mánadagur 9. mai 2011síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 9. mai 2011 · Nr. 53
12
Sosialurin
Árni Joensen
Eins og í øðrum londum hava
fiskimenn í ES-londunum
leingi kært seg um, at teir
hava alt ov trongar karmar
at virka innanfyri. Men tað
verður verri enn. Em bætis-
fólk hjá ES-nevndini í Brux-
elles hava leingi arbeitt við
at gera nýggjar reglur fyri
fiskivinnuøkið, og herfyri
var arbeiðið liðugt og úrslitið
kunngjørt.
Ein avleiðing av teimum
nýggju reglunum er, at fiski-
menn, sum í fleiri førum
fiska meiri, enn teir hava
kvotu til, kunnu missa rætt in
til at fiska. Tað sama er gald-
andi, um fiskimenn royna at
lumpa eftirlitið. Er brotið nóg
álvarssamt, ella verður tað
endurtikið nóg ofta, kunnu
menn missa loyvið med alla.
Tær
nýggju
reglurnar
koma ikki í gildi fyrr enn
næsta ár, men longu nú hava
danskir fiskimenn gjørt vart
við, at teir eru í hvussu er ikki
nøgdir við reglurnar.
– Hetta er tann bera um-
siting, og nógvar av reglunum
um eftirlitið eru púra óneyð-
ugar, sigur formaðurin hjá
donsku
fiskimonnunum,
Svend-Erik Andersen. Hann
er heldur ikki serliga fegin
um, at ein ES-skipan skal
revsa danskar fiskimenn.
– Tað hava vit ta donsku
rættarskipanina til. Har aftur-
at hevur Danmark undantak
frá í ES-rættarhøpi, og tí
er tað burturvið, at ein ES-
skip an skal revsa danskar
fiskimenn, sigur Svend-Erik
Andersen við DR.
Til gagns fyri Danmark
Í fiskivinnustýrinum í Keyp-
mannahavn, sum hev ur ar-
beitt saman við hinum ES-
lond unum um tær nýggju
regl urnar, eru tey ikki samd
við fiski manna formannin-
um. Stjórin í stýrinum, And-
ers Munck, hevur sagt, at tær
nýggju reglurnar eru ikki í
stríð við danska undantakið
á rættarøkinum.
Harafturat heldur hann,
at teir donsku fiskimenninir
eiga at taka undir við teimum
nýggju reglunum, tí sum
heild duga danskir fiskimenn
betur at halda lógirnar enn
fiskimenn í eitt nú teimum
suðurevropeisku londunum.
– Eitt av málunum við
teirri nýggju skipanini er at
verja teir tíbetur nógvu lóg-
l ýdnu fiskimenninar ímóti
órættvísari
kapping
frá
teim um
fiskimonnunum,
sum ferð eftir ferð bróta regl-
urnar, sigur Anders Munck
við DR. Hann leggur aftur at,
at eitt annað mál við teim um
nýggju reglunum er at verja
fiskastovnarnar og vist frøð-
ina í havinum.
Klippikort
Eftir samtyktini hjá ES-
nevndini skal skipanin við
klippikorti virka sum ein
stigaskipan.
Hon
verður
rætti liga strong, og nøkur fá
brot á reglurnar um veiði-
eftir lit kunnu gera, at skip
missa fiskirættindini nakrar
mánaðir.
Hinvegin
skal
eitt fiskifar bróta regl ur-
nar rættiliga nógvar ferðir,
áðrenn tað missir síni fiski-
rætt indi med alla.
Saman við teimum nýggju
og herdu veiði- og eftir-
litsreglunum koma reglur
um, at fiskifør í ES-londunum
skulu brúka somu tøkni.
Ætlanin við tí er at gera tað
lættari at fylgja fiskinum frá
tí, at hann er veiddur, til hann
liggur í handilsdiskinum.
arni@sosialurin.fo
Ein bilførari, sum ger nóg grovt brot á ferðslulógina, kann missa koyrikortið. Nú verður sama
skipan galdandi fyri teir ES-fiskimenn, sum ikki halda reglurnar. Teir kunnu missa fiskikortið
Partur av havnini í Lerwick í Hetlandi
Fiskifør skulu hava
fiskikort og kunnu
fáa klipp í kortið