fimm spurningar, og klárar hann at svara rætt upp teir allar innan ávísa tíð, hevur hann vunnið ein ferðaseðil við uppihaldi í Billund fyri tveir persónar eitt ávíst tíðarskeið. Svarini uppá hesar fimm spurn­ ing arnar eru at finna í Sosialinum frammanundan. Tí kann ein lætt­ liga svara spurningunum, meðan ein situr við blaðnum frammanfyri sær. Vælkomin at vera við. Og góða ferð til Billund fyri tann hepna! Einføld summarkapping við stórum vinningum Aftur í summar bjóðar Sosialurin til eina spennandi kapping, hesaferð í samstarvi við Rás2. Kappingin byrjar mánadagin 9. mai og varir henda mánaðin út, har flogferðir við uppihaldi verða burturlutaðar tríggjar ferðir um vikuna. Fyrstu ferð: Mánadagin 9. mai Frá klokkan 9 á morgni fer Rás2 at seta fokus á Billund sum ferðamál. Tú hevur møguleika at vinna eina ferð fyri tvey við uppihaldi, um tú bert svarar rætt uppá fimm spurningar. Sosialurin í samstarvi við Rás2! Á hálsi · Smyrilsvegur 7 · tlf. 312138 OPIÐ FRÁ 10-16 0-16 ár leygardagin 7. mai 20% av øllum vørum í handlinum