Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-09, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. mai 2011síða 29

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Mánadagur 9. mai 2011 · Nr. 53 Sosialurin Ítróttarblaðið Uni Holm Johannesen Havnar Fimleikafelag situr á trón­ ini í estetiskum fimleiki. Tað eru úrslitini um vikuskiftið bestu døm­ ini um, tí felagið vann gull hjá gent­ um, unglingum og kvinnum. Støkk og Ljósið hava annars givið Havnar Fimleikafelag góða mót støðu í kappingunum fyrr í ár. Tá vóru tað ikki nógv stig, sum skilti liðini. Munurin var heldur ikki stórur hesaferð, men tað eydnaðist hin vegin ikki at koppa Havnar Fim­ leikafelag av trónini. 0,2 stig hjá unglingum Genturnar løgdu fyri og sýndu fram fyri stóru mannamúgvuni, sum hevði leitað sær í høllina á Hálsi. Ljósið var nummar tvey. HF fekk 14,55 stig, og Ljósið fekk 13,80 stig. Munurin var serstakliga lítil hjá unglingunum – bara 0,2 stig. Har var Støkk næsta liðið í røðini. Kappingin hjá kvinnunum var ikki minni spennandi. Havnar Fimleika­ felag var 0,71 stig framman fyri Ljósið, og føroyameistararnir vunnu sær samstundis rættin at lut taka í heimsmeistaraskapinum, sum verður í juni. Ítróttarsosialurin ynskir Havnar Fimleikafelag hjartaliga tillukku við flottu úrslitunum. uni@sosialurin.fo Havnar Fimleika- felag vann alt Fimleikur Hini liðini stóðu ikki Havnar Fimleikafelag kurl í estetiskum fimleiki um vikuskiftið. HF var fremst hjá gentum, unglingum og kvinnum ÚRSLITINI GeNTur: 1. Havnar Fimleikafelag A . . . . . . . . . . . . . 14,55 2. Ljósið . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 13,80 3. Støkk . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 12,50 4. Havnar Fimleikafelag B . . . . . . . . . . . . . 12,06 uNGliNGAr: 1. Havnar Fimleikafelag A . . . . . . . . . . . . . 14,78 2. Støkk . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 14,58 3. Ljósið . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 14,26 4. Havnar Fimleikafelag B . . . . . . . . . . . . . 12,55 kViNNur: 1. Havnar Fimleikafelag . . . . . . . . . . . . . . 15,81 2. Ljósið . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 15,10 Gentur Myndir: Hannis Wardum Unglingar Kvinnur