týsdagur 12. mars 2002síða 13
‹ fyrra síða allar 42 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 49 - 12. mars 2002
25
Leingi var líkt til, at
kollfirðingar skuldu
vinna ein sera
óvæntaðan sigur á
Neistanum, men tá
tað sá svartast út
reistist havnarliðið,
meðan alt fall frá
hvørjum øðrum
gestunum
HONDBÓLTUR –
MENN
Jákup Mørk
Á pappírinum líktist tað
einum avgreiðsluspurningi,
tá
Neistin
sunnudagin
skuldi taka ímóti KÍF.
Kollfirðingar hava í enda-
spælinum verið millum
lakastu
liðini,
meðan
Neistin hinvegin eftir eina
trilvandi byrjan hevur verið
sera væl koyrandi í sein-
astuni, og varð hetta ikki
minst prógvað, tá teir í
Vestmanna
sigraðu
á
oddaliðnum, VÍF.
Sensatiónin ávegis
Tað var tó lítið, sum sást til
hendan munin, tá liðini
fóru undir dystin. Kollfirð-
ingar spílaðu seg kanska
ikki so øgiligt út, men teir
fingu tó hampuligt glið á
sítt spæl. Hinvegin góvu
neistamenninir lítið og
einki dømi uppá, at hetta
skuldi verið annað av
liðunum, sum í vetur hevur
barst um gullmerkini.
Spakuliga tók KÍF eisini
at draga frá, og tó at
Neistavenjarin royndi at
rópa sínar menn ígongd við
at nýta eitt time-out, so
munaði einki. Tað vóru
kollfirðingar, sum vóru teir
stinnaru, og tá teir við eini
fýra mála leiðslu fóru til
hálvleiks, var framvegis
ikki líkt til, at heimaliðið
skuldi venda gongdini.
Trygt hóast alt
Møguliga vóru tað útvarps-
tíðindini um, at strandingar
vóru á odda móti VÍF, sum
gjørdu sítt, men í øllum
førum var annað lag á
Neistanum, tá farið varð
undir fyrra hálvleik. Alt
fyri eitt fóru teir at eta
burtur av leiðsluni hjá KÍF,
men so við eitt tóktist alt
hetta at vera til fánýtis.
Munurin var minkaður
niður í tvey mál, tá neista-
menn brádliga vórðu álv-
arsliga skerdir. Fyrst fingu
tveir mans tveir minuttir í
part, og tá Hans Áki so
púrasta
óneyðugt
fekk
reyða kortið, skuldi Neistin
brádliga spæla tríggir móti
seks í tveir minuttir.
Kollfirðingar megnaðu tó
ikki at taka hendan møgu-
leikan. Úrslitið av yvirtals-
støðuni gjørdist 2-2, og so
fór Neistin annars ígongd.
Við Jacobi Jónsson - sum
ikki einaferð - á odda settu
teir ferð á. Ein fyri og annar
eftir fuku bóltarnir inn um
Óla Christan Djurhuus í
málinum, og so við og við
broyttist myndin, til at enda
stóð klárt, at Neistin hóast
alt skuldi vinna ein hampu-
liga trivaligan sigur. Sein-
astu 20 minuttirnar av
dystinum skutu kollfirð-
ingar bert 7 mál, meðan
Neistin í sama tíðarbili fekk
ikki færri enn 16 mál, og
hetta sigur kanska eisini
nakað um, hvussu orkan at
spæla var hjá báðum liðun-
um. Kollfirðingar settu
snøgt sagt ikki ein fót
rættan hesa seinastu løtuna,
og við eitt sindur meira av
nærlagni kundi væl verið,
at Neistin vann ein enn
tryggari sigur.
Hanga í
Úrslitið av dystinum við-
førdi – saman við StÍF sigr-
inum á VÍF – at Neistin enn
heldur fast í møguleikanum
fyri at vinna FM. Tað er
kanska ikki væntandi, at
VÍF fer at missa móti antin
H71 ella Kyndli, meðan
Neistin eisini sítt at hugsa
um, tá teir í seinasta um-
farinum fara inn á Skála.
Men tó. Sum støðan er nú,
so er hon ikki sørt meinlík
teirri, tá Kyndil bert skuldi
vinna ein dyst av teimum
seinastu
trimum,
men
kortini misti alt á gólvi.
Kanska er hetta bara ein
illusión hjá neistanum, men
ein slík kann altíð vera hent
at krógva seg aftan fyri, inn
til kaldi veruleikin ger seg
galdandi.
Dysturin í tølum
Neistin-KÍF 34-27 (11-15)
Málskjúttar:
Neistin: Heini Joensen
13(5), Jacob Jónsson
11(1), John Petersen 7,
Ragnar Stakksund 1, Ræni
Slættanes 1, Karl Oddmar
Rasmussen 1
KÍF: Petur Martin Poulsen
5, Eddie Joensen 4,
Kristian Madsen 4, Iljan
Topic 4, Regin Petersen 3,
Durica Tomic 3(2), Jákup
Dam 2, Hallur Hansen 2
Brotskøst: Neistin 7, KÍF 2
Útvísingar: Neistin 4, KÍF
8
Diskvalifikatión: Neistin
1(Beinleiðis reytt)
Dómarar úr Kyndli:
Hannis Wardum & Uni
Wardum
Við sigrinum á
Stjørnuni mest sum
tryggjaði Neistin sær
silvurmerkini, og tað
man fyri elsta hond-
bóltsfelagið í landin-
um kennast sum ein
stórur sigur
HONDBÓLTUR -
KVINNUR
Jákup Mørk
Eftir at Stjørnan úr Klaks-
vík upprunaliga tóktist vera
einasti avbjóðarin hjá eina-
ráðandi VÍF, eru klaksvíks-
genturnar nú í teirri støðu,
at tær ikki longu kunnu
gera av, hvørt tær skulu fáa
silvurmerkini.
Neistin setti nevnliga eitt
fyribils flott punktum fyri
einari røð av sigrum, sum
hevur tikið hevur tikið tær
somikið langt framum bæði
VB og Stjørnuna, at tær nú
mest sum hava tryggjað sær
silvurmerkini.
Ferð á í seinna
Sunnudagin var dysturin,
sum framman undan varð
mettur sum hann, sum
skuldi avgera silvurstríðið.
Undan hesum hevði Neistin
við einum dysti meira
vunnið seg eitt stig fram
um Stjørnuna, og við bert
einum dysti afturat kundi
Neistin tí spæla sær allar
trumfirnar í hondina.
Hjá Stjørnuni var støðan
meinlík henni hjá Neistan-
um. Við einum sigri fór
liðið aftur upp á silvur-
plássið, og tá høvdu ráð
eisini verið til at tapt dystin
í Vági, sum enn liggur á
láni.
Fyrra hálvleik av dystin-
um var gongdin eisini
soleiðis, sum ein kundi
vænta millum tvey somikið
jøvn lið. Hvørgin parturin
tordi veruliga at satsa alt,
og líkt var til, at nervar
spældu ein týdningarmklan
leiklut í øllum hesum.
Munur kom tó í alt fyri
eitt, tá farið varð undir
seinna hálvleik. Neistin
fekk fýra tey fyrstu málini,
og tað var eisini líkt til, at
hetta gav teimum meira frið
yvir spælinum. Nú vóru tað
tær, sum settu ferðina á
dystinum, og uttan at
overva seg, hildu tær gest-
unum í einum jarntaki. Eitt
lítið skifti sá kanska út til,
at Stjørnan fekk svarað
aftur, men tá Neistin so
aftur fekk trý mál á rað, var
alt mest sum avgjørt.
Stórur sigur
Sum sagt, so hevði sigurin
við sær, at Neistin nú nær-
um eru vísar í at vinna
silvurmerkini. Í øllum før-
um, um tær megna upp-
gávuna, sum eitur StÍF á
útivølli í seinasta dystinum.
Ein uppgáva, sum tó er væl
truplari, enn stigatalvan
sigur, tí eftir at tær í
grundspælinum ikki fingu
nakað serligt burturúr, er
StÍF kanska tað liðið, sum
hevur ment seg mest í
endaspælinum.
Uttan
útlendingar
av
nøkrum slag vóru neista-
kvinnurnar annars mettar
sum eitt slag av outsidara
til stríðið um heiðursmerki,
tá kappingarárið byrjaði.
Her tóktust bæði Stjørnan
og VB – umframt VÍF – at
vera munandi betri fyri.
Men stríðsviljin á liðnum
hevur ongan tíð fornoktað
seg, og so líðandi hava tær
blandað seg alt meira upp í
silvurstríðið, og nú er so
líkt til, at hetta hevur givið
úrslit.
Fyri Stjørnuna mundi
tapið hinvegin vera eitt
stórt vónbrot, men tað
skerst ikki burtur, at liðið
ikki hevur havt neyðugu
breiddina í hópinum í ár.
Tískil hava skaðar hjá
stuðulsleikarum rakt sera
meint. Skuldi tað borið so-
leiðis á, at Neistin tapir
seinasta dystin, so hevur
Stjørnan tó enn møguleikan
fyri silvurinum, men til
hetta krevst, at tær vinna á
útivølli móti VB, og tað er
so heldur ikki nakað, sum
kann sigast fyri vist.
Dysturin í tølum
Neistin-Stjørnan 29-29
(10-9)
Málskjúttar:
Neistin:
Gunnleyg Berg
8(5), Mildrið Jacobsen 7,
Súna Mørk 5, Katrin á
Neystabø
5(2),
Birita
Wardum 3(1), Ata Høgna-
dóttir 1
Stjørnan: Andrijana Milo-
danovic 5(2), Joan M.
Joensen 4(1), Simona
Dziugyte 3, Una Olsen 3,
Anna Kristina Samson 2,
Bára Skaale 1
Brotskøst: Neistin 9,
Stjørnan 5
Útvísingar: Neistin 3,
Stjørnan 2
Dómarar úr Kyndli: Uni
Wardum & Hannis
Wardum.
Neistin-Stjørnan 29-19 (10-9):
Avgjørdu silvurdystin
Neistin-KÍF 34-27 (11-15):
Við bit og slit
Stjørnan fall, tá tær vitjaðu í Havn sunnudagin, og nú hevur Neistin øll silvurkortini á hondini
Tað eydnaðist aftur hjá Neistanum, men enn eina ferð var tað
meira enn tungt at fáa sigurin móti einum av botnliðunum til
høldar
25
24
Nr. 49 - 12. mars 2002
VÍF kvinnur gjørdu
sína skyldu í dystin-
um móti StÍF í høllini
á Skála sunnudagin,
men tað var ikki tí, at
tær spældu seg út
HONDBÓLTUR –
KVINNUR
Sveinur Tróndarson
Vestmannakvinnur hava nú
vunnið 22 landskappingar-
dystir í hesum kappingar-
árinum av 22 møguligum.
Tveir dystir eru eftir og
sum tað sær út í løtuni, er
eingin, sum stendur teim-
um kurl og tí fara tær helst
gjøgnum hetta kappingarári
púra ósigraðar. Einasti ivin
verður helst í dystinum
móti
VB,
sum
hevur
bronsumerkini at stríðast
fyri. VB kann nevniliga við
sigri á VÍF í Vestmanna og
á Stjørnuni heima tryggja
sær bronsumerkini, so tær
hava nakað at stríðast fyri.
Uppiborin sigur
Sigurin hjá vestmenningum
á StÍF sunnudagin var fult
uppiborin. Tað er ikki oftari
enn so, at bæði liðini eru
nøgd tá dysturin er liðugur,
men hetta var fatanin á
Skála sunnudagin. Vest-
mannakvinnur vóru nøgdar
við sigurin, sjálvt um hann
kundi verið størri, og
strandingar vóru nøgdar
við, at tær ikki taptu meira
enn tær gjørdu.
Tað var VÍF, sum setti
dagsskránna frá byrjan, og
áðrenn strandingar høvdu
vent sær, vóru tær aftan fyri
við fýra málum, sum stórt
sæð helt sær gjøgnum
dystin.
Einu løtuna í seinna hálv-
leiki fekk VÍF eina sjey
máls leiðslu, men fimm
minuttir
seinni
høvdu
strandingar minkað munin
niður í aftur fýra mál.
Hesin munur helt sær til
dystarenda og tað sá út sum
øll vóru glað ...
Manuela um útileikari
Størsta hendingin á Skála
var helst, at vanligi mál-
verjin hjá vestmenningum,
rumenska Manuela Stan,
hevði fingið nýggjan leik-
lut. Hallfríð Isaksen hevði
tikið yvir í málinum og tí
var Manuela at síggja sum
útileikari.
Vit skilja, at sjálvt um tað
ikki hendir so ofta, so er tað
komið fyri fyrr, at Manuela
hevur verið útileikari, og tí
kom hon bara væl frá. Hon
kom ikki á málskjúttara-
listan, men tað var bara tí,
at hon brendi brotskastið
sum hon tók.
VÍF-kvinnurnar fingu tó
staðfest, at tær eru klárt
besta liðið í deildini, tí
sjálvt um tær ikki vístu alt
tað tær duga, vístu tær
kortini, at tær eru truplar at
steðga tá spælið koyrir. Tær
eru sterkar og vita væl, hvar
tær hava hvørja aðra og tað
kann vera trupult hjá hinum
liðunum at byrgja upp fyri.
Byrjanin var ov tung
Sum sagt vóru báðir partar
nøgdir við úrslitið av dyst-
inum. VÍF tí enn ein sigur
kom til høldar og tað er
stórt sæð tað einasta tær
hava at spæla fyri, nú
meistaraheitið er vunnið og
steypakappingin við. Tær
kunnu eksperimentera eitt
sindur og tað gjørdu tær
millum annað í dag.
Hjá strandingum hevur
tað har aftur í móti týdning
at fáa víst, at liðið ikki er so
vánaligt, sum grundspælið
bar boð um. Tá vann liðið
bara ein dyst og tey flestu
mundu helst væntað, at
uppflytararnir skuldu fara
beina leið niður aftur í aðru
deild.
Men tað var ein orsøk til
úrslitaligu
oyðimarkar-
gongdina, tí Alina Olaru,
sum í dag gjørdi níggju
mál, var skadd ein stóran
part av grundspælinum og
hon er ein spælari sum
saknur er í, tá hon ikki er
tøk.
Í seinnu hálvu hava allar
verið tøkar og nú hevur
spælið eisini hingið meira
saman. Liðið hevur vunnið
fýra dystir av tíggju og
hevur tryggjað sær enn eitt
ár í bestu deildini og tað er
í fyrsta umfari nóg mikið.
Næsta ár kann málið so
setast hægri.
Dysturin í tølum
StÍF — VÍF 23-27 (11-14)
Málskjúttar:
StÍF: Alina Olaru 9, Anna
B. Danielsen 6, Sunfríð B.
Jacobsen 4 (2), Anna Maria
Berthelsen 2 og Ileana
Manolescu 2
VÍF: Joana Rapa 8 (1),
Sóley Mikkelsen 8 (4),
Nicoleta Radu 4, Fríða
Marjunardóttir 3, Alis
Høghamar 3 og Randi
Kúrberg 1
Brotskøst: StÍF 2, VÍF 7
Útvísingar: StÍF 1, VÍF 1
Dómarar úr Neistanum
/Kyndli: Kristian Johansen
og Eyðun Samuelsen
Tað var ikki fyrr enn
miðskeiðis í seinna
hálvleiki, at vágbingar
fóru frá vágakvinn-
um, sum royndu at
bíta frá sær uttan at
tað eydnaðist
HONDBÓLTUR -
KVINNUR
Sveinur Tróndarson
VB hevur framvegis møgu-
leika at vinna bronsumerk-
ini í ár. Tað er niðurstøðan
eftir dystin móti Sóljuni í
høllini í Vági sunnudagin.
Gamaní merkir tað, at VB
helst skal vinna dystirnar
móti VÍF á útivølli og á
Stjørnuni heima, men gera
tær tað er bronsan vís.
Sjálvt tað vóru 12 stig
millum liðini, sum hittust í
høllini í Vági sunnudagin,
gekk heldur enn ikki stirltið
hjá VB at sleppa frá Sólj-
uni. Vágakvinnur hingu í so
frægt sum tær kundu og tað
eydnaðist teimum líka til
miðskeiðis í seinna hálv-
leiki. Tá setti VB ferð á og
innan fyri tveir minuttir
miðskeiðis í hálvleikinum
skapti VB eitt hol upp á
fýra mál, og tað var nóg
mikið til at tryggja dystin.
Dómaraseðilin frá dyst-
inum vísir, at talan hevur
verið um tvey heilt ymisk
lið. Gamaní eru útlendskir
leikarar á báðum liðum,
men útlendingarnir hjá VB
eru ikki so eygsýndir sum
eitt nú Asta Petrauskiene er
tað hjá Sóljuni. Einki er at
ivast í, at útlendingarnir hjá
VB hava stóran týdning,
men har eru eisini aðrir
leikarar, sum eisini tora at
taka ábyrgd og sum duga at
gera mál.
Fyri mótstøðuliðið ger
hetta uppgávuna truplari av
tí, at tey skulu verja fyri
fleiri herum, og tað kann
væl vera tað, sum hevur
gjørt munin í Vági.
Hópur av
brotskøstum
Eitt sum sermerkir dystin í
Vági sunnudagin, er talið
av brotskøstum og útvísing-
um. Dómaraseðilin vísir, at
Sóljan hevur fimm útvís-
ingar meðan VB bara hevur
eina, og tað er eisini eftir
eina tvær útvísingar við
stuttum millumbili, at VB
leggur sjógv til Sóljuna.
Útvísingarnar gera at tær
sum eru eftir á vøllinum
skulu stríðast nógv meira,
og tað er eisini nakað sum
kostar. Serliga tá liðið, sum
Sóljan í hesum føri, er farið
til Vágs bara við einum
skiftileikara.
Eitt annað sum eisini
sermerkir dystin í Vági er,
at Sóljan ger 10 brotskøst.
Hetta sampakkar rættiliga
væl við talið av útvísingum
og kann vera eitt tekin um,
at leikararnir ikki eru nóg
væl fyri kropsliga. Vit
kunnu tó ikki við vissu
siga, at so er, men ofta er
samanhangur millum vána-
liga konditión og nógvar
útvísingar og nógv brots-
køst.
Dysturin í Vági var tann
næstseinasti hjá Sóljuni og
hóast tær liggja aftast í
løtuni, er ikki vist, at tær
eisini liggja har tá seinasti
dysturin er leiktur. Tann
dysturin er nevniliga móti
næstniðasta liðum og hann
verður leiktur í høllini á
Giljanesi næsta fríggja-
kvøld.
Eins og VB veit tað,
kennir Sóljan eisini treyt-
irnar fyri, hvussu tær
tryggja sær enn eitt ár í
bestu
kvinnudeildini
í
hondbólti. Sigur á Kyndli
er eitt avgjørt krav og tá tað
er yvirstaðið skulu tær
leggja sítt álit á VÍF, at tær
vinna á Kyndli.
Dysturin í tølum:
VB — Sóljan 27-22 (11-9)
Málskjúttar:
VB: Regina Radó 6 (2),
Sólrun Krosslá 6 (2),
Margreth Augustinussen 4
(1), Durita Rouch 4, Rann-
vá Augustinussen 3,
Eyðbritt Krosslá 3 og
Gabriella Fekete 1 (1)
Sóljan: Asta Petrauskiene 9
(1), Sólja Jóanisdóttir 6,
Fía Selma Nielsen 2,
Hertha Simonsen 2, Heidi
Maria Akselsen 2 og Heidi
Haraldsen 1
Brotskøst: VB 10, Sóljan 2
Útvísingar: VB 1, Sóljan 5
Dómarar úr TB: Birgir
Dimon og Vilhelm Meyer
VB — Sóljan 27-22 (11-9):
Bronsan hongur fyri
framman
StÍF-VÍF 23-27 (11-14):
Enn ein sigur til VÍF
Enn hava Regina Radó og hinar úr VB møguleikan fyri
bronsuni, men vónin er nú kortini um at kámast
VÍF vann sunnudagin sín 22. sigur á rað, og hóast tað til tíðir
var tungt, so var eingin ivi um úrslitið, tá saman um kom
C
M
Y
K
24