mánadagur 9. mai 2011síða 27
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mánadagur 9. mai 2011 · Nr. 53
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Hilmar Jan Hansen
FC Suðuroy, sum hevur sæð út sum
sterkasta liðið í 1. deild hjá monn
um higartil, fekk ikki leygardagin
ynskiliga
úrslitið
á
útivølli
í
Leirvík ímóti Víkingi. Einki mál
kom fyri steðgin, men sjálvt um
suðuroyarliðið kom framum eitt
korter inn í seinna hálvleik, helt
leiðslan sær bara í 10 minuttir, tá
Víkingur við brotssparki kundi
javna. Báðir partar høvdu møgu
leikar at avgera dystin, men einki
mál kom aftrat, og hóast stigamissin,
er FC Suðuroy framvegis einsamalt
á odda.
Hitt suðuroyarliðið, TB, dragnaði
eitt sindur, tá tað á heimavøllinum í
Hvalba ikki eydnaðist at fáa nakað
sum helst í dystinum ímóti einum av
hinum uppflytingarkandidatunum,
AB. Tvørturímóti fóru argjamenn
avstað við øllum, tá teir við tveimum
málum í seinna hálvleiki tryggjaðu
sær sigurin. Sum skilst, hevði AB
yvirvág tað nógva av dystinum og
vann uppiborið.
NSÍ ímillum
Teir næstbestu hjá NSÍ hava havt
nøkur góð úrslit á rað og hava nú
lagt seg millum FC Suðuroy og TB
á stigatalvuni. Hesa ferð var NSÍ á
vitjan hjá teimum næstbestu hjá
EB/Streymi, og við einum máli í
hvørjum hálvleiki eydnaðist teim
um gulu at vinna 20. Nú er tað
blivið til fýra sigrar á rað til NSÍ,
og tað røkkur altso til næstfremsta
plássið.
Ikki hevur gingist heilt eftir
vild hjá FC Hoyvík, men síðstu
dystirnar hevur sæð betur út, og
um vikuskiftið eydnaðist at vinna
grannauppgerðina ímóti HB við
einum máli. Hoyvíkingar byrjaðu
illa, men fingu kortini einasta málið
í dystinum, tá bara eitt korter var
farið, og eftir tað stóð FC Hoyvík
fyri tí mesta, hóast tað ímóti
endanum fyri tað nógva snúði seg
um at verja, tí liðið fekk ein spælara
útvístan, tá eitt korter var eftir.
Undan dystinum um vikuskiftið
var besta úrslitið hjá skálamonnum
ein
javnleikur,
og
eftir
fyrra
hálvleiki at døma, gjørdist tað
kanska einki mætari, nú næstbesta
manningin hjá 07 Vestur vitjaði, tí
hálvleiksstøðan var 00. Men eftir
steðgin gjørdi Skála bart og skoraði
fýra ferðir, so talan gjørdist um
ársins fyrsta sigur, ið enntá gjørdist
sera tryggur, tá avtornaði.
Suðuroyggin enn best fyri
Fótbóltur Hóast FC Suðuroy bara fekk javnt og TB mátti lúta, liggja tey bæði
suðuroyarliðini framvegis best fyri, tá tað snýr seg um møguleikan fyri uppflyting
ANNAr sigur Á rAÐ
FC Hoyvík, sum skuldi verið ein av uppflytingarkandidatunum, megnaði um vikuskiftið at vinna annan sigurin
á rað, tá spælt varð ímóti grannunum úr HB, og nú eru hoyvíkingar mitt á stigatalvuni
Mynd: Álvur Haraldsen
Hilmar Jan Hansen
Hjá
teimum
báðum
fremstu
kvinnuliðunum er eingin slingur í
valsinum, og bæði tvey vunnu sínar
dystir um vikuskiftið. Tað ger, at
hóast bara seks umfør eru farin,
eru AB og KÍ longu heili níggju stig
framman fyri næsta liðið.
AB tók hesa ferð ímóti Víkingini,
og hesin dysturin varð longu
avgjørdur fyri steðgin, tá tað var 31
til AB. Tað var tó Víkingur, ið fekk
betru byrjanina og legði seg á odda
í sjeynda minutti, men bara tríggjar
minuttir seinni hevði AB javnað.
AB fekk eitt mál aftrat í seinna
hálvleiki og er saman við KÍ á odda,
men hevur tó betri málúrtøku.
KÍ vann eisini sín heimadyst
hesa ferð, sum var ímóti B36 á
triðja plássi. Kvinnurnar úr Havn
hava annars havt eitt sindur av
viðgongd í síðstuni, men ímóti KÍ
var mótstøðan ov hørð. KÍ fekk eitt
mál í hvørjum hálvleiki og hevði
tamarhald á tí mesta, so orkan hjá
B36 fyri tað nógva fór til at verja.
Triði dysturin var á Skála, har
HB var á vitjan, og her hendi tað
óvæntaða, at HB fór avstað við
sigrinum, hóast Skála var á odda
10 og brendi brotsspark, ið vildi
økt um leiðsluna til 20. Sum skilst,
misti Skála eina tveir spælarar út
við skaða, og tað vísti seg ímóti
endanum, at HB megnaði at skora
tvær ferðir og vinna sín fyrsta sigur
hetta kappingarárið.
hilmarjan@sosialurin.fo
AB og KÍ fara avstað
KviNNuFótbóltur AB og KÍ vunnu sínar dystir
og eru nógv fremst í bestu kvinnudeildini, har HB-
kvinnurnar fingu sín fyrsta sigur hetta kappingarárið
Føroyska 1. Deild menn
nr. lið
dystir
vunni
javnt
tapt
+ mál - mál
+/-
stig
1 FC Suðuroy
5
4
1
0
17
7
+10
13
2 NSÍ II
5
4
0
1
15
5
+10
12
3 TB
5
3
1
1
15
5
+10
10
4 AB
5
3
0
2
15
7
+8
9
5 EB/Streymur II
5
3
0
2
12
9
+3
9
6 FC Hoyvík
5
2
1
2
8
12
-4
7
7 HB II
5
2
0
3
6
12
-6
6
8 Skála
5
1
1
3
7
10
-3
4
9 Víkingur II
5
0
2
3
3
12
-9
2
10 07 Vestur II
5
0
0
5
4
23
-19
0
Føroyska 1. Deild kvinnur
nr. lið
dystir
vunni
javnt
tapt
+ mál - mál
+/-
stig
1 AB
6
5
1
0
24
4
+20
16
2 KÍ
6
5
1
0
20
2
+18
16
3 B36
6
2
1
3
6
14
-8
7
4 Víkingur
6
1
1
4
14
18
-4
4
5 Skála
6
1
1
4
5
13
-8
4
6 HB
6
1
1
4
3
21
-18
4