týsdagur 12. mars 2002síða 9
‹ fyrra síða allar 42 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 49 • týsdagur • 12. mars 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
Um Fram fekk 100
møguleikar afturat, at
gera tað sama, høvdu
teir neyvan endur-
tikið bragdið at gerast
meistarar. So hepnir
vóru teir. Men teir
kendu sína vitjunar-
tíð og tað var orsøkin
til, at teir fóru við
gulli og steypi, meðan
Fleyr stóð eftir við
silvurinum
FLOGBÓLTUR - MENN
Sveinur Tróndarson
Seinasta mánaðin hava
bløðini avskrivað møgu-
leikan hjá Fram at gerast
meistarar. Tað skuldu vit
ongantíð havt gjørt, tí nú
landskappingin er av, eru
tað júst teir, sum standa
sum vinnarar av landskapp-
ingini, fyri aðru ferð í søgu
felagsins.
Tað sá leingi út til at ger-
ast ein spurningur millum
Fleyr og SÍ, um hvør skuldi
gerast Føroyameistari, men
tá fyrsta SÍ og síðani Fleyr
snávaði, fekk Fram ein allar
seinasta møguleika at stjala
meistaraheitið frá grannun-
um. Og tað gjørdu teir.
Tað má sigast vera eitt
veruligt bragd at koma aft-
ur í aftur, sum Fram gjørdi
tað í ár, tí fyri tveimum
mánaðum síðani hingu teir
veruliga við nevinum. Frá
at vera oddalið fyrst í des-
ember mánaði skeiklaðist
alt av lagi, og eftir tveimum
vikum ruku teir niður á
triðja plássi. Enn eitt tap
gjørdi, at seinasta vónin
nærum var slept, men so
tóku teir seg um reiggj.
– Vit settu okkum niður
og prátaðu um, at vit vóru
ov negativir móti hvørjum
øðrum, og tað oyðilegði
liðið og spælið. Á fundin-
um avgjørdu vit, at vit
skuldu broyta framferð á
vøllinum, og síðani hevur
tað gingið rættan veg.
Soleiðis
segði
Rúni
Weihe, liðskipari hjá Fram
fyri einum mánaði síðani,
tá vit spurdu hann um or-
søkina til, at tað nú brádliga
var farið at ganga rættan
veg hjá teimum.
Hann legði afturat, at
liðið hevði gjørt av at stríð-
ast fyri sakini. Meistara-
heitið var ikki burtur, og
um so var, at SÍ tapti onkr-
an dyst og Fleyr onkran, ja,
so var ikki vist, at tað ikki
kundi eydnast hjá Fram
kortini.
Uppiborið tá
samanum kemur
At tað skuldi ganga, sum
hann hevði vónað, er helst
sum ein ótrúligur dreymur
hjá øllum Frammarum – og
ein marra hjá Fleyr-leikar-
unum. Hartil skal leggjast,
at Fleyr vann á Fram í sein-
asta dysti teirra, og tað
hevði við sær, at Fleyr
skuldi tapa báðar teir sein-
astu dystirnar fyri at Fram
skuldi kunna gerast meist-
arar.
Og mín sann, um ikki
Fleyr gjørdi tað eisini.
Tá til stykkis kemur,
mugu vit bara staðfesta, at
sigurin hjá Fram var uppi-
borin. Liðið hevur megnað
at koma aftur í aftur, tá allar
svartast sá út, og tað er
tekin um eitt gott lið.
Tað er eingin loyna, at
Fram hevur nógvar góðar
leikarar, men tað er ein
annar veruleiki, at liðið til
tíðir hevði serstakliga trup-
ult við at finna stevið. Men
eftir tann vælsignaða fund-
in, sum Rúni tosaði um,
vóru leikararnir sum ham-
skiftir.
Ístaðin fyri at hanga við
høvdinum stríddist hvør
einstakur leikari fyri liðfel-
øgum sínum, og tað hevur
samanlagt gjørt, at Fram
hevði eitt stig meira enn
Fleyr og tvey meira enn SÍ.
Botnliðini avgjørdu
Tá farið var undir seinnu
hálvu skrivaðu vit, at ÍF
kundi fáa avgerandi orð á,
hvør fór at gerast Føroya-
meistari, og tað fingu teir. Í
denn grad, fyri at siga tað á
góðum føroyskum.
Tí, fyri tveimum vikum
síðani – vikuna eftir steypa-
finaluna – vóru fuglfirð-
ingar í Sørvági og leiktu
móti liðnum, sum hevði
smurt teir av í høllini á
Hálsi. Sjálvt um ÍF als ikki
átti at vunnið hendan dyst-
in, gjørdu teir tað og tann
sigurin er beinleiðis orsøk-
in til, at Fram og ikki sørv-
ingar eru meistarar.
Tí kunnu vit siga, at tað
er rættiliga uppiborið, at
Fram gjørdist meistari, tí
teir vóru teir einastu, sum
ikki taptu móti ÍF í hesum
kappingarárinum.
Men vit mugu heldur ikki
gloyma Mjølnir, sum átti
seinasta orðið í allari lands-
kappingini í ár.
Liðið hevur spælt illa í ár
og hevur tapt frá hond.
Kortini hava teir vitað, at
teir kundu um teir vildu, og
tá teir vildu vístu teir eisini,
at teir kundu.
Tað er í sær sjálvum
heldur ikki so vánaligt, og
slett ikki fyri Fram. Teir
máttu dúva upp á, at onnur
lið kundu hjálpa teimum at
gerast Føroyameistarar, og
tað er eisini ein partur av
spælinum.
Hjartaliga tillukku til
Fram higani, og tillukku til
Flogbóltssambandið við til-
rættaleggingini av eini so
spennandi landskapping.
Hatta klára tit ikki aftur í
bræði og tí eiga tit at takka
leikarum og leiðarum fyri
tað besta flogbóltsárið í
mansflogbólti í fleiri ár.
Fram Føroyameistarar
Mjølnir hevur vunnið. Tað
hevur Fram eisini, og púra
óvæntað kunnu teir rópa seg
føroyameistarar, eftir at Fleyr
snávaði í avgerandi løtuni
17
16
Nr. 49 - 12. mars 2002
- TÍÐINDI TIL SJÓFÓ
á
C
M
Y
K
16