mánadagur 9. mai 2011síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 9. mai 2011 · Nr. 53
4
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Tað var um midnáttarleitið í
nátt, at eldur kom í Athenu,
sum liggur við oljubryggjuna
hjá Runavíkar havn. Tað var
skjótt, at mest sum alt skipið
stóð í ljósum loga, og tað var
eisi ni skjótt, at spreingingar
vóru at hoyra umborð á
skipi num.
Sum løtan leið, og einki
tamar hald var á eldrinum,
eins og vandi var fyri fleiri
spreinginum og vanda mikl
um royki, ruddaði løgreglan
havnalagið, har skipið liggur.
Roykurin hevur ligið av
Athenu og yvir móti vestur
arm inum á Skála fjørði num,
og tá løgreglan í nátt heitti á
fólk um at taka til rýmingar
undan roykinum, hava fólk
á Skála verið savnaði í Bygd
ar húsinum á Strondum, eins
og nakað av fólki eisini hevur
ver ið savnað í Leguhúsinum
í Nesvík.
Skúlar, handlar og partvís
stovn ar í økinum hava verið
stongd í morgun, og bussar
hjá Bygdaleiðum í økinum
hava ikki koyrt.
Endar brendu
Tað stóri spurningurin í
morgun hevur verið, um
skip ið fór at loysna frá
bryggj u ni, tí endar brendu
av. Í fleiri tímar í morgun
hev ur skipið soleiðis ligið
við stevninum inn móti
bryggju ni, og tá hevur verið
eitt sindur lættari at koma
fram at framskipinum.
Fyrr í morgun eydnaðist
at seta fólk upp á bakkan á
Athenu, soleiðis at til bar at
gera fast um skipið av nýggj
um. Sum fyrraparturin leið,
var tí minni vandi fyri, at
skip ið fór at gerast leyst og
fór at reka fyri vág og vind á
Skála fjørðinum.
Nú beint fyri middag
var greitt, at skipið sum er
fer ongan veg, tí tað hevur
eydn aðist at gera fast bæði á
bakka num – og eisini hevur
eydn ast at sveisað festir har
fram mi á skipinum.
Veðrið hevur verið gott
í morgun. Tað hevur mest
sum verið stilli, men tað lot,
sum verið hevur, hev ur ført
royk in yvir móti vestur armi
num á Skála fjørðinum.
Einki at gera
Tá
Sosialurin
í
morgun
hugdi, hvat DMI sigur, bendir
alt á, at ættin kemur at liggja,
sum hon liggur nú, nakað út
í vikuna. Ikki fyrr enn hós
dagin sigur hann vestliga
ætt, men tá má væl roknast
við, at tann nógvi eldurin og
roykurin eru avhasað. Hin
vegin er skjótt, at ættin kann
skifta, tá lítil og eingin vind
ur er.
Nær Skálafjarðar Sløkki
lið sær møguleikar at fara
um borð á skipið, er púrasta
ógreitt í løtuni.
Nógvur hiti og nógvur
eldur er umborð á skipinum,
og fyrrapartin visti eingin,
um allar fløskurnar, sum eru
um borð, eru sprongdar – ella,
um fleiri eru eftir enn, sum
kunnu fara í luftina. Tað er
eisi ni komið fram, at tangi
er við sløkum 20 tonsum av
ammo ni akki, og hetta eru
vesk ur, sum mugu takast í
størs ta álvara.
vilmund@sosialurin.fo
AthenA fer
Fyrr í morgun eydnaðist at seta fólk upp á bakkan á Athenu, soleiðis at til bar at
gera fast um skipið av nýggjum. Sum fyrraparturin leið, var tí minni vandi fyri, at
skipið fór at gerast leyst og fór at reka fyri vág og vind á Skálafjørðinum
Vilmund Jacobsen
Tað er lættari at flyta skip
ið burtur enn at flyta fólk
úr økinum. Men tað er
ikki bara sum at siga tað.
Tekn iskt ber ivaleyst væl
til at hála Athenu út av
Skála fjørði num og leggja
skip ið, soleiðis at roykur
ella spreinginar ikki eru til
bága fyri fólk, fæ og ognir.
Jú, hetta er nakað, vit
um hug sa í løtuni, men skal
eitt slíkt stig takast, mugu
fleiri partar, sum hava vit
eitt slíkt mál at gera, vera
samd ir um, at hetta er tað
besta.
Í samrøðu við Sosialin
beint fyri middag, segði
Hall grím Hansen, átaks
leið ari hjá løgregluni, at
fleiri partar eru samdir um,
at skilabest hevði ver ið at
sleipað skipið út av Skála
fjørðinum.
Eg vænti ikki, at nøkur
enda lig avgerð verður tikin
um hetta fyrrapartin í dag,
men tað er ikki óhugsandi,
at ein slík avgerð verður
tik in, sum dagurin líður.
Hallgrím
Hansen
segði, at nú so nógvur
royk ur
rekur
yvir
móti
vesturarminum
á
Skálafjørðinum, er ikki
óhugsandi, at hetta kann
fara at føra til endur
gjaldskrøv móti trygg ing
ar feløg unum.
Tað eigur at verða
lættari at flyta skipið burt
ur, enn flyta fólk úr øki
num, og fæst skipið út av
Skála fjørðinum,
verð ur
eisini vandin við møgu lig
um
endur gjalds krøv um
min ni, sigur átaks leið arin
hjá løg regluni.
vilmund@sosialurin.fo
Best er at fáa skipið
út av Skálafjørðinum
Hallgrím Hansen, átaksleiðari hjá løgregluni,
heldur, at best hevði verið at fingið skipið
sleipað út av Skálafjørðinum, soleiðis at
roykurin ikki er til bága fyri fólk, fæ og ognir
Vilmund Jacobsen
Tað eydnaðist ikki Sosial
inum at fáa eina viðmerking
frá reiðarínum Thor, sum
eig ur Athenu, áðrenn blaðið
fór til prentingar í dag.
Vit høvdu annan reiðar
an, Gunbjørn Joensen, í tele
fon ini, men hann helt ikki,
at hann hevði hug at siga
nakað um støðuna beint í
løtuni.
Athena hevur annars
lig ið við oljubryggjuna hjá
Runa víkar havn seinastu
mána ð ir nar, síðan eldur
kom í skipið einaferð síðsta
ár.
Nú
var
umvæl ing ar
arbeiði í gongd og Articon,
sum hevði høvuðsarbeiði
um hendi, vóru komin væl
á leið is við umvælingini.
Tríggir mans vóru um
borð á skipinum, tá eldur
kom í, og teir vórðu fluttir á
Landssjúkrahúsið til kann
ing ar.
vilmund@sosialurin.fo
Thor onga viðmerking
- Vit hava ongar viðmerkingar til málið í løtuni,
segði Gunbjørn Joensen, annar av reiðarunum hjá
Thor, tá vit høvdu hann í telefonini fyrrapartin