týsdagur 12. mars 2002síða 15
‹ fyrra síða allar 42 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 49 - 12. mars 2002
Eitt lið sum ger 36
mál plagar vanliga at
vinna stórt, men
hoyvíkingar taptu við
sjey málum móti
Tjaldri. Dysturin fer í
søguna sum mál-
ríkasti dysturin við 79
málum — tað er eitt
meira enn gamla
metið
HONDBÓLTUR –
MENN
Sveinur Tróndarson
Tað er ikki á hvørjum degi,
at tað vera skotin so nógv
mál sum í dystinum millum
H71 og Tjaldur, sum varð
leiktur í høllini á Hálsi
leygardagin. Úrslitið av
dystinum gjørdist, at Tjald-
ur vann við 43 málum móti
36 og tað merkir, at tað eru
skotin 79 mál í dystinum.
Hetta er í hvussu er nýtt
ársmet í fyrstu deild.
Gamla metið áttu Neistin
og KÍF tá liðini hittust í
høllini á Hálsi leygardagin
fyri jól. Tann dystin vann
Neistin við 47 málum móti
31.
Nógvu málini í dystinum
millum H71 og Tjaldu hava
við sær, at dómaraseðilin er
eitt stórt rót. Pláss er ikki
fyri so stórum málskjótara-
virksemi og tí hava skriv-
ararnir valt at gera nýggjan
teig mitt á blaðnum heldur
enn at taka ein nýggjan
seðil, men lat tað fara.
Dysturin er farin afturum.
Vantandi verjuspæl
Tað var eisini Tjaldur, sum
legði betri fyri í Høllini á
Hálsi leygardagin. Runa-
víkingar trýstu hoyvíkingar
frá byrjan og sjálvt um H71
megnaði at javna áðrenn
fimm minuttir vóru leiktir,
var tað bara stokkutur hiti.
Tjaldur legði frá aftur landi
alt fyri eitt og hesaferð
megnaðu hoyvíkingar ikki
at koma aftur í aftur. Í
hvussu er ikki nógv mikið
aftur í aftur til at skapa
spenning í dystinum.
Hálvleiksstøðan var 17 til
H71 og 20 til Tjaldur, og í
seinna hálvleiki sprakk
Tjaldur enn meira frá H71.
Hoyvíkingar
royndu
at
svara aftur, men tá teir
vórðu raktir av fimm út-
vísingum innan fyri tíggju
minuttir, var einki at gera
hjá teimum. Tjaldur fór
spakuliga men trygt frá
H71 sum hesaferð ikki
megnaði at koma afturí-
aftur.
Samanumtikið má tó
sigast, at tað helst er tekin
um vánaligt verjuavrik, at
ein dystur gerst so mál-
ríkur.
Í allarflestu førum vinnur
eitt lið, sum ger 36 mál ein
dyst, men tað megnaði H71
ikki. Ístaðin loyvdu teir
Tjaldur at skjóta 43 mál og
tað er ov galið.
Hjá runavíkingum er lítið
mætari. Gamaní skjóta teir
43 ferðir bóltin í málið,
men teir loyva hoyvíking-
um framat 36 ferðir og tað
er alt í verðini ov nógv.
Hvussu hava teir hugsa sær
at koma longur upp í stiga-
talvurnar, tá liðini, sum eru
niðanfyri sleppa at skjóta
36 mál?
Besta avrikið
Úrslitið av dystinum í Havn
leygardagin hevur við sær,
at Tjaldur antin endar sum
nummar fýra ella fimm.
Hetta er besta avrikið hjá
Tjaldri og uttan iva neyðugt
skal hondbóltinum vera lív
lagað í Runavík.
Einki er at ivast í, at tað
er fótbólturin sum kemur í
fremstu røð, men spurning-
urin er tó, um ein býur sum
Runavík ikki eigur at hava
eitt lið í bestu hondbólts-
deildini. Fólkatalið talar
fyri tí og tað gera hallar-
umstøðurnar eisini. So er
bara spurningurin um at fáa
tingini at virka sum tey
skulu.
Hjá hoyvíkingum má árið
vera eitt stórt vónbrot. Teir
liggja næst niðast í stiga-
talvuni og teir munnu vita,
at tað bara er teimum
sjálvum fyri at takka, at teir
liggja har. Felagið satsaði
annars stórt undan hesum
kappingarárinum, men tað
skuldi tó ikki ganga sum
hoyvíkingar høvdu ætlað.
Tað sást í dystinum móti
Tjaldri eins væl og tað
hevur verið til at fingið
eygu á í øðrum dystum í ár.
Dysturin í tølum
H71: Bjarni Wardum 12
(1), Kristian Petursson 8,
Halgir D. Olesen 6, Finnur
Hansson 5, Johnny Djur-
huus 4 og Rúni Patursson
1
Tjaldur: Dragise Stojovic
10, Mortan Hansen 9 (3),
Zoran Sarcevic 8, Sverri
Justinussen 7, Dan
Thorleifsson 4, Thomas
Magnussen 2, Hartvig
Joensen 2 (1) og Tórhallur
Thomsen 1 (1)
Brotskøst: H71 3, Tjaldur 6
Útvísingar: H71 7, Tjaldur
5
Dómarar úr Kyndli: Uni
Wardum og Hannis
Wardum
Hondbóltsstøður
1. Deild kvinnur
vunnin tapt
mál-
dystir v - j - t
mál mál munur stig
1 VÍF
10
10- 0 - 0
638 393
245
32
2 Neistin 11
7 - 1 - 3
528 452
76
23
3 Stjørnan 10
5 - 1 - 4
533 461
72
20
4 VB
10
6 - 1 - 3
518 520
-2
19
5 StÍF
10
4 - 0 - 6
430 516
-86
9
6 Kyndil
10
1 - 1 - 8
493 584
-91
6
7 Sóljan
11
1 - 0 -10
429 643
-214
4
1. Deild menn
vunnin tapt
mál-
dystir v - j - t
mál mál munur stig
1 Neistin 11
9 - 0 - 2
724 608
116
28
2 VÍF
10
8 - 0 - 2
655 562
93
27
3 StÍF
10
8 - 0 - 2
619 583
36
22
4 Tjaldur 11
4 - 0 - 7
606 664
-58
12
5 Kyndil
10
4 - 1 - 5
518 585
-67
11
6 H71
10
0 - 2 - 8
618 676
-58
8
7 KÍF
10
1 - 1 - 8
579 641
-62
7
Máltindarnir
Kvinnur:
Asta Petrauskiene
Sóljan
196
(30)
Simona Dziugyte
Stjørnan
167
(51)
Ioana Rápa
VÍF
165
(41)
Lotte Sørensen
Kyndil
157
(64)
Gabriella Fekete
VB
131
(33)
Regina Radó
VB
117
(28)
Ileana Manulescu
StÍF
113
(18)
Annika Ljósstein
Kyndil
110
(16)
Katrin á Neystabø
Neistin
110
(41)
Sóley Mikkelsen
VÍF
104
(20)
Joan M. Joensen
Stjørnan
99
(9)
Alina Olaru
StÍF
99
(10)
Gunnleyg Berg
Neistin
94
(19)
Anna K. Samson
Stjørnan
89
(1)
Jacklin Durhuus
VÍF
89
(4)
Menn:
Heini Joensen
Neistin
176
(51)
Bjarni Wardum
H71
167
(34)
Jacob Jónsson
Neistin
153
(17)
Høgni Klein
Kyndil
135
(10)
Dragisa Stojovic
Tjaldur
129
Sámal Joensen
VÍF
128
(22)
Costin Dumitrescu
StÍF
128
(36)
Halgir Dahl Olesen
H71
125
(12)
Sverri Justinussen
Tjaldur
125
(17)
Finnur Hansson
H71
122
(23)
Artur Johansen
StÍF
118
(15)
Durica Tomic
KÍF
113
(35)
Ingi Olsen
VÍF
109
(12)
Iljan Topic
KÍF
106
Áki Olsen
VÍF
104
(11)
H71 — Tjaldur 36-43 (17-20)
Málskjótingin setti met
Hjá hoyvíkingum tykist størsti
spenningurin snúgva seg um, hvørt
tað skal eydnast Bjarna Wardum at
gerast ovastur á máltindinum
C
M
Y
K
28
Nr. 49 - 12. mars 2002
29
UTTAN ÚR HEIMI
Búskapur og vinna:
Oljuprísur-
in upp
Óttin
fyri
einum
amerikanskum álopi á
Irak hevur gjørt, at
oljuprísurin á altjóða
marknaðinum er farin
at hækka. Tann 20.
februar var prísurin
19,55
dollarar
fyri
tunnuna, men fríggja-
dagin í síðstu viku var
hann komin upp á
22,21
dollarar
fyri
tunnuna.
Irak framleiðir mill-
um hálvt triðja og trý
prosent av heimsins
olju, og eitt møguligt
kríggj fer uttan iva at
steðga irakska oljuút-
flutninginum og ávirka
útboðið og harvið prís-
in. Amerikanska stjórn-
in skal hava fund við
fyrrverandi
irakskar
heryvirmenn seinni í
hesum mánaðinum, og
fyrst í næsta mánað
skal bretski forsætis-
ráðharrin, Tony Blair,
hitta George W. Bush,
forseta at umrøða eitt
møguligt hernaðarátak
ímóti Irak.
Tey ellivu londini í
OPEC skulu halda fund
fríggjadagin í hesari
vikuni at viðgera viður-
skiftini á olkjumarkn-
aðinum.
Rindar
helvtina
aftur
Fyrrverandi stjórin í
svensku risafyritøkuni
ABB, Percy Barnevik,
hevur gjørt av at aftur-
rinda sínum gamla ar-
beiðsgevara 548 av
teimum
930
mió.
svensku
krónunum,
sum hann fekk í pen-
sjón, tá hann fór úr
stjórastarvinum. Sam-
stundis hevur eftir-
maður hansara í starv-
inum, Gøran Lindahl,
valt at afturrinda ABB
286 av teimum 517
mió. krónunum, sum
hann fekk í pensjón.
Tað elvdi til stóra
øsing í Svøríki, tá fjøl-
miðlarnir herfyri bóru
tíðindini um tær ovur-
stóru pensjónirnar hjá
Percy Barnevik. Tað
gjørdi ikki støðuna
betur, at hann hevði
fingið pensjónina, sam-
stundis sum ABB fyri
fyrstu ferð hevði stórt
hall í ársroknskapinum.
Ta fyrstu tíðina sýtti
Barnevik fyri at gera
nakað við málið, men
nú hevur hann so valt at
slaka
fyri
teimum
nógvu atfinningunum.
Úr Norðurlondum:
Nei til ES
Ein meiningakanning
hjá blaðnum Nationen
vísir, at alt fleiri norð-
menn eru ímóti, at
landið fer upp í ES.
Sambært
kanningini
siga 48,4 prosent nei til
ES-limaskap,
meðan
41,6 prosent siga ja.
Samanborið við sein-
astu kanning er mót-
støðuparturin øktur eitt
prosent.
Tey, sum eru fyri
norskum limaskapi í
ES, eru kortini fegin
um úrslitið, tí tað vísir,
at undirtøkan fyri ES-
limaskapi
munandi
meiri støðug nú, enn
hon hevur verið fyrr.
Nú skal
hann frá
Meirilutin í býráðnum í
donsku
kommununi
Farum samtykti um
vikuskiftið at koyra
tann umstrídda Peter
Brixtofte úr borgar-
stjórasessinum og at
velja ein skuggaborgar-
stjóra í hansara stað.
Avgerðin verður løgd
fyri býráðið á fundi í
kvøld og skal síðani
viðgerast á einum eyka
býráðsfundi, sum ætl-
andi verður fyrsta dag-
in. Samtykkir býráðið
avgerðina hjá meirilut-
anum, skal innanrík-
isráðharrin, Lars Løkke
Rasmussen, staðfesta
hana, áðrenn Brixtofte
kann koyrast frá.
Býráðsmeirilutin
í
Farum krevur borgar-
stjóran frá, tá hann
breyt lógina, tá hann
vegna kommununa tók
eitt lán upp á 250 mió.
krónur í apríl í fjør
uttan at kunna býráðs-
limirnar um tað.
Heiðursløn
Svenska stjórin hevur
samtykt at stovna eina
heiðursløn til minnis
um barnabókarithøv-
undin Asatrid Lind-
gren, sum doyði her-
fyri. Heiðurslønin er
fimm mió. svenskar
krónur og skal latast
einum einstøkum rit-
høvdundi, men hon
kann eisini latast einum
felagsskapi ella stovni,
sum virkar fyri at fáa
børn og ung at lesa
meiri.
Heiðurslønin
verður fyrstu ferð latin
tann 8. mars næsta ár.
Bíðirøðirnar vóru so
langar við valstøðini í
Zimbabwe, at neyð-
ugt var at leingja
valið við einum degi.
ZIMBABWE
Árni Joensen
Tað var eftir áheitan frá
andstøðuni, at hægstirættur
í Zimbabwe gjørdi av at
leingja valið við einum
degi, og tí lótu valhølini
uppaftur í gjár. Andstøðan
hevði kravt, at øll valhølini
í landinum skuldu vera
opin í gjár afturat, men tað
vildi stjórnin ikki góðtaka.
Kortini ásetti rætturin, at
valhølini í høvuðsstaðnum
Harare og grannabýnum
Chitungwisa skuldu lata
uppaftur mánamorgunin.
Júst hesir báðir býirnir
verða mettir sum tvær av
háborgunum hjá andstøð-
uni.
Valið í Zimbabwe byrjaði
leygardagin og helt fram
sunnudagin, og báðar dag-
arnar stóðu fólk í longum
bíðirøðum og bíðaðu eftir
at sleppa at velja. And-
støðan legði stjórnina undir
at hava skipað so fyri, at fá
valstøð vóru í teimum stóru
býunum, har andstøðan
hevur stóra undirtøku. Hin-
vegin vóru nógv valstøð á
bygd, har flokkurin hjá
Robert Mugabe, forseta
stendur sterkur.
Tað er enn óvist, nær
úrslitið av valinum verður
almannakunngjørt,
men
spenningurin um úrslitið er
sera stórur.
Zimbabwiski
herurin
hevur boðað frá, at hann fer
ikki at viðurkenna úrslitið,
vinnur andstøðan, og tí
bera eygleiðarar ótta fyri
hernaðarkvetti, skuldi and-
støðan vunnið.
Meðan tey hernaðar-
ligu álopini hildu
fram, savnaðust
ísraelsmenn sunnu-
dagin at biðja fyri
teimum deyðu og at
krevja hevnd.
MIÐEYSTUR
Árni Joensen
"Jødar mugu standa sam-
an", "Ein og hvør skal
hjálpa bróðuri sínum" og
"Brøður jøda mugu vera
sterkir".
Hetta vóru nøkur av
orðunum á plakatum, sum
sunnudagin vóru at síggja
uttan fyri matstovuna í
Jerusalem, har ein pale-
stinskur sjálvmorðsbumbu-
maður sprongdi seg í
luftina leygarkvøldið og
tók ellivu ísraelsmenn við
sær í deyðan.
Matstovan er tætt við
París-staðið, har ísraels-
menn, sum eru ímóti ófrið-
inum plaga at ganga friðar-
gongu, og fleiri av gestun-
um á matstovuni vóru júst
komnir frá einum tílíkum
friðartiltaki, tá tann pale-
stinski sjálvmorðsbumbu-
maðurin fór upp í røðina
uttan fyri dyrnar.
Fuad Horani var úr einari
flóttafólkalegu sunnan fyri
Betlehem, og eingin av
gestunum óraði ilt, tá hann
kom til matstovuna og fór
upp í røðina. Brádliga
sprongdi hann bumbuna,
sum hann hevði uppi á sær.
Spreingingin var so sterk,
at matstovan varð full-
komuliga oyðiløgd.
Álop neyðug
Tey flestu, sum vóru komin
saman uttan fyri matstov-
una sunudagin, tóku undir
við, at ísraelski herurin skal
halda fram við álopunum á
palestinar, og at herurin
eigur at fara harðliga fram.
- Teir royna at beina fyri
ísraelska viljanum, men tað
fer ongantíð at eydnast
teimum.
Ongantíð.
Eg
búgvi her, og her ætli eg
mær at verða verandi, segði
tann 26 ára gamli Nachman
Rosenberg. Hann og 22 ára
gamla kona hansara vóru
komin at biðja fyri teimum
ellivu,
sum
doyðu
í
spreingingini, og tey vóru á
einum máli um, at áhald-
andi álop á palestinararnar
er tað einasta, sum kann
tryggja varandi frið.
Tveir studentar á lærda
hebraiiska háskúlanum í
Jerusalem, sum eisini vóru
komnir at biðja uttan fyri
matstovuna, høvdu somu
áskoðan:
- Vit noyðast at rudda
borðið, áðrenn talan kann
verða at fara undir sam-
ráðingar. Tað merkir, at vit
noyðast at útrudda yvir-
gangin fyrst, søgdu teir.
Júst spurningurin um
samráðingar verður høv-
uðsboðskapurin hjá ameri-
kanska semingsmanninum,
Anthony Zinni, sum kemur
til Miðeysturs seinni í
vikuni. Hann er fyrr farin
tómhentur heimaftur, og
tað eru fleiri, sum halda, at
ferðin hesaferð er mis-
eydnað longu framman-
undan.
Aðrir eygleiðarar halda,
at ein ávís vón er, eftir at
bæði USA og ES hava víst
størri vilja til at fáa enda á
kreppuni.
Valið í Zimbabwe longt
Biðja fyri sínum
og lova hevnd
Hendan kvinnan, sum var millum gestirnar á matstovuni í Jerusalem, var heppin at sleppa við
lívinum
Mynd: Reuters
29