Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-09, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. mai 2011síða 21

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 9. mai 2011 · Nr. 53 Sosialurin Ítróttarblaðið Uni Holm Johannesen Úrslitini hjá føroysku svimjarunum, sum tóku lut í Bergen Swim Festival um vikuskiftið, vóru stak góð. Serliga stóð Magnus Jákupsson, Havnar Svimjifelag, seg væl. Hann hevur av álvara gjørt um seg sein­ astu mánaðirnar. Aftur hesa ferð vóru hansara úrslit góð. Magnus Jákupsson vann trý gullmerki, eitt bronsuheiðursmerki, umframt at hann setti nýtt føroyskt junior­ met. Bjarnason var ikki við Jón Bjarnason er venjari hjá Páli Joensen. Bjarnason noyddist at geva avboð hesaferð, og hann var ikki við á ferðini. Avtala var fing in í lag við Christian Tessner, sum er høvuðsvenjari hjá Havnar Svimji felag, at hann skuldi hava evstu ábyrgd ina av Páli Joensen um viku skiftið. Hinir sum tóku lut vóru Magnus Jákupsson, HS, Óli Mortensen, HS, og Eyðbjørn Joensen, SuSvim. Tvær gull til Pál Pál Joensen vann tvey gull heiðurs­ merki hesaferð. Hann var fremstur í 200 metra frí og 400 metra frí. Vágbingurin vann á 400 metrum framman fyri danska Anders Lie, sum var nummar tvey, og norska Gard Kvale, sum var nummar trý. Pál Joensen var umleið átta sekund framman fyri nærmasta kapp ingar­ neytan. Pál Joensen royndi seg í 100 metra frí í gjár, men tað hilnaðist ikki eins væl. Tá var hann nummar fýra. Tveir eru á veg Føroysk svimjing hevur buldrað av stað seinastu árini. Pál Joensen hevur slóðað fyri, og hann hevur givið heimsins bestu svimjarum skarpan gang í fleiri førum. At før­ oysk svimjing er annað enn Pál Joensen, var kappingin í Bergen eisini greitt dømi um. Umframt Magnus Jákupsson, smæddust Óli Mortensen, HS, og Eyðbjørn Joensen, SuSvim, ikki burtur. Teir tóku lut í kappingunum fyri yngru junior arnar, og teir vunnu eis ini fleiri heiðursmerki. Tað er greitt tekin um, at Føroyar fara helst eisini at eiga virknan leiklut í svimji elituni næstu árini. Magnus Jákupsson vann trý gullmerki, eitt bronsuheiðursmerki, umframt at hann setti nýtt føroyskt juniormet Føroyar stóðu seg sera væl Bergen Swim Festival 2011: Fótbóltur Føroysku svimjararnir gjørdu bart í Bergen um vikuskiftið. Føroyar fingu sjey gull­ heiðurs merki, fýra silvurheiðursmerki, tvey bronsuheiðursmerki, umframt føroyskt juniormet Føroysk svimjing hevur buldrað avstað seinastu árini. Pál Joensen hevur slóðað fyri, og hann hevur givið heimsins bestu svimjarum skarpan gang í fleiri førum. At føroysk svimjing er annað enn Pál Joensen, var kappingin í Bergen eisini greitt dømi um Pál Joensen fekk næstflest FINA­stig á Bergen Swim Festival um vikuskiftið. Vág­ bingurin var sostatt kosin næstbesti svimjarin á stevn­ uni. Pál Joensen var fremstur seinnapartin í gjár. Hann fekk 850 FINA­stig í 400 metra frí. Aschwin Wildeboer, sum fekk silvursheiðursmerki í heimsmeistarakappingini síðsta summar, fekk 869 stig í 50 metra ryggsvimjing. Tá fór hann framum Pál Joensen. Pál Joensen fekk fleiri FINA­stig enn svenska Stefan Nystrad, sum fyrr hevur havt heimsmet í 50 metra frí og 100 metra frí. Hann fekk 845 FINA­stig um vikuskiftið. - uni Pál var næs t- besti svimjarin FØrOYSKu ÚrSlItINI uM VIKuSKIFtIÐ Gull: Pál Joensen, SuSvim . . . . . Gull í 200 frí, seniorar . . . . . . . . . . . . . .1:48.81 Pál Joensen, SuSvim . . . . . Gull í 400 frí, seniorar . . . . . . . . . . . . . .3:44.65 Magnus Jákupsson, HS . . . . Gull í 200 rygg, eld. juniorar . . . . . . . . . .2:03.94 Magnus Jákupsson, HS . . . . Gull í 100 rygg, eld. juniorar . . . . . . . . . . .56.45 Magnus Jákupsson, HS . . . . Gull í 50 firvald, eld. juniorar . . . . . . . . Knock-out Óli Mortensen, HS . . . . . . Gull í 50 frí, yng. juniorar . . . . . . . . . . Knock-out Eyðbjørn Joensen, SuSvim . . Gull í 100 frí, yng. juniorar . . . . . . . . . . . .55.07 Silvur: Óli Mortensen, HS . . . . . . Silvur í 200 frí, yng. juniorar . . . . . . . . . . 2:0056 Óli Mortensen, HS . . . . . . Silvur í 100 frí, yng. juniorar . . . . . . . . . . .55.20 Eyðbjørn Joensen, SuSvim . . Silvur í 200 firvald, yng. juniorar . . . . . . . .2:23.74 Magnus Jákupsson, HS . . . . Silvur í 50 rygg, eld. juniorar . . . . . . . . Knock-out Bronsa: Eyðbjørn Joensen, SuSvim . . Bronsa í 200 frí, yng. juniorar. . . . . . . . . .2:01.14 Eyðbjørn Joensen, SuSvim . . Bronsa í 50 frí, yng. juniorar . . . . . . . . Knock-out Føroyskt juniormet: Magnus Jákupsson, HS . . . . 200 blanda . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .2:08.25