mánadagur 9. mai 2011síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 9. mai 2011 · Nr. 53
6
Sosialurin
kappingin
Summar
”Ein
glæsilegasta
bygging
Reykjavíkur á daginn, eitt besta
veitingahúsið á kvöldin”.
Soleiðis verður tikið til um
Perluna, sum er ein verulig perla
fyri býin.
Perlan liggur á eini høvd í
íslendska høvuðsstaðnum, og telist
millum tey støðini, ið eru mest
vitjað av ferðafólkum.
Av fyrstu tíð var her talan um
ein vatnbrunn, men sum táverandi
borgarstjórin í Reykjavík, Davið
Oddsson fekk í 1991 bygt ein bygning
sum í dag hýsur bæði matstovu og
kafeteria.
Bygningurin er dekkaður av
eini glaskúlu, sum saman við
staðsetingini ger sítt til at Perlan
er eitt stað, higar fólk í hópatali
leita sær.
Ein
av
vatnbrunnunum
er
tømdur og er í dag umskapað til
eitt søgusavn. Her verður søgan um
íslendsku saga'irnar søgd og víst
verður, hvussu íslendingar livdu
fyrr og nú.
Ein Perla í býnum
Fyri tey ið dáma væl at eta ein góðan bita
og samstundis hava tað besta útsýnið
yvir Reykjavík, er Perlan staðið.
ÚTSÝNI
Sjáldsama gott útsýni er av Perluni
út yvir íslendska høvuðsstaðin
SNØGT
Nógv er gjørt burturúr tí
arkitektoniska í Perluni
Niels Finsensgøta 11, Tórshavn, 318300
Nýggjur Noa Noa
handil í Tórshavn