mánadagur 9. mai 2011síða 25
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mánadagur 9. mai 2011 · Nr. 53
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Heri Simonsen
Í 21. umfari og í 23. umfari í
vodafonedeildini seinni í ár skulu
sundalagsmenn aftur í Gundadal
at spæla ímóti ávikavist HB og
B36. Skal ein meta út frá tveimum
teimum seinastu umførunum, so er
ikki júst talan um ein eydnisvøll hjá
EB/Streymi, sum aftur dróg svart í
Gundadali á hesum sinni. Hesaferð
gekk galið longu, tá tríggir minuttir
vóru farnir av dystinum.
Gert Hansen rendi Fróða Benja
minsen um koll í brots teig inum.
Fróði Benjaminsen tók sær sjálvur
av brotssparkinum. Og var hann
sera tryggur úr ellivu metrum hesa
ferð.
Træverk og mál
Dysturin kom í eina heldur linliga
periodu aftaná leiðslumáli hjá HB,
men miðskeiðis í hálvleikinum kom
ferð á aftur. Liðini spæla við fríari
teymum nú. EB/Streymur hevði
eitt skot á tvørtræið, og HB rakti
stong ina.
Sjey minuttir undan steðginum
økti HB til 20. Hendrik Rubeksen,
sum loysti av tann leikbannaða Jón
Krosslá Poulsen sum framherji, fór
til baklinjuna í høgru, sendi inn fyri
málið, har verjuspælarin hjá EB/
Streymi, Marni Djurhuus stýrdi
bóltinum í egið mál, og mótbrekkan
hjá EB/Streymi var vorðin enn
bratt ari. Nógv viðhaldsfólk hjá EB/
Streymi mettu, at tað átti at verið
bríkslað fyri rangstøðu áðrenn
málið fall, og tað góvu summi av
teimum eisini til kennar.
Sundalagsmenn ressaðust
Arnbjørn Hansen kom inn fyri ein
skaddan Hans Paula Samuelsen
aftaná steðgin, og sundalagsmenn
vóru munandi naskari í seinna
hálvleiki, og tað gav eisini úrslit
tíðliga í seinna hálvleiki, tá EB/
Streymur fekk eitt sera vakurt
mál.
Verju kempan Egil á Bø var farin
fram við í álop, tá átta minuttir
vóru farnir av seinni hálvleiki. Egil
meddaði til úr 20 metrum. Bólturin
fór upp í málhornið hjá Heðini
Stenberg í HBmálinum.
HB svarar aftur
Næsta stóra korterið var EB/
Streymur omaná, men so vendi HB
øllum á høvdið aftur. Kári Nielsen
hjá HB tók fríspark av miðvøllinum.
Bólturin ferðaðist millum vinir
og fíggindar, Rói Danielsen fekk
høvdið á bóltin, og bólturin fór í
málið. Best sum fólk vóru við at
avskrivað EB/Streym vísti liðið
aftur góðan moral.
Tá seks minuttir vóru eftir
av vanligu leiktíðini gjørdi Gert
Hansen skaðan góðan aftur frá
fyrsta hálvleiki, tá hann flúktaði
bóltin framvið Heðini Stenberg via
stong ina og inn í málið. Seinastu
løtuna trýsti EB/Streymur, og HB
fór í mótálop, men fleiri mál fullu
ikki í dystinum. Ásannast má tí, at
EB/Streymsfjepparin sum á sinni
kall aði Gundadal fyri »Gandadal«,
nú aftur hevur eina søk.
Vóru ikki klárir
Hans Pauli Samuelsen var vónbrotin
um enn eitt tap í Gundadali:
– Vit vóru slettis ikki klárir
frá byrjan av. Teir fáa eitt keðiligt
brotsspark, sum ger tað nógv
lættari fyri teir tíðliga í dystinum.
Í fyrra hálvleiki eru vit slettis ikki
klárir. Vit eiga tað mesta av seinna
hálv leiki, men tað rakk so ikki,
ásann aði Hans Pauli Samuelsen
aftaná annað tapi á rað hjá EB/
Streymi í Gundadali í ár.
heris@sosialurin.fo
Enn eitt streymslit
í Gundadali
Fótbóltur
Gundadalur er vorðin
óeydnisvøllur hjá
EB/Streymi, sum
annað vikuskiftið
á rað mátti fara úr
Havn við ongum. HB
legði góðan botn við
einari góðari byrjan,
og teir megnaðu
eisini at ríða stormin
av í seinna hálvleiki
HB
3
EB/Streymur 2
Myndir: Álvur Haraldsen