mikudagur 11. mai 2011síða 3
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Mikudagur 11. mai 2011 · Nr. 54
Sosialurin
kappingin
Summar
Nú leggja báðir miðlarnir til brots
aftur, í samstarvi við Atlantsflog,
við eini einfaldari, men kortini sera
spennandi kapping.
Fyri at vinna hesar góðu vinn
ingarnar, skalt tú í roynd og veru
bert svara rætt uppá fimm spurn
ingar. So ert tú við.
Mannagongdin er henda: Hvønn
dag, tá Sosialurin kemur út, fer Rás2
– millum klokkan 9 og 12 at seta
fokus á summarkappingina og tað
ávísa ferðamálið á rutunetinum hjá
Atlantsflogi. Talan er um mánadag,
mikudag og fríggjadag.
Fyri at vera við, skulu fólk
framm anundan senda eitt sms til
1941 við tekstinum: summar. Hvørt
sms kostar 20 kr. + vanligan takst.
Millum tey ið hava sent inn, verður
drigið um hvør sleppur ígjøgnum
í studio. Hesin lurtarin fær fimm
spurningar, og klárar hann at svara
rætt upp teir allar innan ávísa tíð,
hevur hann vunnið ein ferðaseðil
við uppihaldi í Billund fyri tveir
persónar eitt ávíst tíðarskeið.
Svarini uppá hesar fimm spurn
ing arnar eru at finna í Sosialinum
frammanundan. Tí kann ein lætt
liga svara spurningunum, meðan
ein situr við blaðnum frammanfyri
sær.
Vælkomin at vera við. Og góða
ferð til Billund fyri tann hepna!
Einføld summarkapping
við stórum vinningum
Aftur í summar bjóðar Sosialurin til eina
spennandi kapping, hesaferð í samstarvi við
Rás2. Kappingin byrjaði 9. mai og varir henda
mánaðin út, har flogferðir við uppihaldi verða
burturlutaðar tríggjar ferðir um vikuna.
Hesi sleppa til Billund
Mánadagin fór summarkappingin av bakkastokki. Sum ein part av kapp
ing ini skuldu fólk svara rætt uppá fimm spurningar úr blaðnum, sum við
gjørdi økið kring Billund.
Tann sum svaraði rætt uppá teir fimm spurningarnar eftir einum minutti
var Ása Beder, Sýrugøta 7 í Hoyvík.
Hon fær eina ókeypis flogferð fyri 2 til Billund við uppihaldi á hotelli.
Vit ynskja Ásu tillukku.
Niels Finsensgøta 11, Tórshavn, 318300
Nýggjur Noa Noa
handil í Tórshavn