mánadagur 9. mai 2011síða 23
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 9. mai 2011 · Nr. 53
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Hilmar Jan Hansen
Tað var ikki gamalt, at NSÍ vann
stórsigrar og skjeyt upp í leypar
av málum, men ein slíkur kom til
høldar í gjár, tá 07 Vestur vitjaði
við Løkin. At enda hevði dysturin
so lítið við fótbólt og spenning at
gera, at fólk fyri tað nógva stóðu
runt vøllin og tosaðu um, um mál
talvan mundi klára tvísifrað tøl
eisini. Tann spurningurin er enn
ósvar aður.
Ein av áskoðarunum, sum var
komin allan vegin úr Vágum, helt
fyri, at bara dysturin ikki endaði
70, kundi hann næstan liva við
hvørjum sum helst, tí 70 hevði
helst gjørt sítt til, smsboðini í Triðja
hálvleiki á Rás 2 høvdu tambað alt
tað, sum fantasiurin kann røkka
til, tá talan er um at spæla sær við
tølini – 07 og 70. Vágamaðurin varð
spardur fyri hetta.
Satt at siga, so var hetta ein sera
løgin fótbóltsdystur at síggja, tí so
hvørt sum málini skramblaðu inn,
var minni og minni at hyggja at. Alt
tos um spenning datt burtur longu
mitt í fyrra hálvleiki, og sum tíðin
leið, dovnaði alt burtur í einki, og
tað ber veruliga til at siga, at henda
dystin vann NSÍ uttan at sveitta!
Avgjørt beinanveg
Byrjanin hjá heimaliðnum var
tann allarbesta, tí hol kom á longu
í fjórða minutti. Einar T. Hansen
smekk aði til og skjeyt beint á Bárð
Johannesen, ið vardi málið hjá 07
Vestur fyri fyrstu ferð. Bárður fekk
ikki hildið bóltinum, men valdi at
boksa út. Tíverri fyri hann, boksaði
hann bóltin beint til Klæmint A.
Olsen, og so hevði rituvíkingurin
skorað tað fyrsta av sínum trimum
málum í gjár.
Áðrenn fyrri hálvleikur var
hálvrunnin, var longu 30, og longu
tá var dysturin í veruleikanum av
gjørdur, tí 07 Vestur hevði snøgt
sagt einki sum helst at bjóða. At NSÍ
so eisini fekk tvey skjót mál beint
eftir steðgin, drap síðsta dropan
av spenningi, og nú gjørdist tað
mest eitt spæl, har spurningurin
var, hvussu nógv mál kundu koma
– og um tað blivu teir somu, sum
skoraðu, ella aðrir eisini hildu seg
framat.
Sum so ofta, tá so er, løgdu
summir ov nógv fyri og megnaðu
ikki at skora, meðan aðrir kundu
koma sera lættliga til síni mál. Her
var bara at royna seg, tí mestsum
eingin verja var fyri. Onkur av
málunum gjørdust tí øgiliga bílig
og løtt, men tað hoyrir vælsaktans
bara til, tá munurin í allar mátar
verður so stórur, sum hann var tað
við Løkin í gjár. Klassamunur er
næstan ikki orðið.
Sum dagur og nátt
Skal takast samanum, so kann
NSÍ nokk ikki brúka stórsigurin
til annað enn at styrkja sær mál
úr tøkuna, ið ikki plagar at vera
sterkasta vápnið. Spælið gekk væl
hjá liðnum, og sum tað leið út á
dystin, kundu spælararnir næstan
vera líkaglaðir við, um teir gjørdu
feilir og mistøk, tí einki av slíkum
bleiv revsað. Síðsti hálvi tímin fekk
veruliga í »slow motion«, so tað
vóru ikki pøstir NSÍarar, ið endaðu
undir brúsuni aftaná.
Fleiri, ið eisini høvdu sæð 07
Vestur ímóti Víkingi fyri viku síðani,
trúðu ikki sínum egnu eygum, tí
avrikini vóru sum dagur og nátt.
Sjálvandi var ikki hugaligt at fáa
mótgongd beinanvegin, og tað at
NSÍ longu var á odda 20 eftir góðar
20 minuttir, gjørdi ikki uppgávuna
lættari. Kanska var uppleggið hjá
07 Vestur í so bragdligt, men hetta
er væl tað, ið kann henda hjá einum
uppfluttum liði, ið enn ikki hevur
stabiliserað seg.
Ella, sum vágamaðurin tók til,
at tað var frægari at fáa út purr
ingina nú enn í næsta lands kapp
ingardystinum, tí tá skal 07 Vestur
á heimavølli taka ímóti B71, sum
púra óvæntað vann á ÍF í Fuglafirði.
ÍF skal næstu ferð til Runavíkar at
spæla ímóti NSÍ.
hilmarjan@sosialurin.fo
Uttan at sveitta…
Fótbóltur Trý skjót og løtt mál til NSÍ gjørdu fullkomuliga av við 07 Vestur, sum ongantíð fekk fótin fyri
seg. Og um runavíkingar løgdu í, kundu teir óivað vunnið ein væl størri sigur, tí mótstøðan var púrt eingin
NSÍ
9
07 Vestur
0
Mynd: Álvur Haraldsen