Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-09, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. mai 2011síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 9. mai 2011 · Nr. 53 6 Sosialurin Tekstur: Snorri Brend Myndir: Jens Kristian Vang Skálavík: Omanfyri 400 fólk vóru samankomin til hesi bæði hátíðar­ haldini, bæði úr oynni og av oynni. Hetta var dagurin tá hesin fram­ komni depilin var komin so langt, at fólk fingu høvi at síggja, hvussu væl útgjørdur hann er og hvørjir møguleikar eru í og við honum. Tað skiltist á fólki, at tey vóru ovfarin av, hvussu væl hann er út­ gjørdur og hvussu nýtiligur hann er til alskyns virksemi. Sum skilst hava fyrstu gestirnir longu biðið um pláss. Vikuskiftið 20. til 22. mai skal depilin roynast, meðan ein eisini fær greiðu á, hvussu hesin prýðiligi bygningurin roynist í verki. Tað var Johan Dahl, lands stýris­ maður í vinnumálum sum alment tók bygningin í nýtslu, meðan kona Eiler Jacobsen, einkja hansara Beinta klipti snórin. Í deplinum eru 12 kømur, sum eru útgjørd við øllum hentleikum. Her er matstova, fleiri fundarhøli, ein høll sum kann rúma 300 fólkum og annars sera góðar umstøður til at halda skeið og hjá fólki at halda frí. Tað er ”Immanuel Grunnurin” sum stendur aftanfyri depilin. Hann varð stovnaður av Eiler og Beintu H. Jacobsen við eini gávu, sum skuldi brúkast til henda frítíðar­ og skeiðsdepilin í Skálavík. Fyristøðufólk í deplinum eru hjúnini Heðin og Rúna Lamhauge. Ein dEpil til øll Leygardagin var Frítíðar- og Skeiðsdepilin ”Immanuel” í Skálavík tikin í nýtslu, samstundis sum ein standmynd varð avdúkað í hesum sambandi. Adressan hjá deplinum er Eiler Jacobsensgøta 1, 220 Skálavík. Linjohn Christiansen, borgarstjóri í Skálavík fegnast um depilin Eitt kór úr samkomuni Ebenezer í Havn setti dám á hugnaløtuna Johan Dahl, vinnumálaráðharri heldur røðu uanfyri depilin Ein standmynd uttanfyri Frítíðar- og skeiðsdepilin er avdúkað av Linjohn Christiansen, borgarstjóra Omanfyri 400 fólk úr øllum landinum vóru við til hátíðarhaldið í Skálavík. mynd av bygningi