mánadagur 9. mai 2011síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 9. mai 2011 · Nr. 53
20
Sosialurin
Talan var um ein sera illa spældan og rótutan
dyst. B36 spældi als ikki betri enn KÍ, men
teir fingu mál uppá tvey langskot, meðan KÍ
ikki fekk mál uppá síni. Liðini høvdu hvør sítt
gjøgnumspælt álop í øllum dystinum.
www.nordlysid.fo
Eftir hetta høvdu liðini bæði nakrar hálvar
málmøguleikar, men onki annað mál kom í
dystinum. Okur frætta úr Leirvík, at FC Suðuroy
ikki spældi nakran góðan dyst og í so máta er
úrslitið ikki heilt av leið.
www.sudurras1.com
At B68 var so verjukent, kravdi ógvuliga nógv
av okkara spælarum, tí tað er trupult at skapa
málkjansir, tá ið mótstøðuliðið pakkar seg
so nógv saman. Tí eiga spælarar okkara rós
uppiborið fyri, at teir komu fram til so nógvar
kjansir. At hesir kjansir so ikki góvu mál er ein
onnur søga.
www.vikingur.fo
Tað er hugaligt at síggja at vit standa einki
aftanfyri væl etableraðu liðini, men hinvegin
er tað óhugaligt at tapa. Ungu mennirnir læra
hvønn dyst og skulu nokk koma seg.
www.ki.fo
Uni Holm Johannesen
– Venjararnir hava lagt stóran
dent á styrkivenjing higartil.
Fjølmiðlarnir hava víst á,
at vit tykjast tungir. Tað er
fremst av øllum, tí vit hava
styrkivant so nógv. Tað er
tilvitað, tí vit skulu spæla upp
til okkara besta í summar, tá
undandystirnir í Champions
League eru á skránni, sigur
Jón Krosslá Poulsen. Magni
Mohr,
sum
stendur
fyri
krops ligu venjingini hjá HB,
hevur áður havt fram úr skar
andi úrslit við føroyskum fel
øgum í altjóða høpi.
uni@sosialurin.fo
HB hevur
styrkivant
eina rúgvu
Fótbóltur
Ætlanin er, at HB
skal røkka sínum
spælitindi, tá
altjóða dystirnir
skulu avgreiðast
í summar. Tað
sigur Jón Krosslá
Poulsen, sum var
leikbannaður, tá
HB vann 3-2 á
EB/Streymi í gjár
Uni Holm Johannesen
– Eg veit ikki, um úrslitið var
rættvíst. Vit spæla ongantíð væl
móti Brabrand, tí teir hava sjáldan
nakað at bjóða. Teir eru verjukendir
og hugsa bara um, at vit ikki skulu
fáa mál. Tá tað er sagt, so er vøllurin
eisini vánaligur.
Um ein spælari fær bóltin, er
møguleiki fyri, at bólturin fer upp
frá og brýtur nøsina á spæl arnum.
Kommunan má bøta um viður
skiftini. Tað eru 800 áskoðarar til
dystin, og tað er harmiligt, at vit
ikki kunna bjóða teimum flott
ari fót bóltsspæl. Vit vilja fegnir
spæla fótbólt, og tað vísa vit eis
ini á útivølli. Tað er hinvegin tor
ført á heimavølli, tí vøllurin er so
vánaligur, sigur Popczynski við
bold.dk.
Føroyski
landsliðsspælarin,
Johan Troest Davidsen, spældi í
mið verj uni hjá Aarhus Fremad í
sam fullar 90 minuttir í gjár.
Nærkast uppflyting
Tað er sera tætt í oddastríðnum
í triðbestu donsku deildini, men
Krzyzstof Popczynski og Aarhus
Fremad hava framvegis munin.
Pólski venjarin, sum fór undir
yrkisleiðina sum høvuðsvenjari í
føroysku kappingini, er nær við at
vinna sítt fyrsta gullheiðursmerki
sum venjari í donsku kappingini.
Popczynski og Aarhus Fremad eru
fremst við 54 stigum. Blokhus FC er
nummar tvey við 53 stigum. 18 stig
eru eftir at spæla um.
Um Aarhus Fremad vinnur
deildina, flytir liðið upp í næstbestu
deildina. Popczynski skal á vitjan
hjá Varde, nummar 14, næsta viku
skiftið. Varde hevur Jacob Bymar,
sum fyrr hevur spælt við KÍ, í
hópinum.
Popczynski biður
um umbering
Fótbóltur Krzyzstof Popczynski fekk trý kærkomin stig í skjáttuna um vikuskiftið, tá
Aarhus Fremad vann 1-0 á Brabrand á heimavølli. Brian Johansen skeyt einsamalla málið
í dystinum. Popczynski biður hinvegin áskoðararnar um umbering, tí spælið var sera rótut
Popczynski nærkast uppflyting. Aarhus Fremad er fremst
í triðbestu donsku deildini við 54 stigum. Blokhus FC er
nummar tvey við 53 stigum. 18 stig eru eftir at spæla um
Føroyski landsliðsleikarin, Johan Troest Davidsen, skifti til Aarhus
Fremad í vetur. Hann spældi samfullar 90 minuttir í miðverjuni,
tá hann og viðspælararnir vunnu á Brabrand um vikuskiftið
Ítróttarblaðið