mánadagur 9. mai 2011síða 7
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 9. mai 2011 · Nr. 53
Sosialurin
Eiler Jacobsen
1930 – 2010
Immanuel Grunnurin, ið hevur latið byggja Depilin
í Skálavík, er stovnaður av Eiler og Beintu Háberg
Jacobsen.
Eiler varð føddur í Søldarfirði, og misti bert 2 ára
gamal pápan, Sámal, á sjónum. Mamman, Helena,
giftist uppaftur í 1934 við Nielsi Nicodemussen í
Skálavík, hagar hon flutti við Eiler og yngra soninum
Sámali. Her vuksu teir upp saman við hálvsystkjunum
Bergtóru, Hildigunn, Napoleon og Maiken.
Eiler lærdi fyrst jarðarbrúk í Íslandi eftir kríggið.
Men hann fór til skips við sildabáti í Norðsjónum og
snørisskipum við Føroyar, Ísland og Grønland. Eiler
førdi Brimnes, Vørðuna, Norðfarið, Atlantsfarið, Beinir
og Boðanes - fyrst til línu- og seinni nótafiskiskap.
Í 1962 giftist Eiler við Beintu Háberg og búsettist í
Havn. Beinta eigur sín lut í, at lívsverk Eilers hildnaðist
so væl. Tey eiga børnini Sámal, Hjørdis, Petur og Eiler.
Í 1964 læt Eiler frystilínubátin Ísborg smíða á Skála
og førdi hana sjálvur, til hann fekk Sólborg (1) bygda
við kraftblokki og kølilast til sild í Norðsjónum og
við Føroyar. Sólborg var eitt nýbrot, sum tvífaldaði
veiðinøgd, fiskavirði og hýrur. Síðan komu nótaskipini
Norðborg, sum bróðirin Sámal førdi, og Krúnborg (1),
tá størstu skip í flotanum av sínum slag, eisini mikil
frambrot til veiði um Norðuratlantshavið.
Í 1977 læt Eiler rækjuskipið Sólborg (2) byggja til
fiskiskap við Grønlandi, Svalbard og Labrador, og
deksbátin Fríborg til Eystrasalt. Eiler seldi hesa
Sólborg í 1986 og bygdi nótaskipið Háborg, eitt skip
framman fyri sína tíð.
Í kreppuárinum 1991 keypti hann rækjutrolaran
Sólborg (3), sum varð seld til Grønlands 10 ár seinni.
Ístaðin fyri at taka sær av løttum sum 68 ára gamal
læt Eiler saman við børnunum uppsjóarskipið og
stásfarið Krúnborg (2) byggja. Hana seldi hann í 2006.
Lívsverk Eilers verður neyvan yvirmett. Fjøld av
monnum hava fiskað við skipum hansara. Teirra
inntøkur hava verið støði undir hundraðtals húskjum
og íkast til útbúgving hjá mongum føroyingum. Teir
hava veitt hundraðtúsundtals tons av fiski íalt og
tilført føroyska landshúsarhaldinum milliardir krónur í
dagsprísum.
Vinnuliga virksemi Eilers hevur verið við til at
tryggja Føroyum tess egnu og altjóða rættindi til tað
fiskatilfeingi, sum um alt Norðuratlantshav nú er og
fer at vera grundstøði undir búskapi Føroya lands og
fólks.
Skeiðs- og frítíðardepilin Immanuel - sama navn sum
sluppin, ið pápi Eilers sjólætst við – í Skálavík er ein
varði yvir hendan merkismann Eiler og Beintu. Her í
bygdini festi hann sum barn røtur, hvørs frukt hevur
gagnað øllum Føroyum og føroyingum.
(Kelda: depil.fo)
Beinta Háberg Jacobsen, einkjan eftir Eiler Jacobsen, klippir snórin til depilin
Frítíðar- og Skeiðsdepilin Immanuel liggur á Eiler Jacobsensgøtu nr. 1 í Skálavík