mánadagur 9. mai 2011síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 9. mai 2011 · Nr. 53
10
Sosialurin
Elin Lindenskov, forkvinna í heilsu- og umhvørvisnevndini hjá Tórshavnar kommunu,
setti umhvørvisvikuna í spuldurnýggju hølunum hjá býarbókasavninum
Mynd: Álvur Haraldsen
- Kommunan eigur at ganga
á odda tá tað ræður um
orkusparingar og –betr ing-
ar, og málið í ár er, at allir
kommunalir stovnar og virkir
skulu spara 10% í orkunýtslu,
segði Elin Linden skov, for-
kvinna í heilsu- og um hvørv-
is nevndini hjá Tórs havnar
kommunu.
Hetta er ein liður í ætl-
an unum hjá kommununi at
spara orku.
- Tá nýggir bygningar
verða bygdir ræður um at
byggja so umhvørvisvinarligt
sum gjørligt, og nú grivið
verður út fyri nýggja Boða-
nes heiminum er avgerð tikin
um, at heimið skal hitast upp
við sjóorku, ið er góð varandi
orka, segði Elin Lindenskov.
Hetta er sjeyndu ferð,
at skipað verður fyri um-
hvørvis viku, tó at tað fyrstu
ferðirnar var talan um um-
hvørvisdagar. Tema’ini hava
verið ymisk og fleiri ganga
aftur.
- Tað eina árið varð fok-
us sett á hundaposar, og í
tí sambandi varð kendea
lagið, »Lort í býin« gjørt og
framført. Undirvísingartilfar,
Rusk í skúlanum, ókeypis
bussleið og Tinghúsið á Hjalla
eru nøkur av tiltøkunum, ið
framd eru í undanfarnum
umhvørvisvikum, segði Elin
Lindenskov.
Fokus hevur verið sett á
vistfrøðiligar matvørur, CO2
útlát, og í fjør var temaið áin,
vágin og fjøran.
Ráðstevna
- Í ár er tað vinnan, sum
skal í fokus, og í tí sambandi
hava vit ætlanir um at tað
skal verða beti og lættari
hjá vinnuni at sleppa av við
burturkastið, og tað fara vit
at hoyra meira um seinni í
vikuni, segði Elin Lindenskov,
tá hon setti umhvørvisvikuna
á býarbókasavninum í morg-
un.
Hon segði, at kommunan
hevur verið víða um, og at
nøkur av málunum eru nádd,
tó at langt er eftir á mál.
- Á skránni fyri um-
hvørv isvikuna
eru
væl
um tóktu
barnatiltøkini
Um hvørvisveiða, sum Marga-
rin fabrikkin skipar fyri, og
teknikappingin á barna bóka-
savninum. Somuleiðis eru
ruddingardagar og Plantið
eitt træ á skránni, segði Elin
Lindenskov.
Fríggjadagin
verður
so ein ráðstevna um um-
hvørv is leiðslu
og
grøna
markn aðarføring í Norður-
landahúsinum.
- Ráðstevnan er ætlað
at geva vinnuni íblástur og
amboð í víðari menningini á
umhvørvisøkinum, og hóast
ráðstevnan er ætlað vinnuni,
eru sjálvandi øll vælkomin
við, segði Elin Lindenskov.
Umhvørvisvikan
endar
við einari spennandi gongu-
ferð fram við Sandá sunnu-
dagin.
Fokus á
vinnuna
Hesa vikuna verður sett fokus á umhvørvisvinarliga
vinnu í kommununi. Málið er, at øll gerast meiri tilvitað
um umhvørvið í síni heild, segði Elin Lindenskov.
Fimm fingu
umhvørvis
stuðul
Tórshavnar býráð hevur býtt
umhvørvisstuðulin á 250.000
krónur út til fimm umsøkjarar,
sum fingu frá 5.000 krónum
upp til 102.000 krónur.
Leo Poulsen
Snjósniglar og annað smákykt er verkætlan hjá
Føroya Sjósavni, sum frá kommununi fær 93.000
krónur, ið Bjørki Geyti tók ímóti.
Strok fekk 10.000 krónur til at gera eitt videolag av
»Lort í býin«, og tað var Beinta Johannesen, ið tók móti
stuðlinum.
Forlagið Hellurnar við Poulu Eidesgaard fekk 40.000
krónur til ein faldara um skiljing av ruski í barnagørðum
og vøggustovum.
William Simonsen fekk størsta stuðulin, 102.000
krónur til verkætlanina Náttúran í Nólsoy.
Hans Fróði Jensen og Jóannes E. Árting frá Argja
skúla fingu 5.000 krónur til verkætlanina Sólorku
kappkoyring á Argja skúla.
William Simonsen fekk størsta stuðulin, 102.000
krónur til verkætlanina Náttúran í Nólsoy.