týsdagur 12. mars 2002síða 14
‹ fyrra síða allar 42 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26 • Nr. 50 - 13. mars 2002
Nr. 50 - 13. mars 2002 • 27
FISKIVINNA
Jóannes Hansen
Um einki annað er at takast
við, so ber altíð til at ar-
beiða fisk. Um okkurt
annað hevur staðið í boði,
so hevur borið til at farið úr
fiskaarbeiði at taka við av-
bjoðingini. Hevur tað ikki
verið nóg gott, so hevur
fiskaarbeiðið verið at dottið
aftur á.
Soleiðis hevur veruleikin
verið. Men stjórin í Føroya
Fiskavirking,
Meinhard
Jacobsen, sigur seg rokna
við, at fiskaarbeiðið í fram-
tíðini fer at hava ein annan
status, enn tað ofta hevur
víst seg at hava. Og stjórin í
størsta flakavirkisfelagnum
í landinum sigur seg einki
hava ímóti at rinda teimum,
sum verða eftir á flakavirkj-
unum, meiri í løn, enn tey
fáa í dag.
– Kappingin er stór, m. a.
tí prísurin fyri rávøruna er
vorðin væl hægri, enn hann
var fyri ikki so nógvum ár-
um síðani. Tí er tað greitt,
at tað verður neyðugt at
skerja tann partin av útreið-
slunum, sum fer til lønir.
Sum nú er, fer fjórða hvør
útreiðslukróna í sambandi
við framleiðsluna til lønir.
Málið hjá okkum er, at
hetta skal skerjast niður í
helvt. Tað vil siga, at ikki
meiri enn áttanda hvør út-
reiðslukróna í framtíðini
skal brúkast til lønir.
Í løtuni fáa umleið átta
hundrað fólk løn frá Føroya
Fiskavirking. Talan er um
seks hundrað ársverk. Fer
tað at gangast, sum stjórin
roknar við, so er møguleiki
fyri, at talið um eini 8–10 ár
fer at verða umleið helvtina
av tí, sum tað er nú.
Samstundis sum Mein-
hard Jacobsen, stjóri á Før-
oya Fiskavirking, sigur seg
rokna við hesum, so undir-
strikar hann, at talan yvir-
høvur ikki verður um hóp-
uppsagnir á flakavirkjunum
og ivaleyst onga uppsókn
yvirhøvur. Tað leggur støð-
an á ongan hátt upp til:
– Vit hava ilt við at fáa
nóg mikið av fólki. Fiskaar-
beiðið verður ikki skattað
serliga høgt. Og hetta er
ikki altíð, verri enn so, tí vit
ikki eru kappingarførir við
aðrar vinnur. Um vit taka
eitt nú S&K økið, so hava
tey ikki tær lønirnar, sum
vit kunnu bjóða. Stóri
trupulleikin hjá okkum er,
at arbeiðsumstøðurnar á
flakavirkjunum ofta ikki
verða mettar at vera tær
somu, sum tær eru nógva
aðra staðni. Hetta er bara
soleiðis. Tí dyrgja fólk eftir
arbeiði aðra staðni. Harvið
er gjøgnumtrekkurin stórur
hjá okkum. Ungfólk ar-
beiða hjá okkum, inntil tey
fáa okkurt annað, og vit
hava nógvar útlendingar í
starvi. Í framtíðini skal tað
verða soleiðis, at tað skal
loysa seg eins væl at ar-
beiða fisk sum at vera í að-
rari vinnu, og tað skal á all-
an annan hátt kennast eins
gott at vera á flakavirkju-
num sum aðra staðni. Men
hetta er ikki nakað, sum fer
at broytast frá einum degi
og til tann næsta. Talan
verður um eitt langt og
miðvíst arbeiði, og tað
verður eisini stríggið, held-
ur Meinhard Jacobsen.
Automatiseringin
At ídnaður fer frá at hava
brúk fyri nógvum arbeiðs-
fólki og til at hava færri ar-
beiðsfólk í starvi, sam-
stundis sum framleiðslan
økist, er ikki nakað nýtt.
Arbeiðsgongdirnar
eru
støðugt
vornar
meiri
mekaniseraðar, og innan
nógvan ídna eru tey komin
Færri skulu arbeiða fisk fyri meiri í løn
har til, at arbeiðsgongdirnar
eru automatiseraðar. Mun-
urin millum mekanisering-
ina og automatiseringina er,
at í fyrra førinum eru tað
arbeiðsfólkini, sum útinna
arbeiðið ella eru arbeiðsak-
tørar, sum hava maskinur-
nar at hjálpa sær. Í seinna
førinum eru tað maskinur-
nar, sum útinna arbeiðið,
meðan arbeiðsfólkini hava
eftirlit við maskinunum
ella eru observatørar, sum
tað verður tikið til. Broyt-
ingin hevur við sær, at
produktiviteturin, sum í
hesum førinum vil siga
framleiðsla fyri hvønn ar-
beiðstíma
hjá
hvørjum
starvsfólki, er fleirfaldað.
– Fiskarí og Fiskiídnað-
urin hava ongantíð verið
støðini, har tey stóru tekno-
logisku frambrotini hava
verið. Granskingin hevur
verið á øðrum økjum. Ikki
minst innan vápnaídnaðin
og tað, sum hevur við
kríggj og hernaðarmál at
gera, hevur granskingin
altíð verið stór. Hjá øðrum
ídnaðum og ikki minst í
fiskarínum og í fiskiídnaði-
num, sum í altíða høpi eru
lítlar vinnur, hevur tað snúð
seg um at tillaga frambrot-
ini til vinnuna.
Innan aðrar vinnur er tað
ikki ókent, at lítil ella ein-
gin arbeiðsmegi verður
brúkt í sjálvari framleiðslu-
ni. Eitt dømi um hetta eru
bryggjaríini, har nógv tað
mesta er automatiserað.
Uppgávan hjá teimum –
sammett við framleiðsluna
– fáu starvsfólkunum, er at
halda eyga við maskinu-
num, sum útinna arbeiðið.
Tá vit spyrja stjóran í Før-
oya Fiskavirking, um hann
droymir
um
manntóm
flakavirkir, so heldur hann
ikki, at hetta er nakað, sum
verður aktuelt nógvu tey
fyrstu árini:
– Reinskerararnir vera
ivaleyst á virkjunum nógvu
tey næstu árini. Tað er í øð-
rum vinnum ikki ókent við
beinpilkarum, og tað verð-
ur roynt at menna tøknina,
soleiðis at tað skal bera til
teldustýrt at maskinpilka
beinini burtur í staðin fyri
at skera, men hetta er ikki
tað, sum stendur fyrst fyri.
Vit fylgja væl við, hvussu
sovorðin gransking verður
ment aðra staðni, men vit
halda ikki, at vit í Føroyum
hava førleikan til hetta, og
tí hevði tað verið burturvið,
um vit nú brúktu nógvar
pengar uppá hetta.
Hvar ætlar tú fyrst at
automatiserað?
– Hetta er ikki nakað,
sum vit nústaðni fara undir.
Hetta er eitt støðugt ar-
beiði, sum hevur gingið fyri
seg í nógv ár. Tað er altíð
ein spurningur um javnvág-
ina, nær tað loysir seg, og
nær tað er neyðugt at mask-
inur og robottar yvirtaka ar-
beiðið, sum fólkið áður
hevur útinnt. Eg kann t. d.
nevna
funktiónirnar
at
skilja fisk og at flyta og at
stábla bakkar, rammur,
kassar og kør. Sammett við
fyri t. d. 15–20 árum síðani
hava stór frambrot verið tey
seinastu árini. Hetta fer at
vinda uppá seg, og tað fer
at síggjast aftur í talinum á
arbeiðsfólki og í uppgávu-
num, sum tey fara at hava.
Kombineraða
útbúgvingin
Meinhard Jacobsen vísir á,
at tað verður neyðugt við
øðrvísi kvalifikatiónum í
flakavinnuni, enn tað tradi-
tionelt hevur verið, og at
tað verður neyðugt við
miðvísari útbúgving fyri at
fáa kvalifikatiónirnar. Og
skal tað eydnast at fáa fólk
at taka eina útbúgving fyri
at arbeiða í fiski, so skal
lønarlagið broytast:
– Eingin fer at arbeiða í
fiski, tí vit siga, at tað er al-
neyðugt, tí hetta er okkara
høvuðsvinna. Fólk fáa sær
arbeiði, har tey fáa bestu
inntøkuna, har tey trívast,
og har arbeiðsumstøðurnar
eru bestar. Vit royna støð-
ugt at betra um trivnaðin,
og at betra um arbeiðsum-
støðurnar. Lønarspurning-
urin er ein sáttmálaspurn-
ingur, men tað er klárt, at
so hvørt, sum vit fara at
hava brúk fyri fólki, sum
hava serliga útbúgving, so
fer tað at verða neyðugt at
tillaga lønirnar. Arbeiðið
skal í løn eins og á øðrum
økjum vera kappingarført
við aðrar innanlands vinn-
ur.
Hvat er tað fyri útbúgv-
ing, sum tú hugsar um?
– Eg dugi ikki akkurát at
siga, hvussu long útbúgv-
ingin skal vera. Men vit
tosa um eini tvey ella trý ár
og eitt slag av HT, SIT ella
okkurt sovorðið. Málið skal
vera, at fólkið fær tekniska
førleikan at passa maskin-
urnar, sum alt meiri fara at
útinna sjálva arbeiðsproses-
sina, og at tey samstundis
gjøgnum útbúgvingina fáa
innlit í fisk og viðgerð og
handfaring av fiski og øðr-
um matvørum.
Tað fer at taka sína tíð, men gongdin
verður, at starvsfólkatalið
á fiskavirkjunum fer at minka heilt nógv.
Tey, sum verða eftir, skulu hava serliga
utbúgving, og lønin fyri fiskaarbeiði
fer at verða hægri, enn hon er nú,
heldur stjórin í Fiskavirking
Í framtíðini verður hetta søga
(savnsmynd)
Meinhard Jacobsen, stjóri á Føroya Fiskavirking
C
M
Y
K
27
26