mánadagur 9. mai 2011síða 3
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Mánadagur 9. mai 2011 · Nr. 53
Sosialurin
kappingin
Summar
Hesi seinastu árini hevur Sosialurin
skipað fyri summarkappingum við
góðum vinningum. Her hava fólk
savnað puntar saman fyri at vera
við í lutakastinum um ein hóp av
góðum vinningum. Okkurt árið lut
tóku 3500 fólk í kappingini.
Nú leggja hesi báðir miðlarnir til
brots aftur, í samstarvi við Atlants
flog, við eini einfaldari, men kortini
sera spennandi kapping.
Fyri at vinna hesar góðu vinning
arnar, skalt tú í roynd og veru bert
svara rætt uppá fimm spurningar.
So ert tú við.
Mannagongdin er henda: Hvønn
dag, tá Sosialurin kemur út, fer Rás2
millum klokkan 9 og 12 at seta
fokus á summarkappingina og tað
ávísa ferðamálið á rutunetinum hjá
Atlantsflogi. Talan er um mánadag,
mikudag og fríggjadag.
Fyri at vera við, skulu fólk
framm anundan senda eitt sms til
1941 við tekstinum: summar. Hvørt
sms kostar 20 kr. + vanligan takst.
Mill um tey ið hava sent inn, verður
drigið um hvør sleppur ígjøgnum
í studio. Hesin lurtarin fær fimm
spurningar, og klárar hann at svara
rætt upp teir allar innan ávísa tíð,
hevur hann vunnið ein ferðaseðil
við uppihaldi í Billund fyri tveir
per sónar eitt ávíst tíðarskeið.
Svarini uppá hesar fimm spurn
ingarnar eru at finna í Sosialinum
frammanundan. Tí kann ein lætt
liga svara spurningunum, meðan
ein situr við blaðnum frammanfyri
sær.
Vælkomin at vera við. Og góða
ferð til Reykjavíkar fyri tann
hepna!
Summarkappingin:
Ferðamálið er Reykjavík
Aftur í summar bjóðar Sosialurin til eina
spennandi kapping, hesaferð í samstarvi við
Rás2. Kappingin byrjaði fyrr í dag á rásini,
og varir henda mánaðin út, har flogferðir
við uppihaldi fyri tveir persónar verða
burturlutaðar tríggjar ferðir um vikuna.
FERÐAMÁL
Reykjavík er størsti býurin í Reykjavík. Her búgva í dag 118.000 íslendingar, og verða
forstaðirnir taldir við, er talið nærri 200.000 – og tað svarar til 2/3 av íbúgvum Íslands