mánadagur 9. mai 2011síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 9. mai 2011 · Nr. 53
28
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Uni Holm Johannesen
Tað harmar føroysku dómararnar,
at teir noyðast at veittra síni størstu
avbjóðing í dómarahøpi farvæl. Teir
taka ikki av møguleikanum at døma
fyrru mansfinaluna í Challenge
Cup millum portugisiska Benfica
og slovenska Cimos Koper.
– Tað er sera keðiligt, at vit eru
noyddir at vísa tilboðnum aftur.
Tað hevði verið okkara størsta
avbjóðing nakrantíð, sigur Eyðun
Samuelsen.
Orsøkin er, at Eyðun Samuelsen
fór av vøllinum við skaða, tá
bestu kvinnuliðini hjá Stjørn
uni og Neistanum spældu triðja
finaludystin um føroyameistara
heitið. Eyðun Samuelsen er fram
vegis ikki komin fyri seg, og hann
er ikki førir fyri at døma aftur í
bræði.
Tilboðið er greitt tekin um, at
føroysku dómararnir hava stað
ið seg væl í altjóða høpi. Teir
hava slóðað fyri í føroyskum
dómara høpi. Í februar dømdu teir
fjórðings finaluna millum týska
Lemgo og turkiska Besiktas. Í mars
runnu teir við floytuni í dystinum
í bólka spælinum í Champions
League millum týska SG Flensburg
Handewitt og HC Bosna Sarajevo
úr Bosnia. Tað var mett sum størsta
bragd í føroyskum hondbólti yvir
høvur.
Fyrri
finaludysturin
millum
Benfica og Cimos Koper verður
spæld ur sunnudagin.
uni@sosialurin.fo
Heri Simonsen
Valur eru nú einsamalt á odda
í
íslendsku
Pepsideildini
eftir
tvey umfør. Christian Restorff
Mouritsen, Pól Jóhannus Justin
ussen og Jónas Tór Næs byrjaðu
allir inni í útidystinum ímóti
Grindavík, sum á sinni hevði gomlu
Manchester Unitedkempuna, Lee
Sharpe, í sínum hópi. Valur vann
20 í Grindavík í gjár. Tað var eis
ini hálvleiksstøðan í dystinum.
Christian
Restorff
Mouritsen
spældi Arnar Sveinn Geirsson leys
an, sum ikki sveik álitið, men legði
Valur á odda 10, tá 19 minuttir
vóru spældi. 10 minuttir seinni økti
Guðjón Pétur Lýðsson til 20. Valur
hevði 10 skot á málið, og heimaliðið
hevði bara trý skot á málið hjá
Valur.
Christian var eyðsýndur
Christian Restorff Mouritsen hevði
bæði góð skot og stútara ímóti
Grindavíkarmálinum, sum tíverri
ikki góvu mál. Talan er um eina
rimmar byrjan hjá Vali, sum hevur
fingið seks stig í tveimum dystum
í íslendsku Pepsideildini. Í fyrsta
umfarinum vann Valur 10 á FH,
sum av íslendskum serfrøðingum
verður mett at vera favorittur at
gerast íslendskur meistari í ár.
Føroysku spælarnir hava allir bitið
seg fastar á liðið, sum eisini er
gott at vita hjá føroyska lands liðs
venjaranum, Brian Kerr, sum hevur
saknað fleiri spælarar sum spæla
fótbólt uttanlands sum fulltíðar
yrkisspælarar.
Stuttligt at koppa FH
Pól Jóhannus Justinussen heldur,
at tað var sera stuttligt at verða
við til at vinna á meistaraliðnum,
FH:
– Talan var um ein oddadyst
longu í tí fyrsta umfarinum, og tað
var sera gott, at vit megnaðu at
vinna hendan dystin, sigur hann.
Christian Restorff Mouritsen
tekur undir við Pól Jóhannusi
Justinussen.
– Eg helt, at tað var ein sera
spenn andi dystur. Tað var nógv
tosað og skrivað í Íslandi undan
dyst inum, og tað var stuttligt at
vera við til, og vit fingu júst tað
úrslitið, vit fóru eftir, greiðir hann
frá.
Tað hevur annars eisini gingið
væl hjá Vali og teimum føroysku
spælarunum í venjingardystunum
undan kappingarbyrjanini í Ís
landi.
Gott við føroyskum
liðfeløgum
Christian Restorff Mouritsen hevur
áður roynt seg sum fótbóltslærling
í Manchester, har hann var einsa
mallur føroyingur. Hjá honum er
eingin ivi um, at tað er gott at hava
nakrar føroyskar landsmenn á
liðnum.
– Tað ger tilveruna nógv lættari,
og tað blívur meira at takast við. Um
eg keði seg, kann eg altíð senda boð
eftir hinum føroyingunum, og so
kunnu vit fara út at hugna okkum,
og fara út at eta, og av tí sama trívist
eg nógv betur, staðfestir Christian
Restorff Mouritsen.
Pól Jóhannus Justinussen er
eisini sera fegin um tað góðu mót
tøkuna, hann hevur fingið í Vali.
Hann hevur áður royndarvant
í Brøndby í eina viku, har einki
menn iskja tosaði við hann.
– Hetta er nógv øðrvísi. Eg hevði
sáttmála beinavegin, tá eg kom yvir
til Reykjavíkar. Eg eri væl móttikin,
so sammett við upplivingina í
Brøndby, hevur talan verið um
eina ógvuliga jaliga uppliving, sigur
hann.
Hava byrjað inni fast
Christian Restorff Mouritsen stað
festir, at tað hevur gingið framúr
gott hjá øllum trimum føroy
ingunum í Vali.
– Síðani spæliloyvini komu
uppá pláss, so hava vit tríggir
regluliga byrja regluliga inni. Tað
hevur eisini gingið gott hjá okkum í
øllum dystunum higartil, staðfestir
Christian. Hann leggur tó herðslu á,
at tað er stór kapping um plássini.
Valur hevur breiðan hóp, og tí hava
teir tríggir føroyingarnir ikki ráð
at slaka til venjingar. Íslendska
fótbóltsdeildin er kropsliga hørð, og
tað passar Pól Jóhannusi rættiliga
væl. Christian Restorff Mouritsen
leggur kortini dent á, at Valur er
millum liðini, sum spæla tekniskan
fótbólt, og tað passar honum væl.
Valur fyllir 100 ár í ár, og tí hevur
felagið eitt brennandi ynski um at
vinna tað íslendska meistaraheitið.
Livst so spyrst.
Christian og Pól Jóhannus
fremja Vala-verk
Fótbóltur Valur er av sonnum føroyingafelagið í bestu íslendsku fótbóltsdeildini. Christian Restorff
Mouritsen og Pól Jóhannus Justinussen stórtrívast í gamla stórfelagnum í Reykjavík, sum fyllir 100 ár í ár
Veittra størstu avbjóðingini farvæl
Hondbóltur Evropeiska hondbólts
sambandið heitti á Andreas F. Hansen
og Eyðun Samuelsen at døma fyrru
mansfinaluna í Challenge Cup. Føroysku
dómararnir hava givið avboð
Eyðun Samuelsen er framvegis
skaddur, og hann er ikki førur
fyri at døma fyrra finaludystin
Mynd: Álvur Haraldsen