mikudagur 11. mai 2011síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 11. mai 2011 · Nr. 54
4
Sosialurin
Leo Poulsen
Tann skuldsetti greiddi frá,
at hann um dagin hevði verið
inni hjá einum vinmanni, og
har hevði hann fingið eini 4-5
gløs av víni.
Síðani var hann farin
heim til sín sjálvs, har hann
átti eina ginfløsku, sum hann
legðist á. Tann skuldsetti helt,
at hann mundi drekka einar
4-5 snapsir av hesi fløskuni
eisini.
Ein bróðursonur hansara
var komin heim við skuld-
setta manninum, og teir báðir
skuldu so fara undir at gera
nátturða. Men alt í einum var
tann skuldsetti burtur.
Hann var tá farin yvir
til grannakonuna, sum var
einsamøll inni við trimum
smærri børnum. Við løg regl -
una segði granna konan, at
maðurin var serliga ágang-
andi, tá hann hevði drukkið,
og mána kvøldið var hann
ónærisligur í munninum, og
segði fleiri ferðir við granna-
konuna, at hon kundi »fara
til helvitis«.
Grannakonan fekk tó tosa
mannin upp í lag, og hesin fór
síðani heim aftur til sín sjálvs.
Heima illneitaðist hann alla
tíðina inn á grannakonuna,
og at enda fór hann yvir aft-
ur til hana.
Grannakonan sá tó, at
mað urin kom aftur, og fór tí
út um. Uttan fyri var skuld-
setti maðurin nú so óður,
at hann veipaði við einum
felliknívi móti grannakonuni
og hótti fleiri ferðir við at
drepa hana.
Breyt úthurðina
Av tí at maðurin var so fullur,
fekk grannakonan vart fyri
sær, og við felliknívinum
sveiggjandi 20-30 sentimetrar
frá sær, valdi konan at sleppa
sær innar í húsini aftur, har
hon læsti dyrnar.
Hetta helt ikki illa mann-
inum aftur, og hann gjørdi
ikki mætari enn at taka ein
umleið fimm kilo tung an
stein og breyt rútin í út hurð-
ini.
Hann royndi síðani at
stinga armin inn gjøgnum
brotna rútin og lata hurðina
upp innanífrá, men i fyrsta
umfari sló konan mannin í
armin við einum skóhorni.
Aðru ferð eydnaðist kortini
manninum at fáa latið út-
hurðina upp, men tá hann
skuldi sleppa sær inn, sló
konan hann í høvdið við skó-
horninum.
Hetta fekk mannin at
venda út aftur, men tá hann
varnaðist, at hann bløddi
í høvdinum, østi hann seg
aftur og vendi við, men kom
tó ongantíð rættiliga inn.
Í staðin vendi hann til
hús ar aftur, og her pjøssaði
bróð ur sonurin eitt sindur
um hann. Skuldsetti maðurin
bannaði og blótaði inn á
granna konuna, og var fleiri
ferðir við at reistast aftur
fyri enn einaferð at fara inn
til hana, men nú helt bróður-
sonurin honum aftur.
Í meðan hevði konan ringt
eftir løgregluni og eisini eftir
fólki, hon kendi, og umleið
ein tíma eftir, at maðurin á
fyrsta sinni hevði verið á gátt
hjá grannakonuni, handtók
løgreglan hann.
Dýrandi fullur
Í
grundlógaravhoyringini
greiddi skuldsetti maðurin
frá, at hann ikki skilti, hví
hann hevði verið so illur inn
á grannakonuna. Hann segði,
at tey til gerandis vóru væl,
og at eingin illvilji var teirra
millum.
Hann segði eisini, at hann
bert mintist í brotum hvat
var farið fram, men at tað
stóð rættiliga klárt, at hann
hevði tikið steinin og brotið
rútin í úthurðini inn.
Men hví hann hevði gjørt
hetta, visti hann ikki.
Hann mintist heldur ikki,
at hann skuldi havt hótt
grannakonuna, hvørki munn-
liga ella við felliknív inum.
Eisini
løgreglan
stað-
festi, at maðurin var dýr-
andi fullur. Sambært politi-
frá greiðingini var hann so
ávirk aður, at hann ikki tosaði
saman hangandi, og at hann
var ov fullur at avhoyra um
kvøld ið.
Bróðursonurin
hevði
sagt løgregluni, at skuldsetti
maðurin byrjaði at drekka av
einari ginfløsku beinanvegin
teir komu inn til mannin, og
at hann gjørdist rættiliga
full ur.
Grannakonan segði løg-
regluni, at maðurin stundum
kom á gátt at vitja, men at
hon ikki legði í at fáa mannin
inn tá hann var fullur, tí hann
førdi seg fram, sum átti hann
alt húsið, og tað brýggjaði
hon seg ikki um.
Eisini var hann ljótur í
munn inum, serliga tá hann
hevði drukkið, men so ringt,
sum tað var mánakvøldið,
hevði tað ikki verið áður.
Ákærin bað um, at maðurin
varð
varðhaldsfongslaður
í 14 dagar, meðan løgreglan
kannaði málið liðugt. Ákærin
førdi fram, at skuldsetti
maðurin kundi ávirka vitni,
varð hann latin leysur.
Verjin segði hinvegin, at
málið mátti metast at vera
fult uppklárað, og tí var
eing in orsøk til at varðhalds-
fongsla mannin.
Dómarin gav tó ákær an-
um rætt í, at maðurin kundi
ávirka vitnir, og løgreglan
hevur nú 14 dagar at kanna
mál ið liðugt, meðan 62 ára
gamli maðurin situr varð-
halds fongsl aður.
Hótti grannakonu
við felliknívi
Ein 62 ára gamal maður varð í grundlógaravhoyring í gjár varðhaldsfongslaður i 14 dagar fyri hóttanir móti
einari grannakonu og herverk móti húsum hennara. Tað kann kosta honum upp til hálvtannað ára fongsul
62 ára gamli maðurin hótti grannakonuna við felliknívi og segði fleiri ferðir, at hann skuldi drepa hana
Modellmynd: Jens Kristian Vang