Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-09, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. mai 2011síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 9. mai 2011 · Nr. 53 10 Sosialurin kappingin Summar Tað vóru neyvan mong ið væntaðu tað. Men tann nú 44 ára gamli Jón Gnarr Kristinsson gjørdi tað óhugsandi: Stovnaði egnan flokk í 2009 og situr nú sum borgarstjóri í íslendska høvuðsstaðnum. Hann er borin í heim 2. januar í 1967 og kallaðist tá Jón Gunnar Kristinsson, men broytti í 2005 millumnavn sítt til Gnarr. - Tí soleiðis plagdi mamma at rópa eftir mær, tá eg var barn, greiðir hann frá. Í Íslandi er hann m.a. kendur sum skemtari og sjónleikari, men er í dag haraftrat vorðin heimskendur, eftir at hann stovnaði flokkin ”Besti Flokkurin”, og megnaði at gerast borgarstjóri 15. juni í fjør. Ókeypis handklæði Flokkurin varð í roynd og veru stovnaður av Jóni og øðrum fólkum, sum ikki høvdu nakra politiska bakgrund. Hann varð stovnaður sum eitt satiriskt íkast til politiska tjakið í Íslandi, og vildi í stevnuskrá síni gera lívið stuttligari hjá reykja vík- ingum. Eitt av vallyftum hansara var ókeypis handklæði í svimjihøllini, men annars lovaði hann eisini veljarum sína eina ísbjørn til djóra garðin í býnum, eitt rúsfrítt alting í 2020 og eitt Disneyland við Vatnsmýri. Við kommunuvalið í fjør fekk flokkurin rættiliga óvæntað 6 av 15 sessum í býráðnum, og eftir at hann gjørdist borgarstjóri vóru tað tey sum hildu, at Reykjavík átti at skift navn til Gnarrenburg. Eftir at sigursrúsurin hevði lagt og tað veruliga arbeiðið í býráðnum byrjaði, er Jón Gnarr vorðin meiri politiskt rættur: Skatturin er hækk- aður og hann hevur framt sparingar á ymsum økjum. Og hetta hevur sjálvandi ført við sær, at hann ikki longur er so væl umtóktur sum borgarstjóri. Annars kann leggjast aftrat, at Jón Gnarr er giftur við Jóhannu Jóhannsdóttir. Fyrst Schwarzenegger – síðani kom Jón Gnarr Kendu sjónleikararnir, Arnold Schwarzenegger og Jón Gnarr Kristinsson, hava eitt til felags: Báðir hava verið filmsleikarar, men hava nú tikið við politiskari ábyrgd – Arnold sum guvernørur í Californien og Jón sum borgarstjóri í Reykjavík. ÁBYRGD Tað krevur sín mann og sín sjónleikara at stjórna einum býi við 200.000 íbúgvum. Tað hevur borgarstjórin í Reykjavík, Jón Gnarr av sonnum sannað, eftir at hann tók við starvinum í fjør, tá íslendska fólkið var um at falla í fátt av fíggjarkreppuni og øllum húsagangunum í landinum Staravegur 7 · PoStSmoga 3278 · 110 tórShavn tel 31 55 88 · Fax 31 07 09 · Skemman@Skemman.Fo VANL. 1699,- VANL. 1999,- VANL. 1299,- VANL. 3896,- VANL. 799,- SPARIÐ 50% SPARIÐ 50% SPARIÐ 1396,-