týsdagur 12. mars 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 42 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14 • Nr. 50 - 13. mars 2002
Nr. 50 - 13. mars 2002 • 15
tað er knallhørð kapping
um fiskin. Skipini eru held-
ur ikki knýtt at reiðarínum í
Føroyum í dag. Nú er tað
skipið sjálvt sum avgerð
hvar tað vil selja og tað sel-
ir bert har sum tað fær
besta prísin. Bjóðar ein
keypari 15 oyru meir enn
ein annar fyri kiloið, so fær
hesin lastina. Tað merkir, at
skal eitt virkið vera við í
kappingini, so má virkið
verða so rationelt sum
gjørligt. Hetta er sum tá tú
tveitir ein stein í ein hyl og
hyggur eftir ringunum, sum
breiða seg. Skipið verður
so rationelt drivið sum
gjørligt, tað skal hava sum
mest fyri fiskin og skal eitt
virkið
hava
nakran
møguleika fyri at góðska
hendan dýra fiskin við
avlopi, so má tað verða so
rationelt sum møguligt. Fríi
marknaðarbúskapurin,
kappingin, hevur positivt
árin á alla fiskivinnuna.
Skip og virkir geva antin
avkast ella hvørva, sigur
Óli Samró.
Bygdamenning
–Føroyska fiskivinnan er í
dag stórtsæð uppbygd av
eindum.
Trolaraeigarar
halda seg til trolarar, línu-
eigarar halda seg til línu
o.s.v. Hetta gevur effektivi-
tet, tí menn halda seg til tað
teir eru dugnaligastir til. Í
Føroyum er í dag danska
orðatakið galdandi. “Sko-
mager bliv ved din læst”.
Her snýr tað seg um at
halda seg til tað sum ein er
bestur til, sigur hann
–Tey, sum siga, at øll
fiskivinna er savnað á
meginøkinum, á Skála-
fjørðinum vita ikki hvat tey
tosa um. Best rikni ísfiska-
trolarin í landinum er skrá-
settur í Dali. Ein av best
riknu
flakatrolarunum
hoyrir heima og verður rik-
in av Sørvági. Nakrir av
teim fremstu línubátunum
hoyra heima á Norðskála.
Nakrir av okkara bestu
nótamonnum eru í Gøtu.
Klaksvíkingar hava, um-
framt trolarar og línubátar,
eisini fleiri av okkara bestu
útróðarmonnum. Føroyska
fiskivinnan verður ikki rik-
in í dag eftir prinsippinum
um bygdamenning, men
um avkast, sigur Óli Samró
Óttast partabrøv
Óli Samróð heldur ikki, at
tað er heppið, um føroysku
fiskifyritøkurnar
verða
skrásettar á partabræva-
marknaðinum.
–Hyggja vit eftir okkara
grannalondum so svinga
feløgini eftir fiskaprísu-
num. Hetta kann vera
vandamikið, tí spekulatión
kann koma upp í . Bara fyri
nøkrum fáum árum síðan
varð virðið á partabrøvu-
num í alivinnuni risa høgt. Í
dag eru tey í botni. Fiska-
prísir vilja altíð vera ójavn-
ir og fara partabrævaeigarar
at spekulera í hesum, so
kann vinnan fara á heysin
uttan at fiskaprísirnir eru
beinleiðis orsøkin, sigur
Óli Samró.
Færri fólk
–Eg rokni við, at í framtíð-
ini fara færri fólk at arbeiða
í føroysku fiskivinnuni.
Krøvini til lønsemi gerast
alsamt størri, og tí verður
meira av arbeiðinum gjørt
við maskinum. Klára før-
oysku virkini ikki at góðska
nóg bíliga, so er vandi fyri,
at hetta arbeiði verður
gjørt, eitt nú í Kina, har ar-
beiðslønin
er
munandi
lægri. Tí fara vit at síggja
fá, men ógvuliga spesial-
iserað fólk í føroysku fiski-
vinnuni. Tað verður ein
kjarna av sera dugnaligum
fólkum, sum í framtíðini
fara at arbeiða innan fiski-
vinnuna. Í dag ynskja for-
eldur ikki at børnini skulu
enda á einum flakavirki.
Hetta verður ørvísi í fram-
tíðini. Tá fara fólk at hava
høgt status sum arbeiða
innan fiskivinnuna. Hetta
verða fólk við høgari løn og
vit fara at síggja meira út-
búgving innan fiskivinnu-
na. Tendensurin er longu
her, eitt nú eru teir sum
fóðra á alibrúkunum mill-
um teir hægst løntu innan
fiskivinnuna í dag, sigur
Óli Samró.
FISKIVINNA
Jústinus Leivsson Eidesgaard
Hann situr í erva omaná
einum fyrrverandi skrædd-
arí í Vágsbotni, við útsýni
yvir flótibrúgvarnar og
skipini á Vestaru vág og
seymar saman hagtøl til
fakta um fiskivinnuna í
Norðuratlantshavi. Maður-
in er búskaparfrøðingur, út-
búgvin á lærdum háskúla
uttanlendis, og er eins nógv
uttanfyri landoddarnar sum
heima. Hann hugsar skjótt,
tosar skjótt og ferð er yvir
honum yvirhøvur. Tað er
Óli Samró her verður skriv-
að um. Hann er í svørtum
frá topp til tá, væltrimmað-
ur og reint genetiskt ein
blandingur av einum fugl-
firðingi, hellumanni og
húsvíkingi, tað sæst. Tað
hann tekst við um dagarnar
øsir okkara grannalond.
Hann er at síggja í íslendsk-
um bløðum í løtuni og
norskum við og tað eru
fleiri sum halda hann verða
heilt galnan í høvdinum.
Vit sita á ovaru hædd á
skrivstovuni hjá Farec, ein
føroysk einmanns gransk-
ingarfyritøka, sum heldur
til í barnaheiminum hjá
Sigmund Petersen, lista-
manni sála, íð hevur eina
fortíð sum skræddari. Har
sum fyrr lá trillutráður og
kinesiskur tráður á gólvi-
num, er nú avtaglað við
leidningum til telduútgerð-
ina, sum er seinasta skríggj
á skrivstovuni.
–Teir rista við høvdinum,
og nú er aftur ein grein í
Morgunblaðnum,
sum
greiðir frá, at tað sum eg
føri fram er heilt burturvið,
sigur Óli og tekur telefon-
ina. Hon ringir alla somlu
tíðina og Óli skeitur eitt
sindur fjálturstundin at
henni, missir tráðin, meðan
hann júst er í ferð við at
greiða mær frá onkrum tor-
skildum tekniskum innan
fiskivinnuna.
Eitt lívsprojekt
Komandi fríggjadag verður
ein ráðstevna um kapping-
arføri og lønsemi innan
fiskivinnuna í Havn. Undir-
titulin er frá planbúskapi og
marknaðarbúskap. Og tað
er júst hetta evni Óli Samró
hevur arbeitt við seinastu
trý árini, síðan 1999. Hann
stendur eisini sum stigtak-
ari og samskipari av tiltaki-
num, og hetta verður tað
seinasta í hesum umfari-
num
–Hetta er størsta kanning,
sum narkantíð er gjørd fyri
at lýsa kappingarføri og
lønsemi í fiskivinnuni í
Norðuratlantshavi og úrslit-
ini, sum hon kemur fram
við, eru skakandi, sigur Óli
Samró.
–Kanningin vísir stutt, at
hóast íslendingar og norð-
menn hava munandi størri
tilfeingi, so er lønsemið í
teirra fiskivinnu munandi
verri enn tí føroysku. Og
hetta eru ikki leysir pá-
standir. Tað er neyvan nak-
ar sum hevur størri tal-
grundarlag enn eg at byggja
hesa kanning á.
Nú er aftur ein íslending-
ur í telefonini, sum vil
sannføra Óla um, at teirra
kvotuskipan er betri enn
føroyska fiskidagaskipan.
Norskur
sosialpolitikkur
–Noreg nýtir fiskivinnuna
til at reka sosial og mentan-
arpolitikk. Tað er eitt polit-
iskt ynski í Noregi at hava
eitt ávíst búsetingarmynstur
og fiskivinnan verður løgd
eftir hesum, ikki eftir um
hon er lønsom ella ikki.
Norðanfyri 62 breiddarstig
í Noregi er planbúskapur
galdandi. Ja, hesin parturin
av Noregi er einasti staturin
á okkara leiðum, íð rekur
sama
búskaparpolitikk
sum í gamla Sovjetsam-
veldinum. Sunnanfyri 62
breiddarstig
er
vanlig
kaptalisma galdandi, sigur
Óli Samró.
–Í Noregi er fría kapping-
in heilt tikin burtur. Skipini
avgera ikki sjálvi hvar tey
selja lastina. Tey kunnu ikki
selja lastina, har tey fáa
mest fyri hana. Tey eru
bundin av einum virki og
tey skulu landa har. Og
fiskaprísurin hevur einki
við fríar marknaðarkreftir
at gera. Hann verður settur
at Norsk Råfiskelag og
Reiðarafelagnum, soleiðis
sum tað passar teimum
best, sigur Óli Samró.
–Flutningurin verður ofta
fyriskipaður av teim somu,
sum eiga kvoturnar. Har er
ikki frí kapping. Hygg eftir
øllum føroysku flutnings-
feløgunum, OCD, Heri
Thomsen, Ian Rasmussen
o.s.v. Her er knallhørð
kapping um flutningin og
tann sum bíligastur er
vinnir. Hygg eftir havna-
viðurskiftunum. Hygg eftir
útbyggingini í Havn, har
umstøðurnar á havnalag-
num í dag eru framúr.
Flutningsviðurskiftini hava
alstóran týdning fyri at fáa
eitt gott úrslit í fiski-
vinnuni.
–Tey fáa munadi verri
prís fyri fiskin bæði í
Noregi og Íslandi. Eitt fakt-
um er, at tænstuveitingin er
dýrari í hesum londum og
harvið gevur tann íslendska
og norska fiskivinnan ikki
tað yvirskot, sum rávøru-
grundarlagið er til, sigur
Óli Samró.
Føroyingar dugnaligir
–Føroyingar fáa mest burt-
ur úr tilfeinginum í Norður-
atlantshavi og tað er ikki
bara tí at prísirnir eru høgir.
Orsøkin er einføld at føroy-
ingar seinastu árini hava
flutt frá planbúskapi til
marknaðarbúskap og kapp-
ingin um fiskin er bein-
hørð, sigur hann.
–Føroyingar eru sera
dugnaligir í dag at fáa burt-
urúr. Skipini eru ikki long-
ur knýtt at virkjunum og
FISKIVINNA
Jústinus Leivsson
Eidesgaard
Klokkan 9:00 um morg-
unin komandi fríggjadag
verður ein spennandi
fiskivinnuráðstevna sett í
Norðurlandahúsinum.
Tað er føroyska ráðgev-
ingarfyritøkan
Farec,
sum skipar fyri stevnuni,
sum hevur heitið kapp-
ingarføri og lønsemi í
fiskivinnuni. Undirtittil-
in er frá planbúskapi til
marknaðarbúskap.
Høvuðsgrundarlagið
fyri ráðstevnuni og fyrsta
temaið eri ein samanber-
ing av fiskivinnuni í Før-
oyum, Íslandi og Noreg í
árunum 1998-2001 og
ein meting av árunum
2002-2004. Samanber-
ingarnar hevur búskapar-
frøðingurin Óli Samró
frá Farec staðið fyri.
Hann hevur seinastu trý
árini arbeitt við eini stór-
ari verkætlan, har hann
hevur savnað tøl um
fiskivinnuna í Noregi, Ís-
landi og Føroyum og
síðan borið saman.
Men áðrenn Óli fær
orðið, setir Jørgen Nicla-
sen,
fiskimálaráðharri
stevnuna. Hetta hendir
klokkan 9.00.
Fleiri útlendskir fyri-
lestrahaldarar eru við á
ráðstevnuni. Stjórin fyri
fiskivinnudeildini í fyri-
tøkuni
PriceWater-
houseCoopers í Noregi,
Torben Foss her at røða
um evni: Tørvur á at til-
laga norsku fiskivinnuna
frá planbúskapi til mark-
naðarbúskap.
Ein íslenskur fíggjar-
serfrøðingur skal tosa um
kappingarføri og lønsemi
sæð frá einum íslendsk-
um sjónarhorni, hetta er
tó ikki endaliga játtað.
Síðan verður kjak.
Næsta temaði á ráð-
stevnuni verður fiski-
vinna, partabrævamarkn-
aður og kvotaskipanir.
Her fara Leiv Grønne-
veit, deildarstjóri í Nord-
ea, Noreg, Lars Liabø,
ráðgevi í Kontali Analys-
er, Noreg og Jón Hallur
Pétursson, fíggjarstjóri í
UA úr Íslandi at bera
fram.
Undir sama tema fer
Kjartan Hoydal, aðal-
skrivari í NEAFC í
London at røða um
kvotaskipanir í Føroyum,
Íslandi og Noregi. Síðan
verður kjakast um hetta
evni.
Triðja temaði verður
fiskivinnan og nýggja
tøknfrøðin. Her fer Før-
oya Tele at greiða frá
telesamskifti,
nýggir
møguleikar hjá fiski- og
alivinnuni.
Sóan
fer
Formula
Føroyar
at
greiða frá tí fólkatóma
fiskavirkinum og síðan
verður kjak.
Fjórða
og
seinasta
temaið á ráðstevnuni
verður um alivinnuna.
Her fer norski ráðgevin
Lars Liabø frá Kontali
Analyser at bera fram
eina marknaðarmeting
2002-2005. Síðan verður
evnið um minstaprís og
revsitoll
á
ES-laksa-
marknaðinum, hóttanir
ella søga, tikin upp. Her
fara Einar Bull frá EBS
eftirlitsstovuni í Bruxel-
les og Torben Foss frá
PriceWaterhouseCoopers
í Norege at greiða frá.
Tað verður Kjartan
Hoydal, sum skal leiða
ráðstevnuna og stýra
kjakinum og ráðstevnan
endar við at ein saman-
dráttur verður gjørdur.
Tosa um fisk á
Hotel Føroyum
Avdúkandi samanberingarnar millum
lønsemi í føroyskari, norskari og
íslendskari fiskivinnu, sum Óli Samró
hevur staðið fyri, hava víst, at føroyingar
eru nógv dugnaligari at fáa burtur úr
tilfeinginum enn okkara grannar,
sum hava nógv meira at taka av
Óli Samró á Farec:
Hann fær ilt
í grannarnar
Óli Samró búskaparfrøðingur ger avdúkandi kanningar um fiskivinnuna í Norðuratlantshavi
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
15
14