Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-09, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. mai 2011síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 9. mai 2011 · Nr. 53 12 Sosialurin kappingin Summar Inni í Kringluni er eitt stórt tal av handlum – í roynd og veru so mangir sum 150, umframt matstovur og tænastur í tí 36.000 fermetrar stóra handilsbygninginum. Her fært tú tann nýggjasta mót­ an og allar tær vørur ið hóska til eina slíka miðstøð – bæði smúkkur, tón leik, mat, bøkur, drykkivørur, filmar og so framvegis. Allar vørurnar hava høga góðsku, og koma frá so ymiskum lond um sum Fraklandi, Týsklandi, Ong landi, Hálandi, Norðurlondum, USA og Italien. Tann størsti handilin í Kringluni er ”Hagkaup”, har ein fær alt tað sum einum tørvar í gerandisdegnum. Umframt handilslívið, verður eisini gjørt nógv fyri at hugna um hjá teimum vitjandi. Tí verður við regluligum millumbilum skipað fyri ymiskum tiltøkum fyri at savna fólk saman. Kringlan í Reykjavík stendur einki aftanfyri aðrar sølumiðstøðir í útheimi. 150 handlar eru í Kringluni Kringlan hevur alt Í Reykjavík finnast tvær stórar sølumiðstøðir, hvør við størri úrvali enn hin. Fert tú í Kringluna, kemur tú ikki tómhentur útaftur. NÚTÍÐAR Ævintýra­ land Ein partur av Kringluni er serliga ætlaður børn un um. Hetta fer fram í Ævin týra­ landi, her tey kunnu stutt­ leika sær, meðan foreldrini eru til handils. Millum tað, sum børnini hava at velja millum, er eitt risastórt slott, bólta­ land, fótbóltsspæl, kurva­ bólta horn, klædnahorn og eitt freist andi úrval av spennandi leikum. Hetta Ævintýralandið er opið allar dagar, tá Kringlan er opin.