týsdagur 12. mars 2002síða 16
‹ fyrra síða allar 42 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 49 - 12. mars 2002
Nr. 49 - 12. mars 2002
31
-Úrslitini koma at
seinka boringunum
av komandi leiti-
brunnum á føroyska
landgrunninum.
Hetta nýtist tó ikki
sum frálíður at verða
ein vansi ella afturstig
fyri føroyska olju-
leiting. Tað er ikki
altíð avgerandi, nær
brunnarnir verða
borðaðir, men heldur
at teir eru væl fyri-
reikaðir og boraðir í
tey leitimiðini, ið
hildin verða at geva
størst møguleika fyri
at finna olju ella gass
segði Eyðun Elttør
m.a. í tá hann í farnu
viku legði frágreiðing
um oljumál fram
FRÁGREIÐING UM
OLJUMÁL
Jan Müller
Í farnu viku legði Eyðun
Elttør,
landsstýrismaður
drúgva frágreiðing fyri
tingið um oljumál. Hetta er
í tráð við at tað í § 44 í
kolvetnislógini er ásett, at
“….landsstýrið
skal
í
minsta lagi annað hvørt ár
leggja fram fyri tingið
frágreiðing, sum skal verða
grundarlag fyri einum olju-
politiskum orðaskifti….” Í
tingsetuni 1999/2000 varð
lógaruppskotið um fyrsta
útbjóðingarumfar
lagt
fram, og varð tá gjørt vart
við, at drúgvu viðmerking-
arnar komu ístaðin fyri eina
sjálvstøðuga
frágreiðing
um oljumál.
Í hesi fyrstu veruligu §
44-frágreiðingini er dentur
lagdur á at geva eina breiða
lýsing av føroyskari olju-
vinnu, soleiðis at flestøll
evni av týdningi eru tikin
við.
Í framløgurøðu síni vísti
landsstýrismaðurin á, at
fremsta málið við oljuleit-
ing er at staðfesta, um olja
og gass í rakstrarverdum
nøgdum eru at finna í
okkara undirgrund. Er talan
um slíkar nøgdir, er fyrsta
og fremsta uppgávan at
syrgja fyri, at hesi kolvetni
verða troytt á mest skyn-
sama hátt.
- Eg nevni hetta lutvíst tí
tað er hetta málið, sum fær
flestu tjóðir við møguleika
fyri
oljuframleiðslu
at
leggja dent á leitiskyldur-
nar hjá oljufeløgum heldur
enn t.d. loyvisgjald, tá
loyvini verða veitt, og lut-
víst tí tað í samfelagskjak-
inum tíðum verður lagdur
ov stórur dentur á viður-
skifti, sum fylgja við ella
eru avleiðing av oljuleit-
ingini. Vit eiga alla tíðina at
minnast til, at málini við
føroyskari oljuvinnu bara
kunnu náast í fullan mun,
um oljuframleiðsla eina-
ferð gerst veruleiki.
Eftir at leiti- og fram-
leiðsluloyvini vórðu veitt í
august 2000, hava myndug-
leikar, eisini aðrir enn olju-
málastýrið, og oljufeløg
arbeitt miðvíst fram ímóti
at fyrireika leitiboringar-
nar, sum vóru gjørdar á
føroyska landgrunninum
seinasta summar.
Arbeiðsskyldurnar, sum
eru ásettar í loyvunum,
fevna um 8 leitiboringar,
seismiskar o.a. kanningar á
einstøku loyvisøkjunum,
umframt aðrar meira vís-
indaligar
kanningar
á
landgrunninum sum heild.
Skyldurnar við leitiboring-
um eiga at vera nóg mikið
til at staðfesta um kolvetni
finnast á loyvisøkjunum.
Eyðun Elttør vísti í røðu
síni eisini á úrslitini frá
oljuboringunum í fjør. -Um
vit hyggja nærri eftir úr-
slitinum av boringunum í
summar, mugu vit ásanna,
at tað ikki gekst heilt sum
væntað. Økini, sum framm-
anundan vóru mett at verða
tey mest spennandi, vístu
seg bert at innihalda smáar
nøgdir av kolvetni. Hin-
vegin vóru munandi nøgdir
av olju funnar í djúpari
jarðarløgum, har vánirnar
frammanundan ikki vóru
mettar serliga góðar. Eg
haldi, at fyri føroyska økið
sum heild er umráðandi, at
vit hava staðfest eina virkna
kolvetnisskipan. Tá tað er
sagt, so krevur oljufundurin
hjá Faroes Partnership við
Amerada Hess á odda, at
bæði oljumyndugleikar og
oljufeløg mugu endurskoða
jarðfrøðiligu myndlarnar,
ið lógu til grund fyri fyrstu
leitiætlanunum.
Landsstýrismaðurin helt
tí, at vit í fyrstu atløgu
mugu vit rokna við, at
úrslitini koma at seinka
boringunum av komandi
leitibrunnum á føroyska
landgrunninum. Hetta nýt-
ist tó ikki sum frálíður at
verða ein vansi ella aftur-
stig fyri føroyska oljuleit-
ing. Havandi endamálið við
oljuleitingini – tað at finna
olju og gass – í huga, er tað
ikki altíð avgerandi, nær
brunnarnir verða borðaðir,
men heldur at teir eru væl
fyrireikaðir og boraðir í tey
leitimiðini, ið hildin verða
at geva størst møguleika
fyri at finna olju ella gass.
Ásetingarnar í loyvunum
um ymiskar vísindarligar
kanningar
kunnu
hava
stóran týdning fyri fram-
tíðar oljuleiting á føroyska
landgrunninum. Við loyv-
unum
sum
grundarlag
hevur Jarðfrøðisavnið sam-
an við loyvishavarunum
tikið stig til eitt samtak –
nevnt Sindri – har umleið
40 milliónir kr. skulu nýtast
til ymsar jarðfrøðiligar og
kanningartøkniligar verk-
ætlanir komandi 5 – 6 árini.
Dentur verður serliga lagd-
ur á verkætlanir, ið kunnu
bøta um útlitini fyri olju-
leiting á basaltøkjum.
Sum skilst verður virk-
semið á føroyska land-
grunninum í nærmastu
framtíð neyvan eins víð-
fevnt og føroyska vinnan
hevði væntað. Hetta kann
sjálvandi vera óheppið,
men hinvegin skilja flestu
fyritøkurnar, at luttøka í
oljuvirksemi tekur tíð, og
skal roknast sum ein íløga í
framtíðina heldur enn løtu-
vinningur. Eg kann bara
vóna, at tær fyritøkur, sum
longu hava veitt vørur og
tænastur til oljuvinnuna,
søkja og fáa uppgávur aðra
staðni,
t.d.
á
bretska
landgrunninum. Á tann hátt
kunnu tær fáa royndir, sum
koma teimum til góðar, tá
størri virksemið tekur seg
upp aftur á føroyska land-
grunninum.
Annað loyvisumfar
Landsstýrismaðurin nam
síðani við eitt møguligt
annað loyvisumfar. -Fyri at
halda eitt støðugt leitivirk-
semi, er vanligt aðrastaðni
at hava nýggj útbjóðingar-
umfør við jøvnum millum-
bilum, t.d annað ella fjórða
Í leitiloyvunum er ásett, at
oljufeløgini skulu brúka
tilsamans umleið 85 milli-
ónir yvir 6 ár til førleika-
menning. Til
tess
at
tryggja,
at
peningurin
kemur so væl til sættis
sum møguligt, varð gjørt
av, at loyvishavararnir
saman við vinnulívinum
og útbúgvingarverkinum
skuldu finna verkætlanir,
sum eru førleikamenn-
andi. Oljumálastýrið skal,
áðrenn farið verður undir
slíkar verkætlanir, góð-
kenna at stuðul verður
latin av upphæddini, ið er
markað til førleikamenn-
ing segði Eyðun Elttør og
vísti á, at tað hevur verið
fílst á, at vit ikki settu krav
um, at peningurin til før-
leikamenning varð settur í
ein grunn, sum føroyskir
myndugleikar høvdu ræði
á, heldur enn at lata olju-
feløgini sjálvi verða við til
at gera av, hvat peningurin
verður nýttur til.
Í sambandi við loyvis-
veitingina, var tankin um,
at oljufeløgini skuldu seta
peningin til førleikamenn-
ing í ein grunn, havdur á
lofti. Tankin var kortini
skjótt sleptur aftur. Hildið
varð, at oljufeløg, ið fara
undir leiting á føroyskum
øki, ikki eiga at sleppa
undan at taka lut í
føroyska samfelagslívin-
um, og í hesum sambandi
eisini vera við til at eyð-
merkja ætlanir, sum tey
halda tað vera skilagott at
stuðla. Somuleiðis varð
mett, at fyri føroyska
vinnu kann sjálvt sam-
skiftið við altjóða oljuídn-
aðin vera mennandi. – Lat
meg so leggja afturat, at
verður øll upphæddin til
førleikamenning
ikki
brúkt í 6-ára leitiskeið-
num, kann restupphæddin
verða
latin
í
grunn.
Annaðhvørt ein grunn, ið
verður stovnaður til enda-
málið, men skilabetri er
helst at lata upphæddina í
onkran verandi grunn, t.d.
granskingargrunnin vísti
Eyðun Elttør á í tinginum í
farnu viku.
Skattainntøkurnar til før-
oyska landskassan í 2001
frá útlendingum, sum
starvaðust í frálanda-
vinnuni, og frá víddar-
gjøldum, sum loyvis-
havararnir gjalda fyri
leitiøkini, var umleið 20
milliónir krónur. Um-
framt hetta kemur skattur
frá útlendskum veitara-
feløgum, sum ikki er
uppgjørdur enn, og skatt-
ur frá føroyskum feløg-
um og persónum. Fyri
føroyingar og føroyskar
fyritøkur verður oljuvirk-
semið ikki uppgjørt fyri
seg, og tí er torført við
vissu at siga nakað um
úrtøkuna fyri landskass-
an vísti Eyðun Elttør á á
tingi í farnu viku.
Fíggjarmálastýrið hev-
ur vegna samgonguna
arbeitt við einum upp-
skoti um ein búskapar-
ella oljugrunn, sum tað
tíverri ikki eydnaðist at
fáa lagt fram í hesi ting-
setuni. Í hesum arbeiði
havi eg lagt dent á, at
framleiðslugjaldið, ið er
heimilað í oljuloyvunum,
skal beinleiðis í lands-
kassan, tí endamálið við
framleiðslugjaldinum var
at útvega landskassanum
inntøkur frá kolvetnis-
framleiðsluni, so skjótt
hon byrjaði.
20 mill. kr. inn
í oljuskatti
Skilagóð førleika-
menning
Vánaligu úrslitini í oljuleiting:
Nýtast ikki at vera vansi
ella afturstig
Eyðun Elttør, landsstýrismaður í oljumálum: - Um úrslitið av oljufundinum í summar ikki vísir
seg at goyma rakstrarverdar nøgdir, fer tað at ávirka vónirnar til at finna olju í djúpari
fláunum aðrastaðni á landgrunninum. Avbjóðing hjá oljumyndugleikunum verður tá at tryggja
ein framhaldandi áhuga fyri føroyska økinum
Framhald á síðu 35
STEMPIL OG SKRÚVU
KOMPRESSARIR
Fáast í flestum støddum til øll endamál
verkstøð. fiskavirkir, alibrúk, entreprenørar v.m.
Stationerir og transportablir
størri samt smærri
Heilsøla, smásøla og umboð - Tel. 315600 - Fax 318008
JABSCO
www.faroeyard.fo · E-mail: sale@faroeyard.fo
P/F Tórshavnar Skipasmiðja
Tel: 31 11 55 · Fax: 31 11 25
P/F Skipasmiðjan á Skála
Tel: 44 11 55 · Fax: 44 11 25
24 tíma Vakt
tlf: 21 11 55
Skráseting Føroya hevur
í dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. Sp/f
1423, Sp/f Norðoya
Fruktsøla-Nor Fodd, 700
Klaksvík.
Nevnd:
Farin úr nevndini: Korinta
Lindberg, Garðavegur 13,
700 Klaksvík
Innkomin í nevndina:
Maria Lindberg,
Víkavegur 133, 700
Klaksvík.
Skráseting Føroya tann 8.
mars 2002
Kristin Balle
_____________________
Skráseting Føroya hevur
í dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. P/F 1018,
P/F Skemman, 100
Tórshavn.
Stjórn:
Farin frá sum stjóri:
Steiner Hansen, 650
Toftir.
Innkomnir sum stjórar:
Dan Hansen, Suðurrás 7,
100 Tórshavn og Signar
Johannesen, Torkilsgøta
19, 188 Hoyvík.
Skráseting Føroya tann 8.
mars 2002
Kristin Balle
_____________________
Skráseting Føroya hevur
í dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. P/F 3291,
P/F D.J.W., 100 Tórshavn.
Viðtøkur broyttar:
25.02.2002.
Adressa: 370 Miðvágur
Nýggjur heimstaður:
Miðvágs Kommuna
Skráseting Føroya tann 8.
mars 2002
Kristin Balle
_____________________
Suðurstreymoyar
Javnaðarfelag
Aðalfundur
Aðalfundur felagsins verður 13.mars 2002 kl.1930.
Fundurin verður í hølunum hjá Starvsmanna-
felagnum, J. H. Schrøtersgøta 9.
Dagsskrá:
1. Val av fundarstjóra
2. Frágreiðing frá stjórnini fyri farna árið
3. Framløga av grannskoðaðum roknskap
4. Val av skattmeistara
5. Val av einum stjórnarlimi
6. Val av tveimum tiltakslimum tilstjórnina
7. Áseting av limagjaldi
8. Uppskot frá nevndini um lógarbroytingar
9. Ymiskt
Nevndin
Suðurstreymoyar
Javnaðarfelag
Aðalfundur
Aðalfundur felagsins verður 13.mars 2002 kl.1930.
Fundurin verður í hølunum hjá Starvsmanna-
felagnum, J. H. Schrøtersgøta 9.
Dagsskrá:
1. Val av fundarstjóra
2. Frágreiðing frá stjórnini fyri farna árið
3. Framløga av grannskoðaðum roknskap
4. Val av skattmeistara
5. Val av einum stjórnarlimi
6. Val av tveimum tiltakslimum tilstjórnina
7. Áseting av limagjaldi
8. Uppskot frá nevndini um lógarbroytingar
9. Ymiskt
Nevndin
Fótbóltur 2002
- serútgáva í litum frá Sosialinum
Aftur í ár gera vit eitt fótbóltsblað, har vit royna at
leiða lesaran eitt sindur meira afturum leiktjøldini
enn vanligt. Tosað verður við leikarar, venjarar og
leiðarar, sum hvør í sínum lagi hava givið til kennar
sínar hugsanir og ynski.
Fyritøkur og onnur, ið ynskja at lýsa í hesari
serútgávu, eru vælkomin at venda sær til okkara fyri
at fáa nærri upplýsingar.
Deadline fyri at fáa lýsingar inn er 20. mars.
Ringið til Sosialin 311820, og tosið við:
Anju Weihe
Marknaðardeildin
anja@sosialurin.fo
C
M
Y
K
31
30