Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-12, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. mars 2002síða 12

‹ fyrra síða allar 42 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 • Nr. 50 - 13. mars 2002 Nr. 50 - 13. mars 2002 • 23 Orðini eigur Petur Múller úr Porkeri. Hettar er ellinta árið sum Petur roynir seg norðanfyri á várróð- rinum. Tveir mán- aðar av árinum broytist bygdar- myndin á Eiði. Smá- bátar í hópatali, serliga úr Suðuroynni, koma norð til Eiðis at rógva út frá bygdini. Sera høgligt er, tá ein hugsar um, hvussu stutt tað er úr havnini á Eiði og út á norðhavið. Einasta minus, sum útróðrar- mennirnir sjálvir siga, er at tað kanska ikki altíð er so tespiligt at komu út ígjøgnum Eiðisflógvan, ið er ringt farvatn. Flestu bátarnir úr Sunda- lagnum leggja veiðina upp á Eiði, so tað er rættiligt lív á kajøk- inum teir dagarnar útróður er FJÚRTAN ÁR Á NORÐHAVINUM Tað eru fleiri av monnun- um, ið venda aftur ár eftir ár; ja so at siga allir eru kendir í umhvørvinum á Eiði. Ein av teimum er Jóhan í Smiðuni, úr Famjin. Hann hevur róð út á norðhavinum tey seinastu fjúrtan árini. Tó hevur hann ikki hildið til á Eiði á hvørjum árið, skift hevur verið ímillum Oyndafjørð og Eiði. Meginpartin av árunum hevur hann búleikast um- borð, men í ár hevur eydnast at fá eini hús. Eini 3 hús á Eiði eru útleigaði til útróðrarmenn. Tað eru sostatt enn fleiri, ið gista umborð á egnum báti. Eisini Petur Múller úr Porkeri er gamal kenningur norðanfjørðs. Petur er komin norður at rógva út, tey seinastu ellivu árini, átta tey fyrstu árini róði hann út frá Oyndafirði, men 3 tey seinastu hevur eisini hann havt Eiði sum uppløgupláss. Bæði Jóhan og Petur hava ein mann við avtrat sær, Petur hevur ein 16 ára gamlan unglinga at rógva út við sær, tað munnu ikki vera nogvir so ungir dreingir sum royna seg á norðhavinum. - Várróðurin bjargar árinum, fiskurin er størri og tá er prísurin betur, siga teir báðir. Felags fyri báðar, er at teir liva av at rógva út, tí hevur stóran týdning at várróðurin hepnast væl. Vanliga royna teir við línu, men hesa tíðina av árinum verður roynt við snellu. Noyðast at hava gott tol Skal ein vera útróðarmaður krevur tað at ein hevur gott tol. Tá vit prátaðu við Petur fríggjadagin í síðstu viku, hevði hann ligið norðuri á Eiði í eina viku, men teir høvðu bert verið úti ein dag. Tá fingu teir fjúrtan- hundrað pund. Ein hampuliga góður dagur, sum Petur sjálvur sigur, men tað er bert ein dagur út av sjey. Og soleiðis kann tað ganga, ikki altíð er veðrið tilvildar, so útróðrar- mennirnir mugu brynja seg við toli. Og Jóhan tekur undir við Peturi, - Tá ein kemur norð her at rógva út, so krevur tað gott tol. Tað kunnu ganga nogvir dagar ímillum, har ið ein ikki sleppur út. Um ein ikki hevur gott tol og dugir at slappa av, kan ein ikki verða útróðramaður. Spurdir um teir ikki keða seg, um tað ganga ov nogvir dagar ímillum, so siga teir at tað gongur gott at brúka tíðina, sum teir hava á landi. –Tað er altíð okkurt at gera við bátin, og so ganga vit dúgliga um- borð til hvønn annnan. Og helst verður onkur góð søga eisini fortald, siga teir báðir. Hvussu nógvir suðuring- ar eru komnir norð í ár duga teir ikki at meta um, onkrir eru farnir rtil Oyndafjaðrar og Klaks- víkar. Onkran dagin ífjør vórðu eini 80 bátar ið landaðu á Eiði, men tó vórðu ikki allir suður- oyarbátar. Útróðrarmaður eftir 40 ár sum lærari Sverri Jacobsen, av Tvør- oyri, hevur altíð havt góðan hug at róð út, men tað hevur ikki verið hansara dagliga yrki. Ístaðin fyri eitt baldrut lív á sjónum, hevur Sverri verið lærari í fjøruti ár. Men hann hevur altíð róð út, tá ið møguleiki hevur verið fyri tí. Síðan Sverri, sum trýss ára gamal, fór frá sum lærari, hevur hann róð nógv út. Eisini á norðhavinum. Fyrsta ferðin hann var norðanfyri við bátinum hjá sær var í 1997. Og síðan hevur hann verið á hvørjum ári. - Eg vil meta tað vera ein dreym fyri ein útróðramann at koma norð her, og einans noyðast at hugsa um at rógva út, og ikki at tala um at fiska hendan stóra toskin norðanfyri, greiðir Sverri frá. Sjálvur er hann varin við rópa seg sjálvan sum útróðramann, - Eg havi jú verið læriri í fjøruti ár, til eg bleiv pensineraður sum trýss ára gamal, leggur hann avtrat. Hann dámar sera væl at koma norð til Eiðis, hann heldur at fólkið er sera fyrikomandi; væl liggur fyri at práta við fólk og eisini fáa góð ráð frá monnum sum eru stað- kendir. - Havnin er góð og væl liggur fyri at sleppa av við fiskin. Tað gongur skjótt og væl at fáa fiskin uppá land, sigur Sverri. Men tað besta av øllum man vera at Sverri sleppur frá at gista umborð á bátin- um. Hann leigar eini hús á Eiði saman við trimum øðrum. – Tað er so ringt fyri gigtina at sova umborð í kuldanum, sigur Sverri at enda. Várróðurin bjargar árinum Petur Müller, Porkeri, hevur 16 ára gamla Gunnbjørn Poulsen við sær á Norðhavinum Egil Lisberg og Johan í Smiðjuni, Fámjin, rógva í við sama báti á Norðhavinum Nakrir av útróðrarbátunum, sum liggja á Eiði, nú norðhavstíð er C M Y K 23 MTU/ Mercedes-Stanford generatoranlegg John P. Vilhelm Sp/f Postboks 72 · Vallalíð 6 Tlf. 313670 · Fax 310699 FO-110 Tórshavn POLAR POLAR · 31 83 47 Sigmundargøta 26 · 100 Tórshavn · Akkumulatorar til skip, bátar og bilar · Løðitól og innvertarar til ymisk endamál Battaríir í heil- og smásølu 22