Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-12, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. mars 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 42 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 49 - 12. mars 2002 15 Fríggjadagin var al- tjóða kvinnudagur, og hesum sambandi var politiskur kvinnufundur uppi í Norðurlanda- húsinum. Allir flokkar høvdu valt kvinnuumboð fyri flokkin. Fyri summar flokkar vóru fleiri og fyri onkrar flokkar var bara ein FUNDUR Ingrid Bjarnastein Myndir: Jens Kr. Vang Allar kvinnur, ið eru uppstillaðar til komandi løgtingsval, vórðu bodnar við á fundin. Teir ymsu flokkarnir kundu so velja, hvussu nógvar kvinnur tær valdu at seta upp á røðarapallin. Tíðin var knøpp. Tveir minuttir til hvønn røðara. Fundurin varð býttur upp á tann hátt, at hvør flokkur fekk tríggjar ferðir fimm minuttir. Hvussu valt varð at býta tíðina upp, var so upp til hvønn einstakan flokk. Ímillum hvørja rundu, fingu valevnini høvi at seta hvørjum øðrum fyri- spurningar, og eisini kundu fyrispurningar koma úr salinum – tó var hetta seinna ikki nógv brúkt. Heitið á fundinum var "Hvat siga kvinnur um framtíð Føroya", og sjálv- ur fundurin var eisini søguligur. Hetta er fyrstu ferð, at kvinnulig valevni úr øllum valdømum hava havt møguleika at koma til orðanna. Javnaðarflokkurin hevði átta umboð við á fundinum. Tosað varð um umhvørvispolitikk, ríkis- rættarligustøðu Føroya, samfelagsskipan, leik- lutin hjá kvinnuni í olju- vinnu og so framvegis. Joan Ziskason er eitt av valevnunum hjá Javnað- arflokkinum. Hon sigur, at Javnaðarflokkurin er vælnøgdur við fundin, tó var ikki rættiliga gjørligt at fara so gjølla ígjøgnum alt, tá tíðin er so stutt, men samanumtikið var hon væl nøgd. Fólkaflokkurin hevði sjey umboð við, og við- gjørdi hann alt frá sjálvstýri til teir bleytu pakkarnar. – Ofta verður sagt, at kvinnur bara hava áhuga fyri teimum bleytu økjunum, og hava ikki áhuga fyri undirsjóvar- tunlum, men eg má siga, at tá tú hevur verið við í politikki í eina tíð, so fært tú áhuga fyri øllum, eisini tí, sum í byrjanini kundi tykjast eitt sindur tungt, sigur Rúna Sivertsen úr Fólkaflokkinum. – Fundurin var ógvu- liga væl fyriskipaður, og tað eiga fyrireikararnir rós fyri. Men hesin politiski fundurin var ikki øðrvísi enn nakar annar politiskur fundur, men mannfólkini vóru ógvu- liga illa umboðað. Ikki meira enn eini fimm mannfólk vóru at hóma í salinum. Kanska júst tað øvugta av tá aðrir polit- iskir fundir eru, tá konu- fólkini eru fá. Rúna Sivertsen leggur dent á, at tað er tørvur á kvinnum í politikki, men bæði mannfólk og konu- fólk eiga at vera við. Tjóðveldisflokkurin varð umboðaður av seks kvinnum. Á skránni hjá Tjóðveldisflokkinum er millum annað einar sjálv- støðugar Føroyar, sum á altjóða leikpalli er á jøvn- um føti við aðrar tjóðir. Ein sjálvberandi føroysk- ur búskapur, sum er óheftur av donskum ríkis- stuðli, eitt sjálvberandi føroyskt vinnulív, sum verður meira kappingar- ført og meira fjølbroytt. Eisini varð nomið við at samfelagið eigur at hava fleiri vælferðartænastur, sum til dømis pensjón og barnaansing. Hetta eigur at vera ein rættur, og ikki ein gáva frá tí almenna. Tjóðveldisflokkurin vil eisini hava, at barna- og ungdómspolitikkurin verður raðfestur hægri, og tað sama er við ment- anarmálum. Samanumtikið ljóðar, at fundurin fall í góða jørð. Nógvar kvinnur vóru møttar upp í Norð- urlandahúsinum, so áhugin fyri politikki mill- um kvinnur, er ikki heilt lítil. Hvussu verður, og hvussu nógvar kvinnur verða valdar á ting, fáa vit at síggja til løgtings- valið um ikki so heilt langa tíð. Sunnudagin varð skipað fyri Grækaris- messuhaldið í Klaks- vík, men ikki nógv fólk vóru til staðar. GRÆKARISMESSA Ragnhild Ellingsgaard Klaksvík: Veðrið var ikki av tí besta sunnudagin, tá Grækarismessuhald var hildið í skúlagarðinum í Klaksvík. Hetta var eisini uttan iva orsøkin til, at so lítið av fólki vóru til staðar. Skrúðgonga Byrjað var við skrúðgongu frá Býráðshúsinum við Klaksvíkar Hornorkestur á odda. Eftir teimum fylgdu bæði skótaliðini úr Klaks- vík, men heldur ikki hesi vóru so mong í tali, sum tey plaga. Ein onnur orsøk kann eisini vera fimleikafram- sýningin hjá Klaksvíkar Fimleikafelag, sum skuldi byrja lítla løtu eftir Grækar- ismessuhaldið. Flytifluglur ímyndar frælsi Rani Nolsøe, býráðslimur, helt Grækarismessurøðuna hendan dagin. Í røðuni tosaði hann um várið og tjaldrið, sum bæði hoyra saman. Um hvussu veturin missur takið, og ljósa varið og livandi tjaldr- ið koma at eyðkenna kom- andi tíðina. - Óansæð, hvar vit standa í nútíðar meldrinum og hvat vit hugsa, so ynskja vit í okkara hjørtum tjaldrinum vælkomnum, segði Rani. Eisini legði Rani í røðuni stóran dent á frælsi. Hann tosaði um Nólsoyar Páll, og um, hvat rørdist í tíðini tá á sinni. Síðani tosaði hann um kreppuna síðst í áttatiárun- um, og um, hvussu sam- felagið stendur í menning í dag. - Seinastu árini hevur føroyska fólkið bygt sam- felag okkara uppaftur. Vit hava síðani kreppuna dugað betur at fiska, framleitt, selt og umsitið. Tí er støðið, vit standa á í dag, tað sunnasta og tryggasta, vit hava upplivað í okkara modernaðu tíð, segði Rani. Rani Nolsøe endaði røðu sína soleiðis: Fyri meg ímyndar flytifuglurin frælsi. Frælsi at ferðast millum lond, at koma og fara. Tí skal mín heilsan til flytifuglin og tjaldið, tjóð- fugl okkara, sum tann fyrsti at verða, at trúgva uppá frælsi ! Lítið av fólki til Grækarismessuhald Skótarnir vóru eisini við til Grækarismessuhaldið Rani Nolsøe, býráðslimur, helt Grækaris- messurøðuna Børnini stuttleikaðu sær í tí nógva kavanum, meðan tey vaksnu lurtaðu Søguligur dagur fyri kvinnur Fríggjakvøldið varð skipað fyri politiskum fundi í Norðurlandahúsinum. Fundurin var søguligur, ongin fundur av hesum slag hevur verið í Føroyum áður 15 14 Nr. 49 - 12. mars 2002 Sunnudagin var Grækarismessuhald kring meginpartin av landinum. Í Havn var, sum siður er, Grækarismessuhald á Tinghúsvøllinum GRÆKARISMESSA Orð: Ingrid Bjarnastein Myndir: Jens Kr. Vang Kalt og eitt lítið lot var, men hetta gjørdi ikki, at fólk settust aftur. Veðrið var rættiliga gott, og longu tá tú komst oman ímóti Steina- túni fekst tú varhuga av, at her var okkurt á vási. Nógv fólk leitaðu sær oman eftir gongugøtuni. Familjur við barnavognum, pør, ung sum gomul, ja eisini onkur hissini hundurin var slopp- in við oman á Vaglið har árliga Grækarismessuhald- ið skuldi vera. Á gongugøtuni seldu skótar bollar og høvdu tom- bola. Prátið gekk hugaliga, og fólk savnaðust á hvør síni síðu á gøtuni. Pláss skuldi jú vera fyri teimum, sum ganga skrúðgongu. Tá klokkan var farin eitt sindur av 15, hoyrdust fyrsti trummuslátturin. Bumm, bumm, bumm! Og lítla løtu seinni sást tú, hvat var á vási. Ein lang skrúðgonga, við nøkrum skótum á odda við Merkinum uppi í loft kom gangandi oman eftir gongugøtuni. Síðani kom hornorkestrið, sum spældi tónleik, og síðani aftur ein longri røð av skótum. Gulir, grønir og bláir. Tá skrúðgongan var komin uppá pláss spældi hornorkestrið Tjaldur verð vælkomið og síðani flutti Ditlev Róin úr Fuglafirði fram røðu. Várið er í hondum Eyðkenni fyri røðuna hjá Ditlevi var, at várið er í hondum: – Sólin er farin at hækka, og er í flestu búðplássum komin upp um lægru tind- arnar. Fólk munnu kenna færran av hita innanveggja, tá hon smoyggir sær inn ígjgønum gluggarnar á lágættarsíðunum. Dagarnir togna, og fuglarnir fjølgast í okkara vøkru og stórbæru náttúru, segði fuglfirð- ingurin millum annað. Eisini heldur Ditlev Róin, at vit føroyingar hava eina skyldu ímóti tjóðfugli okkara. Vit eiga at syrgja fyri, at tjaldrið ikki fløkist upp í lesull og ferst á tann hátt. – Tá tjaldrið eins og allur annar fuglur vitjar aftur regluliga og stundisliga, er tað tá okkara skylda, at taka væl ímóti og lívga um lívstreytir teirra, har vit megna. Talan fekk eisini sín enda, og tá hon var liðug, spældi hornorkestrið fyrsta ørindi av tjóðsanginum, meðan fjøldin tók so hjartaliga undir. Sangur og talur endaðu, og fjøldin byrjaði so smátt at spjaðast. Kuldin gjørdi, at ikki var so hugaligt at standa stillur ov leingi, men okkurt prátið hevur tú altíð stundir til. Gongugøtan tømdist, og skjótt sást ikki, at havnafólk saman við skótum høvdu fagnað tjaldrinum vælkomnum. Tjaldur ver vælkomið Skótarnir gingu skrúðgongu, meðan hornorkestrið spældi Ditlev Róin úr Fuglafirði flutti fram røðu Eisini Effersøe hevði hug at lurta meðan røðan varð hildin Skótarnir fagnaðu saman við havnafólkunum tjaldrinum á Tinghúsvøllinum sunnudagin C M Y K 14