mánadagur 9. mai 2011síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
ð Mánadagur 9. mai 2011 · Nr. 53
Sosialurin
Sjúrður Skaale
Tá tað besta forðar tí góða
Í dag kann arbeiðið at smíða okkara fólkaræði eitt
sjálvstøðugt grundarlag fáa ein syndarligan enda
Stundum er tað besta tann
størsti fíggindin hjá tí góða.
Vit hava ymiskar meining
ar um hvat tað besta er – men
vit kunnu sum oftast semjast
um, hvat er gott.
Tí má tann, sum skal gera
politiskar semjur, vera til
reiðar at ofra tað, sum hann
sjálvur heldur vera best, fyri
at kunna fremja tað, sum øll
halda vera gott.
Tað er júst hetta – vilj
in til at ofra tað besta fyri
at fáa tað góða sum skilir
pragmatikaran frá funda
mentalistinum.
Arbeiðið við stjórnar skip
anini hevur verið merkt av
felags vilja til at fremja tað,
sum er gott.
Men nú, tá sannleikans
tími er komin, er stórur
vandi fyri, at tað ikki fer at
eydnast.
Nakrir politikarar vilja
ikki víkja frá tí, sum teir
persónliga halda vera best,
til tess at kunna fremja tað
góða. Tí kann uppskotið í
dag antin verða sent aftur
í nevndina (tað er tað sama
sum at kvala tað), ella kann
tað verða felt.
Semjan ikki nóg breið
Ymiskar
orsøkir
eru
til
mótstøðuna.
Jákup Mikkelsen hevur
hug at koyra málið aftur í
nevnd har tað hevur verið
nú í 12 ár tí meirilutin er ikki
nóg stórur.
Tað besta hevði verið,
at tað var full semja. Tað er
greitt. Men tað góða er, at tað
er breið semja.
Og vissi fleiri ikki vilja
vera við í teirri breiðu semj
uni, tí hon ikki er nóg breið,
so er skjótt at tann breiða
semjan hvørvur. So ofra vit
tað góða ta breiðu semjuna
tí vit ikki fáa tað besta,
sum hevði verið tann fulla
semjan.
Tey, sum við hesi grund
geving vilja koyra málið aftur
í nevnd skulu eisini gera sær
greitt, at tey, í staðin fyri at
styrkja tann pragmatiska
og semjusøkjandi partin av
tinginum, latið valdið upp
á hendurnar á teimum víð
gongdu.
Fosturtøka
Jenis av Rana heldur tað
besta
vera
forboð
móti
fostur tøku, og krevur tí, at
vit í rættindapartinum siga,
at "Øll eiga rætt til lív og
trygd, eisini ófødda barnið".
Tað fæst ikki meiriluti
fyri hesi eftir hansara tykki
bestu orðingini. Men eftir
stendur tann góða orðingin,
sum sigur "Øll eiga rætt til lív
og trygd".
Verður hendan orðingin
samtykt, er hon eitt gott
amboð í hondunum á teim
um, sum virka fyri eini
strang ari fosturtøkulóg. Tá
skal bara argumenterast fyri,
at orðið "øll" eisini fevnir um
fostur. Hinvegin skal tann,
sum vil loyva fosturtøku,
argu mentera fyri at "øll"
IKKI umfatar fostur.
Stjórnarskipanin
gevur
rúmd fyri øllum. Hon endar
ikki kjakið um fosturtøku.
Men hon gevur tí eitt nógv
betri fokus, enn tað hevur
havt.
Tað er gott. Men fær
minnilutin ikki tað besta, vil
hann einki hava. Tað besta
forðar fyri tí góða.
Ov ómentað tingfólk
Kári á Rógvi sigur seg
nú vilja venda aftur til
gamla
uppskotið,
"Fyrra
flaggdagsálit", sum varð gjørt
í 2004.
Tað fer at bera til eftir
valið, sigur hann í áliti sínum,
tí tá eru helst "fleiri mentaði
og hugaði fólk vald á ting."
"Politik ist die Kunst des
Möglichen", segði Bismarck.
Politikkur er kynstrið at
fremja tað, sum ber til undir
teimum givnu umstøðunum.
Og tað tilfarið, sum vit hava
at gera politikk burturúr, eru
nú eina ferð tey fólk, sum eru
vald á ting.
Kári heldur helst, at tað
besta hevði verið, at øll ting
fólk vóru líka mentað sum
hann. Tað er ikki hissini
stjórn arskipan, vit tá høvdu
fing ið.
Men tað góða er, at vit
eru onnur, sum gjarna vilja
geva okkara íkast, hóast vit
intellektuelt eru nakað av
markað.
Kári hevur ikki tað, sum
eftir hansara tykki hevði
verið tað besta. Og tað fær
hann aldrin. Heldur ikki
eftir næsta val fara 33 Kárar
á Rógvi at sita á tingi.
Men Kári hevur tað góða.
Tað er tað hann ofrar, tí hann
ikki fær tað besta.
Tjóðveldi
Tað
mest
óvæntaða
og
harmi liga er, at tað eisini er
mótstøða í Tjóðveldinum.
Fólk spyrja hví men eg skilji
tað rætt og slætt ikki. Eftir
mínum tykki átti eitt samt
Tjóðveldi at sagt ikki bara ja,
men eitt rungandi ja.
JA til at alt vald í Føroyum
kemur frá Føroya fólki.
JA til at danska grundlógin
bara virkar í Føroyum so
leiðis og so leingi, sum vit
vilja hava hana at virka.
JA til at eingin lóg kann
verða sett í gildi fyri Føroyar
uttan Løgtingsins samtykki.
JA til at heimastýrislógin
ikki er ein donsk delegatión
av heimildum, men ein sátt
máli millum tveir partar.
Ein sáttmáli sum vit virða
løgtingið hevur jú sjálvt sett
hann í verk men sum vit
eisini hava rætt at siga upp.
JA til óskerdan sjálvs av
gerðarrætt.
JA til at føroyskt er tjóð
ar mál og alment mál.
JA til eina nógv betri
javnvág millum løgting og
landsstýrið.
JA til mannarættindi givin
før oyingum av føroyingum
sjálvum.
JA til eitt sjálvstøðugt og
sjálvskapt grundarlag undir
okkara fólkaræði.
Men formaður Tjóð veldi
sins sigur nei.
Hann sigur í sínum áliti,
at tær broytingar, sum eru
gjørdar, kunnu "nýtast at
fremja størri afturstig í rætt
arstøðu føroyinga og leggja
avgerðarrætt í hendurnar
á myndugleikum uttan fyri
Føroyar." Tað er trupult at
svara uppá hetta, tí eg veit
ikki, hvat tað byggir á. Eg
dugi við mín besta vilja ikki
at síggja, hvussu nakar kann
fáa hesa niðurstøðu burturúr
tí, sum stendur skrivað. Tí
tað, sum stendur, sigur júst
tað øvuta.
Persónliga heldur nokk
eingin í meirilutanum, at
tað, sum semjan sigur, er tað
besta. Øll hava slakað. Men
hóast tað ikki er tað besta,
so er tað gott. Tað ber til at
fremja tað góða nú. Og tað er
neyðugt, at vit gera tað.
Tað, sum teir ymisku
minni lutarnir krevja, ber ikki
til. Og tað er lítil vísdómur í
at ofra tað góða, sum ber til,
fyri tað besta, sum ikki ber
til.
Spurningurin um stjórnar
skipanina snýr seg um okkara
felags grundarlag. Tí mugu
vit vóna, at flokspolitikkur
og taktikkur tapa í dag og at
semjan og samstarvið vinna.
Zakarias Wang
Kjak
Stórur
sigur
fyri
bretska
fólkið!
Nú var fólkaatkvøða í Stóra
Bretlandi, har spurt var, um
tey vildu hava eina nýggja
valskipan við lutfalsvali.
Tað er merkisvert, at
hetta er fyrstu ferð, at fólkið
í einum landi hevur fingið
møguleika fyri at taka støðu
til hetta mál. Í Danmark
kom lutfalsval ígjøgnum
uttan fólkaatkvøðu við tí
broyting, sum varð gjørd í
stjórnarskránni í 1915.
Bretska valskipanin er
av sama slag sum vit hava í
teimum stóru demokratisku
londunum, í USA og í India
og annars víða hvar. Her
hava vit meirilutaval í
e i n m a n n ava l d ø m u m .
Høvdu vit havt hesa skip
an í Føroyum, skuldu vit
havt umleið 1500 fólk í
hvørjum valdømi. Hetta
hevði eitt nú havt ta av
leiðing,
at
Kollafjørður
við grannabygdum fekk
eitt umboð, sum skuldi
sannføra veljararnar um,
at bæði hesar bygdir og alt
Føroya land var betri fyri,
um so er, at hetta valevni
fekk undirtøku.
Nú varð henda skipanin
løgd fyri bretska fólkið, og
úrslitið var, at yvir tveir
triðingur av veljarunum
tóku undir við, at henda
skipanin er tann besta.
Prógvað er sostatt, at hon
hevur fólksins undirtøku,
og er tí tann rætta demo
kratiska valskipanin.