Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-12, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. mars 2002síða 15

‹ fyrra síða allar 42 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 • Nr. 50 - 13. mars 2002 Nr. 50 - 13. mars 2002 • 29 Hann var við Sunda- bergi, tá ið hann sakk fyri 30 árum síðan. - Vit høvdu eini 450 tons inni, tá ið vit fóru at sigla heim. Høvdu siglt eini 4 samdøgur, tá ið vit varnaðust, at skipið var farið at leka. Veðrið var sjaskut. Eg sá skjótt, at einki var at gera enn at fara í bjargingarbátarnar. Vit fóru í 5 bátar. Var ongantíð bangin, men hvíldi í vissuni um, at heima vóru fólk, ið hvønn dag bóðu fyri okkum. Visti, at sjálvt um tey ikki kendu tann vanda, vit vóru í, so vóru vit altíð í tonkum og bønum teirra, sigur Benjamin Joensen, sum var skipari umborð á Sundabergi, tá ið trolarin sakk FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Benjamin ella Benni, sum hann verður róptur, er fødd- ur og uppvaksin í Klaksvík, borin í heim í barnaheimi sínum í Gerðum, 12. de- sember 1927. Foreldrini vóru Malvina, fødd Steffensen, úr Árnafirði og Jákup Joensen, kongsbóndi í Gerðum. Meginpartin av lívi sín- um sigldi Benni sum stýri- maður og skipari við trolar- um hjá Kjølbro. Tá hann í 1996 gavst at sigla, hevði hann siglt sum langfara- fiskimaður í fimti ár. Fyri nøkrum árum síðani keypti hann sær ein AWI 27 bát, sum hann rør út við, tá ið veðrið er til vildar. Hóast hann fyllir 75 í ár, er hann enn líka fimur sum ein unglingi. Hugurin til sjógvin, sum hann hevur havt frá blaðungum av, er enn tann sami, og tað skal nógv til at halda Benna við hús. Sosialurin hevur skift orð við henda mannin, sum nógvir fiskimenn kenna sum sín stýrimann og skipara. Byrjaði við Skálabergi Benjamin fór sín fyrsta túr til skips, sum 18 ára gamal í juli 1946. Hetta var við tí fyrsta Skálabergi, sum var merktur TN, tí Kristian Holm í Havn var annar eigarin. Skálaberg var damptrolari og tók góð 100 tons av saltfiski. Teir fiskaðu tosk og hýsu, og hetta var ein ísfiskatúrur, sum vardi einar 14 dagar. - Eg fór ikki niður við at selja, tí eg hevði fingið nóg mikið av sjólívinum. Var ringur av sjóverki og fekk illa verið við í arbeiðinum. Hevði gingið í realskúla, og á túrinum ráddu summir av manningini mær til at fara aftur á skúlabonk, so eg kundi fáa onkra útbúgving. Helst hava teir koldømt meg sum sjómannn, sigur Benjamin og smílist. Hendan túrin royndu teir á Eysturlandinum, og veðrið var stak ólagaligt. - Mitt á túrinum lógu vit eitt samdøgur undir Langa- nesi, og var hetta einasti dagur á túrinum, har sjóverkurin ikki plágaði meg. Hvaðani stavar so áhugin hjá Benna fyri sjólívinum? - Eg eri bóndasonur, uppvaksin uppi í Gerðum, beint við Borðoyarvík. Sum vera man, fór stórur partur av barnaárunum niðri í fjørðuni, niðri í Møl, sum vit kalla tað. Abbi mín, Jógvan Joensen, kallaður Gardar, átti saman við pápa og tveimum pápabeiggjum mínum, Richard og Hugo, motorbátin Polaris. So ofta, sum til bar, vóru vit við pápa, tá ið hann førdi farm, eitt nú skerv, oljutunnur og kol. Eldru beiggjar mínir vóru til skips, og man alt hetta tilsamans hava vakt hugin til sjógvin. Hvat søgdu foreldrini, tá ið tú blaðungur vildi sleppa til skips? - Mamma var ógvuliga kedd. Hon vildi hava meg at halda fram at ganga í skúla, tá ið tey fyrstu sjey árini vóru lokin, so eg kundi fáa eina útbúgving. Eg hevði evnir at læra, og fleiri vóru tey, ið royndu at ávirka meg at fara aftur í skúla. Eftir at hava um- hugsað meg í nakrar dagar, gjørdi eg so av at fara í realskúla. Eg minnist ong- antíð pápa hava blandað seg uppí mínar ætlanir við lívinum, men hann helt okkum altíð til arbeiðis. Frá smádreingi av, tóku vit lut í øllum fyrifallandi arbeiði við kríatúrum, fjalli og jarðarbrúki. Hvussu fall sjólívið tær, tá ið tú so umsíðir fór til skips? - Hóast ringu byrjanina, læt eg meg longu summarið eftir yvirtala at fara á Suðurlandið við snøri, og var eg við Esther tveir túrar tað summarið. Framvegis plágaði sjóverkurin meg, og kann eg siga, at eg í eini 25 ár plágaðist av sjóverki fyrstu dagarnar á hvørjum túri. Men hugurin til sjógv- in, sum eg hevði frá smá- dreingi av, var ikki so at sleppa av við. Benni sigur, at undan- tikið fyrsta túrin við Skála- bergi, dámdi honum ser- stakliga væl sjólívið. - Men longu fyrstu túrar- nar sá eg, at snørismaður skuldi eg ikki verða. Um heystið í 1947 fór hann við Polarfarinum, sum var skonnart, bygd í Dan- mark og umbygd til trolara í 1946-1947. - Trolaralívið dámdi mær ógvuliga væl, so væl, at eg ongantíð hugsaði um at fáa mær arbeiði á landi, sigur hann. Hevur verið við nógvum skipum Benni hevur verið við ein- um hópi av skipum til- samans. Sum nevnt, byrjaði hann við Skálabergi; síðan var hann við Ester, og eftir tað var hann við Polarfarinum í fýra ár. Síðan við Atlants- farinum. Í 13 ár var hann við bóndanum, Jóannesi Paturssyni. Árini 1951- 1961 var hann dekkari um- borð. Hann var 2. stýri- maður ein túr, síðan 1. stýrimaður, meðan Samson Samson var skipari. Teir sigldu saman í nógv ár. Áðrenn Benni fór um- Benjamin Joensen í Klaksvík: Sigldi við langfaraskipum í fimti ár Her situr Benjamin Joensen í fjálgu stovu síni. Fyri 30 árum síðani var hann skipari á Sundabergi, sum sakk undan 38 monnum. Teir fóru í fimm bjargingarbátar og allir vórðu bjargaðir í øllum góðum C M Y K 29 borð á Sundaberg, var hann eitt skifti við Pállsdrangi. Við Sundabergi var hann í 8 ár, til skipið sakk í 1972. - Eftir at Sundaberg var sokkin, varð eg biðin um at føra Kap Farvel, sum vestmenningar áttu. Eg førdi skipið tveir túrar. Í 1973 fór hann við síðu- trolaranum, Skálabergi, sum var bygdur í Týsk- landi. Benni førdi skipið, til hann sjálvur sigldi trolaran niður til Spaniu til upp- høggingar. Hetta var í juli 74. - Um heystið 1974 fór eg við nýbygda hekkutrolar- anum, Sundabergi. Eg sigldi sum 1. stýrimaður og avloysti sum skipari. Var við Sundabergi til seint á sumri 1975. Tað var sein- asta árið, langfaratrol- ararnir høvdu loyvi at royna undir Íslandi. Í januar 1976 fekk Benni hekkutrolaran, Sjúrðarberg, at føra, og førdi hann skipið, til hann varð seldur um heystið 1977. - Í apríl 1978 fór eg sum skipari við Svalbard, sum Rávan v/ A. Absalonsen átti. Svalbard var sum kunnugt rækjuskip. Eg førdi skipið til í mars 1980, tá ið teir fóru niður til Afrika at fiska. Í mars/apríl 1980 fór Benni við Skálabergi sum 1. stýrimaður og skipari, og var hann umborð har í 8 ár. Úr stjórastarvi og aftur til sjós Á vári í 1989 varð Benni settur sum stjóri hjá P/F Kósaskip, men longu í mai 1990 fór hann aftur til skips, tá ið hann fekk kjans sum skipari hjá einum norskum/grønlendskum felag. - Sjólívið hevði fram- vegis mín størsta áhuga, so tað var ikki ringt hjá mær at siga starvið á landi frá mær. Men júst um hetta mundið minkaði toskurin undir Grønlandi burtur í einki, so tíðin hjá mær har gjørdist stutt. Í 1993 keypti Fariba v/ Olafi Nielsen trolararnar, Nónhamar og Skálaberg, til fiskiskap í Barnetshavinum av russiskari kvotu. - So, um heystið 1993 fór eg at føra skip hjá Fariba, fyrst Nónhamar, sum tá kallaðist Saida og síðani Skálaberg, sum kallaðist Captain Naumov. Mín seinasti túrur var við Cap- tain Naumov á heysti í 1996. Tá fór skipið aftur til Murmansk, tí samarbeiði millum Fariba og russar helst uppat. Tá hevði eg verið langfarafiskimaður í fimti ár. Benni vísir á, at hetta vóru hansara seinastu túrar til skips, men eisini hansara bestu, - Eg hevði einki annað at hugsa um enn at fiska; ongar kvotur at hava altit til, ongar stongdar leiðir, ongar fráboðarnir um dit og dat og einki eftirlit. Mín uppgáva var at fiska og einki annað. Eitt ynskijobb hjá einum og hvørjum fiskimanni. Millum russar fekk eg fleiri vinir, og onkran av teimum havi eg samband við enn. Men nær gekk Benni so á skiparaskúla, og hvussu gekst hetta? - Eg fór í skúla veturin 1950/1951 og tók prógv um várið. Tað gekk væl í skúl- anum, sigur hann, men leggur okkum eina við, at vit ikki skulu siga nakað um, at hann gjørdist besti næmingur og fekk ein sekstant til gávu! Langir túrar og góður fiskiskapur - Eg kann ikki siga annað enn, at fiskiskapurin fyri tað mesta hevur hildnast væl. Benni sigur, at hann hevur verið við skipum, ið hava roynst væl sum fiskiskip, og feigdartúrurin í Ný Foundlandi við Sunda- bergi var ein av teimum bestu til fiskiskap. - Longstu túrarnir, eg havi verið til skips, vardu í 5 mánaðir, báðir eystanfyri. Tann eina túrin høvdu vit 838 tons og hin millum 700 og 800 tons. Hóast longu tíðina, hildnaðust hesir túrar eina best. Annar var við Skálabergi, hin við Sjúrðarbergi. Hann sigur, at besti fiskiskapurin, hann kann minnast, var í Grønlandi í fimtiárunum við Bóndan- um, Jóannesi Paturssyni og miðskeiðis í nítiárunum, tá ið hann sigldi við russum. Hvørjar serstakar hend- ingar minnist ein maður, sum hevur balst megin- partin av lívi sínum á sjónum? - Um mánaðarskiftið, januar/februar 1959, fisk- aðu vit ísfisk á Kappanum; hetta var við Bóndanum. Vit vóru vestan fyri Før- oyar á veg til Hull at selja, tá ið Hans Hedtoft gekk burtur. Høvdu vit ikki havt so góðan fiskiskap, høvdu vit helst verið staddir um somu leið, tá ið illveðrið brast á. Hendan túrin á Kappanum fiskaðu vit uppí skipið eftir 4 døgum. Sundaberg sakk Benni greiðir síðan frá feigdartúrinum við Sunda- bergi fyri 30 árum síðan, tá ið skipið sakk undan teim- um. - Vit fóru av Klaksvík við Sundabergi, 6. januar í 1972, á veg til Ný Found- lands. Hendan túrin vóru nógvir ungir dreingir við. Manningin taldi 38 og vóru 19 av teimum úr 22 ára aldri og yngri. Tann yngsti var bert 14 ára gamal. Fleiri brøður og feðgar vóru við. Eg kann nevna, at allir tríggir synir beiggja mín, Erland, vóru við. Mær er fortalt, at onkur, sum var á bryggjuni, tá ið vit fóru, skemtandi spurdi, um hetta var ein sunnudagsskúla- útferð. Men hesin túrur gjørdist alt annað enn ein sunnudagsskúlaútferð. Teir høvdu eini 450 tons inni, tá ið teir fóru at sigla heim fyrst í mai mánaði 1972. - Vit høvdu siglt eini 4 samdøgur, tá ið vit varn- aðust, at skipið var farið at leka. Hetta var tann 7. mai um morgunin. Veðrið var sjaskut, umleið vindmegi 9. Sá skjótt, at einki var at gera enn at fara í bjarg- ingarbátarnar. Vit fóru í 5 bátar. Tað mundu ganga einir 4 tímar frá tí, teir fyrstu fóru í bátarnar, til teir seinastu vórðu tiknir upp av tveimum enskum trolarum. Benni sigur, at nógv kundi verið sagt um teir vandafullu tímarnar úti á havinum, men tað verður ov drúgt á hesum sinni. - Eg var ongantíð bangin. Ivaðist ikki í, at vit fóru at verða bjargaðir. Eg hvíldi í vissuni um, at heima vóru fólk, ið hvønn dag bóðu fyri okkum. Visti, at sjálvt um tey ikki kendu vandan, vit vóru í júst tá, so vóru vit altíð í tonkum og bønum teirra, sigur hann. Útróðrarmaður Um sjólívið, sigur Benni at enda, at hann hevur havt nógv góð ár til skips, og at hann gjøgnum sítt arbeiði sum fiskimaður hevur fingið nógvar góðar vinir. - Eg fari at nýta høvi at takka øllum teimum, eg gjøgnum árini havi siglt saman við og ynskja teim- um og teirra Harrans sign- ing. Men hvat hevur Benni so tikist við, síðan hann legðist uppá land? - Seinast í áttatiárunum keypti eg mær ein AWI 23 bát, sum eg seinni skifti út við ein AWI 27 bát av sama slagi. Eg eri á útróðri, tá ið veðrið er til vildar. Í fjør var eg 80 dagar úti og fiskaði 43.000 pund. Benni dámar ikki at verða róptur útróðrarmað- ur. Til tess hevur hann róð út ov stutt, heldur hann. Kortini nýtir hann rættiliga nógva tíð í bátinum – eisini teir dagar, hann ikki er úti, men heldur fyri, at tá ið tú hevur heilsuna, er gott at hava okkurt at takast við. - Mær dámar væl at rógva út, og mær dámar væl at stákast í bátinum. Benni heldur, at fiska- prísirnir hava verið óvan- liga høgir í seinastuni. - Tá ið prísirnir fella, siga vit ofta, at nú eru prísirnir vánaligir, hóast teir fram- vegis kunnu sigast at vera góðir. Annars heldur fyrrver- andi skiparin og núverandi útróðrarmaðurin, at skipan- in hjá heimaflotanum við fiskidøgum er nógv betur enn kvotur. - Hetta eru vist allir samdir um. Eg haldi, at í Føroyum má hvør maður, ið hevur hug til tess, sleppa at fiska. Summi siga, at fiskurin er ogn Føroya fólks og halda, at teir, ið fiska, skulu gjalda fyri hesi rættindi. Teir, ið siga slíkt, skuldu sjálvir sloppið at fiskað sín part. So kundu teir, ið dagliga stríðast á sjónum – ofta í vánaligum líkindum - sloppið í bleytu stólar og flógvu skrivstovur teirra, ið halda seg hava skil fyri fiskiskapi, sigur Benja- min Joensen. Benjamin er óførur útróðrarmaður. Tað er næstan ikki dagur, hann kemur aftur av útróðri, at hann ikki telist millum teir bestu Í ár fyllir hann 75, men enn er hann spelkin sum ein unglingi 28