mánadagur 9. mai 2011síða 24
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 9. mai 2011 · Nr. 53
24
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Mynd: Álvur Haraldsen
Uni Holm Johannesen
Ebbe Kristin Thomsen, B71, kærdi
sína neyð í Sosialinum síðsta viku
skiftið. Tá taptu sandoy ingar 50
fyri toftamonnum á heima vølli.
– Tað sigur seg sjálvt, at tað er
strævið. Tað eru næstan eingir
glottar at hóma í spælinum ella
úrslitunum, og tað er ikki ofta, vit
kunnu taka okkurt stimbrandi við
okk um. Tað er tungt, segði hann
fyri sjey døgum síðani.
Tað, sum vendi niður, vendir nú
upp. Tað var púra óvæntað, at B71
vann í Fuglafirði í gjár. Grundar
lagið undir sigrinum var tað, sum
riggaði væl hjá sandoy ingum í fjør.
Tað ræður um at treiskast eftir
bóltinum og órógva mótstøðu
leikararnar allan dystin á tamb. Tað
snýr seg um at vinna nærdystir og
taka av teimum møguleikunum,
sum koma fyrr ella seinni. Tað rigg
aði til fulnar í gjár.
Tóku ikki dystin
í fullum álvara
B71 var púrasta fyri ongum fyrstu
fimm
landskappingardystirnar.
Heili 23 ferðir fór Símin Rógvi
Hansen í meskarnar eftir bóltinum,
tí mót støðu liðini høvdu fingið mál.
Úrs litini góvu greiðar ábendingar
um, at sandoyingar høvdu ikki
uppi borið pláss millum teir bestu í
før oyskum fótbólti.
Keðiliga gongdin hjá B71 var helst
eisini orsøkin til, at fuglfirðingar
ikki tóku uppgávuna í fullum álvara
hesaferð. Tað ásannar Dánjal á
Lakjuni, sum var millum teir fyrstu
ellivu hjá ÍF.
– Avrikið bendir í øllum førum á
tað. Hetta var als ikki nøktandi hjá
okkum, sigur hann.
Thomas Hans Rubeksen legði
gestirnar á odda, tá dysturin var 13
minuttir gamal. Hann fekk møgu
leikan úr ellivu metrum, tá dómarin
hevði floytað fyri brotssparki. Hann
ivaðist ikki.
Høgni Midjord tekur undir við,
at stríðshugurin var framúr hesa
ferð.
–
Tað
hevur
eisini
stóran
týdning, at vit fáa mál beinanveg.
Tað
gevur
okkum
onkurs
vegna trúnna á, at vit kunnu væl
spæla við í bestu deild ini, sigur
hann.
Fuglfirðingar vóru meira á bólt
inum. Gestirnir av Sandoynni hugs
aðu fremst av øllum um at verja og
bróta niður spælið hjá heima lið
num. Tað eydnaðist. ÍF spældi seg
sjáldan til upplagdar møgu leikar. Tó
so, Dánjal á Lakjuni kundi í tveim
um førum fingið mál, men hann tók
ikki av.
– Vit vóru nakrir, sum syndaðu
í dag. Tað sigur seg sjálvt, at tekur
tú ikki av møguleikunum, so vinnur
tú ongan fótbóltsdyst, greiðir hann
frá.
Spentu álopsbogan
Boðini frá Piotr Krakowski, venjara
hjá B71, vóru greið í hálvleikinum.
Tað var lítið bit í framrættaða
spæl inum hjá sandoyingum í fyrra
umfarinum. B71 noyddist fram á
vøllin.
– Hann tosaði um, at tað var ov
tíðliga at bara hugsa um at verja. Vit
máttu royna at spenna álopsbogan
og bjóða av. Tað var rætta loysnin, tí
vit fáa eitt mál afturat, sigur Høgni
Midjord. Hann sipar til snarálopið,
tá Tijani Mohammed økti um leiðsl
una. Tá restaðu fimm minuttir í.
Chris Moumaife, ÍF, svaraði aftur
minuttin seinni. Hóast fuglfirðingar
trýstu seinastu løtuna, eydnaðist
ikki at fáa stig. Sandoyingar gjørdu
manngarð á brotsteigarmarkinum
og vardi borg.
– Hesin sigurin hevur ómetaliga
stóran sálarligan týdning. Vit hava
lagt stak illa frá landi, men nú
vita vit, at tað ber til, sigur Høgni
Midjord.
Soleiðis skal tað gerast
Tað er ein sannroynd, at Piotr
Krakowski hevur sera smalan spæl
ara hóp at arbeiða við. Skaðar og
leikbann merkjast helst best á Sand
oynni, sammett við hinar hóparnar
í bestu deildini. B71 fann hinvegin
aftur á slóðina hesaferð. Tað ræður
um at brúka uppleggið sum riggar.
Sandoyingar eru førir fyri at stríð
ast og renna eftir bóltinum allan
dystin. Tað riggaði sera væl í fleiri
landskappingardystum í fjør, og var
somuleiðis fremsta orsøkin til, at
liðið varðveitti sætið í bestu deild
ini. Tað skal Krakowski leggja dent
á. Nú hava sandoyingar prógvað, at
tað ber til.
uni@sosialurin.fo
Krakowski fann
aftur á slóðina
Fótbóltur Stríðshugurin var fyrimyndarligur, tá B71 fekk fyrstu stigini í hesum kappingarárinum.
Tey, sum varða av besta mansliðnum á Sandoynni, hava saknað stríðsviljan higartil. Piotr
Krakowski, venjari, fekk allar at treiskast eftir bóltinum í samfullar 90 minuttir hesaferð
ÍF
1
B71
2
Vit vóru nakrir, sum syndaðu í dag.
Tað sigur seg sjálvt, at tekur tú ikki
av møguleikunum, so vinnur tú ongan
fótbóltsdyst, greiðir hann frá
DánJal á lakJUni, ÍF
Piotr Krakowski