Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-12, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. mars 2002síða 12

‹ fyrra síða allar 42 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 49 - 12. mars 2002 23 Meistararnir frá í fjør hildu høvdið kalt tá á stóð, og úrslitið hevði við sær, at tær fingu bronsuna meðan ÍF fór heimaftur sum av torvheiðum FLOGBÓLTUR - KVINNUR Sveinur Tróndarson Meistararnir frá í fjør fingu bronsu í ár. Einu løtuna sá kortini út til, at tað skuldi fara at eydnast ÍF at vinna bronsuna fyri fyrstu ferð í søguni. Bronsan var tað einasta, sum stóð upp á spæl í kvinnudeildini hetta viku- skiftið, og spenningurin var stórur um tað skuldi fara at eydnast ÍF at gera burtur av sær í Vágum. Hinvegin var líka spennandi at vita, um tað fór at eydnast hjá Drátti at steðga niðurtúrinum frá meistaraplássinum á triðja plássi, og nú kappingarárið er av, kunnu vit staðfesta, at tað eydnaðist. ÍF betri byrjan Tað var ÍF sum byrjaði dystin á Giljanesi best. Tær vóru meira nærlagdar enn vertirnir og tey bæði fyrstu settini gingu rættiliga væl. Spælið koyrdi sum tað skuldi og leikararnir vóru uppsettir upp á, at tær skuldu gera eina veruliga roynd at fáa fatur á brons- uni, og tað sá alt út til at ganga sum tað skuldi. Í tiðja setti vendi gongdin so. Dráttur, sum hevði havt trupult við at fáa spælið at hanga saman í teimum báð- um fyrstu settunum, fótaði sær, og smátt um smátt megnaðu tær at flyta trýstið yvir á ÍF. Fjórða sett var rættiliga javnt, men tá til stykkis kom hevði Dráttur vunnið, og so mátti fimta sett til fyri at fáa eina avgerð. Her vóru vágakvinnurnar meira ágrýtnar. Tær vóru framman fyri alt settið og tær hildu munin til ÍF so- leiðis at fuglfirðingar ong- antíð komu so nær, at tær veruliga kundu hótta. Gassið farið úr ballónini Rønn Eliasen, liðskipari hjá ÍF, er, sum vera man, sera vónbrotin um, at tað ikki eydnaðist at vinna bronsu, nú tá tað var so nær við. Hon kennir tað sum hava tær stríðst á fleiri hermót- um í ár, og tað hevur havt sína ávirkan á avrikið á vøllinum. Leygardagin vóru tær kortini so væl fyrireikaðar sum tær kundu vera og tað sást eisini aftur á vøllinum, heldur hon. – Spælið hjá okkum koyrdi væl og vit trýstu Drátt í botn tey bæði fyrstu settini. Hyggur tú at stigun- um, so hava vit samanlagt fleiri stig enn tær, men tað er ikki nóg mikið, tí tað eru settini sum telja, sigur Rønn, sum annars hevur tað at leggja afturat, at dómar- arnir høvdu ein óhepnan dag. – Í seinasta setti høvdu tey ávirkan á úrslitið, sigur Rønn. Sum sagt eru Rønn og liðfelagar hennara vón- brotnar av úrslitinum og í løtuni sita tær bara og lata kappingarárið fara endaliga framvið. Hon heldur, at gassið ordiliga er farið úr ballónini nú kappingin fyri teirra viðkomandi – enn einaferð – endaði við ong- um, og tí er neyðugt at lata tíðina arbeiða. – Vit fara í hvussu er ikki at snakka um næsta ár nú, sigur hon. Gott avrik hjá Drátti Triðjaplássi hjá Drátti má metast sum tað mesta, sum vágakvinnurnar kundu fáa burtur úr í ár. Nógvar broyt- ingar eru framdar á liðnum, og tí var tað ivaleyst, at eitt nýtt meistaralið skuldi finnast. At tað so kortini eydnað- ist Drátti at spæla seg inn á eitt triðjapláss, sigur kortini so mikið sum, at tað er við at eydnast at spæla eitt nýtt lið saman. Tað fáa Dráttur leikararn- ir so høvið til at vísa næsta vikuskiftið, tí tá verður Dráttur kappingin á Gilja- nesi. Hvørji lið vera við, er ikki alment enn, men tað fáa vit at vita áðrenn langt umlíður. ÍF kom til Havnar at hitta Fram við einum veikum liði, og tí gav tað úrslitið seg næstan seg sjálvt FLOGBÓLTUR - MENN Sveinur Tróndarson Tað vóru tvey lið við tveim- um ymsum málsetningum, sum hittust á Eysturskúlan- um leygardagin. Fram skuldi vinna um teir ætlaðu sær at gerast Føroyameist- arar meðan ÍF ikki møtti við sterkasta liði av tí at venjari teirra, Boban Ilic, eisini er venjari hjá kvinn- unum og hjá teimum stóð bronsan upp á spæl á Gilja- nesi. Tí var hann farin vest- ur í Vágar við kvinnunum heldur enn at fara til Havn- ar at spæla sjálvur. Tað kann gott vera, at onkur heldur hetta vera at vísa vánaligan ítróttaranda móti Fleyr, Fram og Mjøln- ir, men tað eru onnur sum halda, at Boban gjørdi tað einasta rætta móti kvinnun- um hjá ÍF, og tað er so tað. At tað ikki eydnaðist hjá teimum at vinna, er so ein onnur søga, sum einki hevur við hetta at gera. Stórur munur Tað var einki at ivast í, hvat av liðunum hevði meira at spæla fyri. Fram-leikararnir vóru sera uppsettir, og tað var ikki bara tí, at Jens Heri Mortensen skuldi giftast seinnapartin leygardagin, at teir skundaðu sær so. Teir høvdu ein greiðan málsetn- ing við dystinum, og hann ætlaðu teir sær at uppfylla. Kortini var fyrsta sett rættiliga javnt og fuglfirð- ingar megnaðu at fylgja við upp til 23 áðrenn Fram stongdi og sløkti tað settið. Var tað javnt í fyrsta setti, var tað alt annað enn javnt í teimum báðum næstu. Fram legði av álvara trýst á ÍF, sum als ikki megnaði at standa ímóti og tí var tað í veruleikanum bara ein spurningur um, hvussu stórur sigurin skuldi blíva hjá Fram. Hann gjørdist 3-0 við stórum muni í øðrum og triðja setti, og dysturin var so skjótt avgreiddur, at tá dysturin í Eysturskúlanum var liðugur, vóru Fleyr og Mjølnir bara komnir til endan av øðrum setti. Tí spurtaðu flestu Fram leikararnir niðan í Gunda- dalshøllina fyri at hyggja, hvussu har stóð til, og teir mundu ikki trúð sínum egnu eygum. Mjølnir hevði javnað í settum og var á veg fram um í triðja setti tá Fram-ararnir komu niðan, og so var bara eitt at gera, og tað var at heppa á klaks- víkingarnar. Soleiðis er ítróttur Eftir dystin var kanska onk- ur sum setti eitt stórt spurn- artekin við um tað var virðiligt av ÍF at møta í Havn við einum veikari lið- ið enn tað teir kunnu stilla við. Til tað er at siga, at ÍF hevur verið hart rakt av skaðum í ár, og tá nú kvinn- urnar høvdu møguleika at vinna bronsu, er tað ikki so løgið, at venjarin, sum ven- ur bæði meistaradeildarlið- ini hjá ÍF, heldur seg til kvinnurnar tann dagin. Harafturat skulu vit hava í huga, at Fram hevur havt einastandandi gott tak á ÍF í ár, og at tað tí ikki vóru útlit til, at ÍF, sum nú er veikari enn teir hava verið fyrr í ár, fór at gera nakað við Fram. Men tey, sum seta spurn- arteknið, eiga kortini at venda spurninginum enn einaferð, tí trupulleikin av vantandi meistaraheitinum hjá Fleyr er ikki, at ÍF ikki møtti við sterkasta liði sín- um í Havn. Orsøkin er, at Fleyr tapti móti Mjølnir. Tað kundi ÍF einki gera við, og tað mugu vit svølgja, líkamikið hvørjum vit halda við. Dráttur — ÍF 3-2 (14-25, 19-25, 25-18, 25-22, 15-13) Dráttur fekk bronsu Tað eydnaðist Drátti at tryggja sær bronsumerkini, tá tær á heimavølli vunnu trygt á ÍF Fram — ÍF 3-0 (25-23, 25-11, 25-15): Veikt ÍF lið eingin forðing Har var eingin ivi, tá Fram greiddi sína skyldu við at vinna trygt á fuglfirðingum. Og so var bara at bíða... Mynd: Finnur Justinussen 23 22 Nr. 49 - 12. mars 2002 Hjá Fleyr ráddi um at spæla kortini rætt. Tað gjørdu teir ikki og tí taptu teir móti einum sera upp- settum Mjølnirliði, sum fegin vildi hava eitt orð at siga um, hvagar meistaraheitið skuldi fara. Og tað fingu teir ... FLOGBÓLTUR - MENN Sveinur Tróndarson Teir skuldu vinna, men gjørdu tað ikki. Taptu teir skuldi Fram eisini tapa, men tað gjørdu teir heldur ikki, og tí gjørdist Fram Føroyameistari á seinasta leikdegi í landskappingini í mansflogbólti, sjálvt um Fleyr hevði heitið í lógvan- um. Teir náddu bara ikki at kreppa hondina áðrenn Framleikararnir høvdu ver- ið fram við. Eftir bókini ... Sum sagt í upptaktini leygardagin, vóru Fleyr- leikararnir noyddir til at gera ávísar broytingar á liðnum. Steinar Eirikstoft, sum hevur verið fastur fús- ur á liðnum, er farin til Danmarkar í lestrarørind- um og hann var tí ikki við. Avleiðingin av, at Steinar ikki var tøkur til dystin var, at Jóhannes Eidesgaard var settur inn á miðjuna at leika, meðan Bergur Olsen var settur á plássið hjá Jóh- annes á diagonalinum. Restin var óbroytt, men broytingin hevur ivaleyst verið meira enn liðið hevur tolað, og tí ridlaði grundar- lagið rættiliga skjótt. Tað var kortini Fleyr sum byrjaði best. Teir løgdu seg á odda í fyrsta setti og har hildu teir sær sjálvt um Mjølnir royndi at nolga seg fram á teir. Hetta eydnaðist ikki og úrslitið var, at Fleyr vann fyrsta sett. Serliga vóru tað Klæm- int, Jan og lutvíst Andrass sum royndust knáir í hesum settinum. Sjálvt um Mjølnir hevði tapt fyrsta sett, høvdu teir fingið eyguni upp fyri ávís- um møguleikum at trýsta erkafíggindarnar úr Fleyr, og tá teir miðvíst fóru undir at brúka hesar møguleikar í øðrum setti, fór grundar- lagið undir Fleyr-liðnum at ridla. Størsta broytingin við Mjølnir liðnum leygardagin var, at Trygvi H. Poulsen aftur var at finna á miðjuni – hann hevur verið úti við skaða – og tað var ein sera góður styrkur. Í roynd og veru bankaði hann nógvar bóltar fram við blokkinum hjá Fleyr í øðrum og triðja setti, og fyri Mjølnir var tað í fínasta lagi, at Fleyr ikki ánaði, hvar teir skuldu seta blokaduna ella verjuna aftanfyri. Bóltarnir fóru í gólvið og Mjølnir hekk uppi í. Skeiv bók Tað, sum byrjaði eftir bók- ini hjá Fleyr, endaði heilt galið. Teir mistu annað sett, sum var so serstakliga javnt, og teir mistu triðja sett á nett sama hátt. Sam- stundis byrjaðu nervarnir at spæla teimum yngru leikar- unum eitt puss, og tað gjørdi ikki støðuna betri, tá onkur av teimum eldru østi seg inn á teir yngru fyri ein feil. Veruleikin er, at stórt sæð allir leikararnir á Fleyr liðnum gjørdu feilir, tí ístaðin fyri at hava við- streym komu teir í stríðan mótsteym, sjálvt um áskoð- ararnir av øllum alvi royndu at stuðla sínum monnum. Tað sá næstan út, sum høvdu Fleyr leikararnir lisið upp á til dystin í skeiv- ari bók, tí liðið hinumegin netið spældi als ikki sum eitt botnlið. Klaksvíkingar høvdu sagt, at teir fóru at selja seg sjálvar dýrt og tað var júst tað teir gjørdu. Men hjá Fleyr er tað ikki nóg gott, at teir ikki klára at vinna á aftasta liðnum í deildini, og tá teir ikki klára tað, hava teir í roynd og veru heldur ikki uppiborið at vinna FM. Sigurin hjá Mjølnir í Havn var tann fyrsti síðani 8. desember í fjør – t.v.s. í grundspælin- um – og næstseinasti sigur- in hjá Mjølnir varð vunnin í Havn – á Fleyr 10. novem- ber í fjør. Ongul í .... Landskappingin er nú av, og tíð er hjá feløgunum at gera upp, hvussu hilnaðist, og tá Fleyr-leikararnir fara at gera tað – um teir ikki longu hava gjørt tað – er lítið at ivast í, at teir eru serstakliga vónbrotnir um avrikið í ár. Teir høvdu møguleikan at spæla seg í steypafinaluna, men taptu móti ÍF í final- uni, sjálvt um teir vóru ávaraðir stutt frammanund- an. Nú høvdu teir meistara- heitið beint framman fyri sær, men teir megnaðu ikki at lofta tí, og í staðin end- aðu teir sum nummar tvey við silvurinum. Í sær sjálvum er annað plássi einki vánaligt úrslit, men tá hugsað verður um, at bara tann eini dysturin var millum teir og gullið, so... Framman fyri teir liggja sjálvandi gullvinnararnir og beint aftan fyri teir liggja steypavinnararnir, sum sjálvandi eisini eiga at vera grønir av misunnilsi. Nú vita teir, at vunnu teir dyst- in móti ÍF á heimavølli fyri tveimum vikum síðani, ja, so stóð eisini meistara- steypurin í Sørvági ... Hóast Fleyr fjepparar helst einki høvdu lagt í, um kvinnurnar taptu móti Mjølnir bara menninir vunnu, so hendi tað beint øvugta. Kvinnurnar smurdu Mjølnir av FLOGBÓLTUR - KVINNUR Sveinur Tróndarson Fleyr kvinnurnar gjørdu eitt ordans hál á seinasta leikdegi í hesum kapping- arárinum. Tær skuldu spæla móti silvurvinnarunum, og tað gjørdu tær so væl, at tær vundu burtur úr Mjølnir. Dysturin endaði við ein- um klokkuklárum 3-0 sigri til Fleyr, sum sostatt fekk sett eitt virðiligt punktum fyri hesum kappingarárin- um. Fyrsta sett í dystinum í Gundadalshøllini endaði 25-8 til Fleyr. Hetta merkir í roynd og veru, at Mjølnir eru so smurdar av, sum tær bara eru blivnar á Tvøroyri fyrr í ár. Eitt herðaklapp til Fleyr fyri tað. Næstu bæði settini vóru heldur javnari, men kortini var tað Fleyr sum hevði leiðsluna og tað var ongan- tíð nakar ivi um, at Fleyr fór at vinna dystin. Eftir dystin fingu Mjølnir kvinn- urnar handa silvurmerkini fyri annað plássi í lands- kappingini í ár, og tað gav teimum kanska høvið til at smílast eitt sindur, hóast tapið. Vit spurdu liðskiparan hjá Mjølnir, Marjuna Kalsø, hvussu tað ber til, at tær taptu so ruddiliga fyri Fleyr. – Fyrst og fremst tí, at Fleyr spældi væl, men vit brúktu dystin, sum ongan sum helst týdning hevði fyri okkum, at lata nakrar av teimum ungu spæla ístaðin, og tað kostar. Men hinvegin so hevur tað stór- an týdning, at tær sleppa at royna seg, sigur Marjun. Í øðrum og triðja setti broytti Mjølnir aftur upp- stilling, tó uttan at tað hjálpti nevnivert. Marjun heldur, at mangulin upp á eina fasta stammu á liðnum í ár, helst er størsta orsøkin til, at tær hava tapt fleiri dystir – og nú leygardagin móti Fleyr – og hon sigur, at Mjølnir nú fer í holt við at arbeiða eina stammu saman til næsta ár. -– Vit hava havt nógvar leikarar við á liðnum í ár, men so hvørt sum teir eru vornir fastir, hava teir verið noyddir at leggja frá sær, og tað hevur so havt við sær, at vit hava verið noyddar at gera broytingar. Hesar broytingar kosta nógv og tað er ein av orsøkunum til, at vit ikki hava vunnið fleiri dystir, sigur Marjun Kalsø. Hermann Lindberg stað- festir tað, sum Marjun sig- ur, er rætt. Fleyr liðið var uppsett at vinna dystin, men Mjølnir gjørdi teimum uppgávuna lættari við tað, at tær stillaðu við nógvum skiftileikarum. Tó heldur hann, at hansara leikarar hava rós uppiborið fyri at halda seg til avtalurnar og at tær alla tíðina gjørdu sítt ítarsta. Úrslitið í Gundadalshøll- ini hevði við sær, at Fleyr endar við eins nógvum stigum og ÍF, men av tí at Fleyr hevur verri settmun, endar ÍF á fjórðaplássi og Fleyr á fimta og aftasta plássi. Fleyr — Mjølnir 1-3 (25-19, 24-26, 25-27, 19-25) Teir mistu á stokkinum Fleyr eru á knøunum. Tað vóru teir eisini eftir dystin. Í evstu løtu varð meistaraheitið tveitt burtur, og er tað ístaðin Fram, sum er meistari Mynd: Finnur Justinussen Fleyr — Mjølnir 3-0 (25-8, 25-21, 25-22) Fleyr smurdi Mjølnir av Tað var tann øvugta verð í Havn, tá Fleyr-kvinnurnar hølvaðu tær hjá Mjølni av, meðan úrslitið av mansdystinum sum kunnugt gjørdist hitt øvugta C M Y K 22