mánadagur 9. mai 2011síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 9. mai 2011 · Nr. 53
Sosialurin
Uni Arge
Fult av fólki var í Skálanum
í
Norðurlandahúsinum
seinna partin
fríggjadagin,
tá løg tingsins umboðsmaður,
Sólja í Ólavs stovu, hevði boðið
til ráð stevnu at taka saman
um tey 10 árini, ið løgtingsins
umboðsmaður hevur verið
virkin. Tríggir høvuðsrøðarar
vóru á skránni, Sjúrður Ras
mus sen, ráðgevi á Løg mans
skrivstovuni,
John hard
Klettheyggj, leið andi løg
frøðingur í Heilsu mála ráð
num, og Róbert Spano, pro
fessari við Háskóla Íslands.
Áðrenn
hesir
tríggir
fingu orðið, beyð Sólja í
Ólavs stovu vælkomin, og
løg tings formaðurin, Hergeir
Nielsen, segði nøkur orð.
Tey umleið 130 fólkini í
Skál anum høvdu ivaleyst
vænt að, at hann fór at bera
løg tingsins
umboðsmanni
nøkur meinaleys góðynski,
og tað gjørdi hann lutvíst
eisini. Men hann var eisini
óvan liga hvassur í síni røðu.
Tá hann hevði greitt frá,
hvussu
løgtingið
vanliga
handfer frágreiðingarnar frá
um boðs mann inum, læt hann
hesi orð falla:
"Okkurt málið er kortini,
sum misprýðir myndina, ikki
av umboðsmanninum, men
heldur av teirri vøkkultu
sam felagsskipanini,
sum
ikki enn hevur sæð seg føra
fyri at handfara tær lemjandi
niðurstøðurnar, ið komu frá
tingsins umboðsmanni fyri
hálvum ári síðan mótvegis
nøkr um
av
samfelagsins
hægstu vøldum. Eitt mál,
sum umboðsmaðurin av sín
um eintingum hevði tikið
upp og kunnað løgtingið um,"
segði Hergeir Nielsen.
Skuldu farið frá
Hann helt, at tá stýrisskipanin
sigur, at landsstýrismaður
hevur
rættarliga
ábyrgd
av málsøki sínum, áttu teir
fremstu
ábyrgdarhavandi
beinanvegin at lagt øll síni
politisku størv frá sær til
gagns fyri politisku skipanina,
tá grannskoðarafrágreiðingin
kom. Men soleiðis er tíverri
ikki í Føroyum, her lítil orka
og minni vilji hevur ver
ið til at staðfesta ábyrgd
og taka skjótar avgerðir, so
avleiðingarnar ikki gjørd
ust størri enn neyðugt fyri
politisku skipanina og um
sitingina, segði løgtings for
maðurin.
"Her hjá okkum vendir alt
øvugt. Teir einastu dóm ar
nir, ið feldir eru í miðlunum
og enntá av tingsins røðara
palli, hava reinsað teir, ið
áttu at havt lagt frá sær. Ein
tí lík sjálvreinsandi skipan
er ókend aðrastaðni," segði
Hergeir Nielsen, ið við síni
bersøgnu útsøgn gjørdist
sam røðuevni í steðginum
mill um fyrilestrarnar, ikki
minst tí hann var maðurin,
sum í november í fjør segði
við Dimmalætting, at grann
skoðarafrágreiðingin fór at
verða skrásett hjá tingsins
for mansskapi sum allar aðr
ar frágreiðingar.
Tey, sum høvdu lisið frá
greiðingina, hildu hetta vera
eina merkiliga líkasæla út søgn
um eitt sera álvarsligt mál,
men fríggjadagin var tón in
ein heilt annar. Her geir Niel
sen fanst eisini at fút anum:
"Ákæruvaldið
er
eftir
trim um og einum hálvum
mán að komið eftir, at tað
vil onki hava við málið at
gera, og politiska skipanin
er ikki enn komin á mál við
at játta neyðugan pening til
at staðfesta ábyrgd og reinsa
luftina og soleiðis skapa ein
virðiligan arbeisdag aftur í
teimum ráðum, ið rakt eru av
lemjandi frágreiðingini hjá
umboðsmanninum,"
segði
Her geir Nielsen.
Óheftur álitisstovnur
Løgtingsformaðurin
vísti
á, at umboðsmaðurin er
álitismaður og tann einasti,
ið óheftur er førur fyri at lýsa
øll viðurskifti innan almennu
umsitingina fyri lóggevandi
valdinum og almenninginum.
Hansara partur liggur ikki
eftir í grannskoðaramálinum,
tvørturímóti, hann liggur
ljósár framman fyri politisku
og almennu skipanina ann
ars, helt hann.
"Umboðsmaðurin hevur
á sera viðkomandi hátt drigið
tjøldini frá og lýst alment
umsitingarligt óskil, meðan
politiski myndugleikin ikki
enn hevur verið mentur at
rudda upp eftir sær. Hetta
er ein stórur vandi fyri sam
felagsskipan okkara," segði
Her geir Nielsen, áðrenn hann
ynskti løgtingsins um boðs
manni og hansara starvsliði
til lukku við 10 ára degnum
og stóra tøkk fyri dygdargott
og mennandi starv fyri før
oyska samfelagið.
Eftir hesa røðuna var
leið in løgd hjá hinum fyri
lestrarhaldarunum at viðgera
samfelagsliga
týdningin
hjá umboðsmanninum, og
sig ast má, at teir vóru full
samdir um tann týdning, ið
stovnurin hevur. Sjúrður
Ras mussen nevndi m.a., at
hann upprunaliga ivaðist í,
um nakar føroyingur hevði
nóg stórt trúvirði at vera
um boðsmaður.
Helst
var
Guttorm ur
í
Múli
tann
einasti, ið hevði neyðugu
dygdirnar at røkja tílíkt starv,
hevði hann skemtandi tikið
til,
áðr enn
stovnurin
nakrantíð kom.
Nú hevði hann tó broytt
hugsan og helt, at um boðs
mansstovnurin hevur havt
stóran týdning fyri tey, sum
starvast í umsitingini, serliga
sum inspiratión at viðgera
mál á nøktandi hátt.
Luftin má reinsast
Løgtingsformaðurin var bersøgin, tá hann helt røðu í Norðurlandahúsinum fríggjadagin í sambandi við, at 10 vóru
liðin, síðan løgtingsins umboðsmaður fór til verka. Politiska skipanin má reinsa luftina í grannskoðaramálinum,
segði Hergeir Nielsen og fanst at, at skipanin ikki hevur megnað at handfarið lemjandi ákærurnar í hesum máli