Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-09, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. mai 2011síða 22

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 9. mai 2011 · Nr. 53 22 Sosialurin Ítróttarblaðið Uni Holm Johannesen Hýrurin var sera góður millum ídnastu áskoðararnar hjá Víkingi, tá Sølvi Vatnhamar tók av møguleikanum. Átta min­ uttir restaðu í, tá mið vall arin sendi leðurkúluna avstað úr 20 metrum. Tórður Thomsen, málverjin hjá B68, tóktist hava tamarhald á støðuni, men bólt­ urin snýtti onkursvegna mál­ verjan. Víkingur var á odda 2­1 og stevndi móti sigrinum. Tað vóru annars ábendingar um, at toftamenn aftur hesa ferð fóru av vøllinum sum sigursharrar í Norðagøtu. B68 vann seg víðari í hálvfinaluna í kappingini um løgmanssteypið mikudagin. Toftamenn vunnu brotssparkkappingina á Víkingi í Norðagøtu. Ibrahima Camara legði B68 á odda í fyrra hálvleiki. Fram­ herjin var fyrstur á bólt inum, tá Kristian Anthon Andreassen hevði stútað bóltin á tvør­ træið. Umráðandi sigur Heimaliðið fór upp í ferð eftir steðgin og fekk tvey mál. Sam Jacobsen javnaði við brots­ sparki, tá seinna um farið var hálvrunnið. Sølvi Vatnahamar skeyt sigursmálið fáar minuttir seinni. Tað var uppiborið, at Víkingur fekk fult. Heimaliðið var meira á bóltinum. B68 hugs aði fremst av øllum at varð veita leiðsluna, og tað gav Víkingi gott pláss at spæla á. Tofta menn dúvaðu upp á snar álop, men tað var sjáldan, at Geza Turi varð settur undir trýst. Víkingur hevði tørv á trim­ um stigum hesaferð. Liðið hev ur mist nøkur stig seinastu lands kapp ingardystirnar, og høvdu toftamenn vunnið í Norða gøtu, hevði Víkingur verið fimm stig aftan fyri odda­ liðið. Tað er nógv eftir bara seks lands kappingardystum. uni@sosialurin.fo Nú riggaði Fótbóltur Tað var leingi líkt til, at toftamenn fóru aftur at knógva Víkingi. Heimaliðið fekk hinvegin tvey mál eftir steðgin og vann sær trý kærkomin stig B68 var á odda í hálvleiki, men Víkingur svaraði aftur við tveimum málum eftir steðgin. Víkingur er tvey stig aftan fyri oddaliðið Mynd: Álvur Haraldsen Víkingur 2 B68 1 Uni Holm Johannesen 23 ára gamli Lukasz Cieslewicz var greiður í viðtalu við heimasíðuna hjá B36, tá árstalsfelagið kunngjørdi, at pólski framherjin fór at spæla við teimum í 2011. – Fyri meg er talan um røttu løtuna at koma til føroyskan fót­ bólt. Persónliga strembi eg altíð eftir at vinna, og tí stendur FM­ heitið við B36 ovast á listanum yvir míni persónligu mál. Hartil havi eg eisini eitt ynski um at spæla á før oyska landsliðnum, og tað er ein møguleiki, sum eg vil royna at gera til veruleika, segði Cieslewicz, sum fyrr hevur fingið seg roynan á pólsku ungdómslandsliðunum. Eftir seks landskappingardystir er niðurstøðan púra greið. B36 er oddalið, og Lukasz Cieslewicz hev­ ur prógvað, at hann er millum bestu spælararnar í føroyskum fót bólti. Hansara avrik staðfesta týðiliga, at Brian Kerr fer heilt vist at finna pláss til pólska føroyingin í lands­ liðshópinum, um, ella tá, viður­ skiftini koma í rættlag. Lukasz Cieslewicz var mest eyðsýndi spælarin á liðnum hjá B36, sum vann oddadystin á KÍ í Klaksvík í gjár. Málið Maðurin, sum ber troyggju nummar 11 hjá B36, økti til 2­0 í gjár. Tá vísti hann aftur sínar dygdir sum ein­ staklingur. Hann fekk bóltin fyri føturnar, setti ferð á og sneiddi tveir klaksvíkingar av. Staddur fáar metrar frá brotsteigarmarkinum legði hann leðurkúluna fyri høgra beinið og smekkaði til. Jákup á Borg rósar sínum við­ spælara. – Tað var eitt flott mál. Skotið var hart, og Gunnar á Steig tóktist ikki hava stórvegis møguleika at verja fyri, sigur hann. Jákup á Borg sendi B36 á sigurs­ kós, tá seinni hálvleikur var fimm minuttir gamal. Tað var eftir til­ vildarligt uppspæl, at hann fekk bóltin. Jákup á Borg smekkaði til úr 20 metrum, og bólturin sat í hand­ ara síðunetið. Eitt sera vakurt mál. Annars var dysturin lítið undir­ haldandi. Liðini løgdu bragdliga fyri, men dysturin dovnaði skjótt. Spælið var lítið skipa, og allir spælararnar tóktust varnir og hugsaðu mest um at verja. Álopsspælið var ikki ser liga hugflogsríkt. Úrslitið var, at fáir upplagdir málmøguleikar vóru. B36 fekk tvey mál eftir steðgin, og síðani ráddi bara um at halda fast. Tað eydnaðist. Kristoffur Jakobsen og Hjalgrím Elttør vóru nær við at minka um munin, men KÍ svaraði ongantíð aftur. Vøllurin darvaði Høgni Eysturoy, B36, sum hevur røkt plássið sum vongverji í høgru seinastu dystirnar, vísti á undan dystinum, at graslíkið í Klaks ­ vík kundi darva spælinum. Bólt­ urin ferðast ofta seint á svørtu graslíkisteppunum. Hann fekk rætt. Tað tóktist trupult at spæla á vøllinum í gjár. Jákup á Borg tekur undir. – Tað hjálpti, at tað hevði regnað, og at graslíkið var vátt. Tað var eisini eitt sindur av vindi í løtum, og tað darvaði eisini. Spælið var sera rótut, men vit fingu stigini, og tað fegnast vit fremst av øllum um, sigur Jákup á Borg. Cieslewicz stendur seg væl Sereyðkenni hjá B36 hevur verið, at verjuparturin er sera væl skip­ aður. Mótstøðuliðini spæla seg til fáar upplagdar møguleikar. Tað sæst eisini á hagtølunum, at árs­ tals felagið hevur staðið seg væl í verjustøðu. Bara trý mál eru farin ígjøgn um, og tað eru fýra færri enn lið ini, sum hava latið næst fægst mál inn. Í álopsspælinum hevur Lukasz Cieslewicz átt virknan leiklut. Hann hevur skotið fýra mál í seks landskappingardystum, og hann hevur syrgt fyri, at viðspælarar hava fingið upplagdar málmøguleikar. Higartil ein sannur fongur. Tað hugsar Bill M. Jacobsen, venjari hjá B68, ivaleyst eisini um, nú B36 og Cieslewicz vitja á Svangaskarði miku dagin. uni@sosialurin.fo Cieslewicz ger bart Fótbóltur Lukasz Cieslewicz hevur prógvað seinastu vikurnar, at hann telist millum bestu spælararnar í føroysku kappingini. Pólski framherjin, sum fekk sína fótbóltsuppaling í Vági, var aftur á blettinum í gjár Fýra mál í seks landskappingardystum eru hagtølini hjá Lukasz Cieslewicz higartil. Pólski føroyingurin hevur verið millum bestu spælararnar í føroysku kappingini higartil KÍ 0 B36 2