Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-12, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. mars 2002síða 14

‹ fyrra síða allar 42 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 49 - 12. mars 2002 27 Ikki bert í hondbólti eru vestmenningar ráðandi, eisini í talvi vunnu teir FM eftir umdyst móti klaksvíkingum TALV Carl Eli Nolsøe Samuelsen Eftir eitt langt og spennandi kappingarár, bleiv úrslitið í sjálvari FM-lðikappingini í 1. deild, at tvey lið endaðu jøvn á fyrsta plássi, klaks- víkingar og vestmenningar. Umdystur bleiv tí neyðug- ur. Hesin var avgreiddur leygardagin í Kommunu- skúlaauluni Havnini. Fitt av fólki fylgdu við gongdini í hesum serliga gullumdysti. Greiður óvæntaður sigur Undan gullumdystinum vórðu klaksvíkingar mettir sum favorittar. Serliga á aftaru borðunum bleiv væntað at klaksvíkingar fóru at gera sær dælt, með- an Ólavur Simonsen og Rani Nolsøe á ovastu borðunum høvdu tyngri uppgávur móti ávíkavist IM John Rødgaard og Torbjørn Thomsen. VT — KTF 3-1 IM John Rødgaard — Ólavur Simonsen 1-0 Torbjørn Thomsen — Rani Nolsøe 0-1 John Jacobsen — Steintór Rasmussen 1-0 Kári Durhuus — Tummas M. Anthoniussen 1-0 Tað varð tó júst aftaru borðini sum avgjørdi dyst- in. John og Kári vóru kanska meiri uppsettir, tí teir telvaðu væl og vunnu uppiborið teirra talv móti Steintóri og Tummasi Mart- in, sum annars hava havt eitt sera væleydnað kapp- ingarár. Báðir vóru ósigr- aðir undan dystinum. Bæði Steintór og Tumm- as Martin høvdu góðar støður í byrjanarspælinum, men í miðspælinum komu John og Kári fyri seg og vunnu at kalla trygt. Trupulleikin í fjør hjá vestmenningum, var at aftaru borðini vóru ov óstøðug. Í ár hava teir vera sera støðugir og júst hetta hevur avgjørt FM-heitið í ár. Mundi tapt uppá tíð Talvið millum John Rød- gaard og Ólavur á fyrsta borði bleiv sera dramatiskt tað einu løtuna. Rødgaard hevði betri støðu, og hevði hampuliga góða tíð. Men við eitt brúkti hann nógva tíð uppá tann eina leikin, og hevði bert eitt sekund at leika síðsta leikin innan fyrstu fjøruti leikirnar. Hetta kláraði Rødgaard í evstu løtu, og fekk hann tá ein tíma til tjúgu leikir at avgreiða fyrimunin. Og hetta megnaði hann. Einasti á vestmannalið- num sum tapti varð Tor- bjørn Thomsen. Hann hitti Rana Nolsøe, og mangan hava teir sitið við áhuga- verdum støðum. Ringt var framanundan at meta um hetta úrslit. Rani hevur ikki havt eitt gott kappingarár, og ætlaði hann tí at enda kappingarárið við manér, meðan Torbjørn hevur telvað hampuligt hendan veturin og er altíð støðugur. Tað skuldi tó vísa seg at Rani telvaði væl, og vann eitt snøgt talv, har Torbjørn ongantíð kom rættiliga inn í talvið. 3-1 til Vestmanna Talv- felag, og eru sostatt føroya- meistarar 2001/2002. Hjartaliga tillukku við tí! Seinast vestmenningar vunnu FM var heilt afturi í 1992 (Tá mannaðu eitt nú John Rødgaard, John Ja- cobsen, Petur Højgaard og Niels O. Durhuus liðið) og kenna vit teir rætt, so ætla teir sanniliga ikki at bíða heili 10 ár til næsta FM- heitið. Spurningurin er nú um vestmenningar eisini koma at eiga einstaklingaføroya- meistaran í ár. FM verður sum kunnugt í Sandavági, og føroyameistarin John Rødgaard ætlar sær at endurvinna heitið frá í fjør. Sí www.faroechess.com viðvíkjandi tekning til FM. Til ber enn at tekna lið til ungdóms- og barnakapp- ingina sum verður leygar- dagin í Gøtu, við at venda seg til Reinhold Isaksen á reinhold@post.olivant.fo, ella telefon: 44 17 53 / 26 10 06. Seinasta freist at tekna seg er í kvøld, týs- kvøldið kl 21.00. Enn ein kappingarsigur Heimsins besti telvari í løtuni, Garry Kasparov, vann sína 10. kapping á rað, tá hann sigraði framm- anfyri Ponomariov, Adams, Ivanchuk, Anand, Vallejo og Shirov í Linares. Kaspa- rov vann fýra talv, og leikti heili átta javnleikir í hesari dupultkapping. Undan næstseinasta talvinum, var Ponomariov við hansara lið, men Kasparov vísti ungu leyvini at enn kann eingin taka seg framum seg, og vann hann eitt sera flott talv móti Ponomariov. Ì seinasta umfarinum hevði javnleikur verið nóg mikið hjá Kasparov, men hann vildi meira og vann eitt skjótt talv við svarta fólk- inum móti Shirov. Ponomariov sum í okt. 2000 leikti í Føroyum í 3rd Tórshavn International, hevur nú av álvara bitið seg fastan í heimselituni við hesum úrslitið. Endaliga støðan Kasparov 8 / 12 Ponom. 6,5 Ivanchuk 6 Anand 6 Adams 6 Talvið hesa vikuna Rani Nolsøe (2185) — Torbjørn Thomsen (2210) FM umdystur, 2. borð, 09.03.2002 Caro-Kann byrjanin 1.e4 c6 2.d4 d5 3.Ric3 dxe4 4.Rixe4 Bf5 (Torbjørn leikar oftani hetta frábrigd) 5.Rig3 Bg6 6.h4 h6 7.Rif3 Rid7 8.h5 Bh7 9.Bd3 Bxd3 10.Fxd3 Rigf6 11.Bd2 e6 12.0-0-0 Fc7 13.Rie4 Rixe4 14.Fxe4 Rif6 15.Fe2 Bd6 16.g3 (svartur stendur eitt petti kroystur, men kortini er enn nøkunlunda javnvágur í) 16...0- 0-0 17.c4 Fe7 (heldur ivasamur leikur. Men ikki er lætt hjá svørtum at finna rætta leikin) 18.Rie5 Rid7 19.f4 Rixe5 20.dxe5 Bc5 21.Bc3 Rxd1+ 22.Rxd1 Rd8 23.Fg4 Rxd1+ 24.Kxd1 (Uppbýti gevur hvítan betri endatalv) Fd7+ 25.Kc2 Bf8 (hvítur hevur ætlanir um f4-f5 gjøgnumbrotið, sum eisini tykist at vera eitt gott hugskot) 26.Ff3 c5? (svartur fer her nakað nógv eftir javnleikinum. ætlar at lukka støðuna, men svarti bispurin er nú púra burtur úr leikinum) 27.b3 Fc6 28.Fxc6+ bxc6 29.Kd3 g6 30.g4 gxh5 31.gxh5 Kb7 32.Be1 Be7 33.Ke4 Kb6 34.Bd2 Ka6 35.f5! Bf8 36.f6! (og svarti bispurin er læstur inni. Rani finnur nú røttu planina, nevnliga at flyta kongin yvir í hitt borði, og spakuliga leika seg til sigurs) 36...Kb6 37.Be3 Ka5 38.Kd3 Kb6 39.Kc2 Ka6 40.Kb2 Kb6 41.Ka3 Ka6 42.Ka4 Kb6 43.Bd2 Ka6 44.Ba5! Kb7 45.a3 Kb8 46.Bd2! (og nú finnur hvíti kongurin rætta pláss og gjøgnumveg) 46...Kc7 47.Ka5 Kb7 48.Be3 a6 (svartur kann ikki gera meir enn hann júst ger. Allir leikir eru tvangsleikir, teir einastu) 49.Bf2 Ka7 50.b4 Kb7 51.Be3 Ka7 52.a4 Kb7 53.b5! axb5 54.axb5 cxb5 55.Kxb5 Kc8 56.Kc6 [56.Bxc5 vinnur sjálvsagt eisini, men Kc6 er tann snøggasti leikurin í støðuni] 56...Kd8 57.Bd2 og Torbjørn gavst. Ke8 verður svarað við Kc7, og svartur missur bispin, meðan Kc8 verður svarð við Ba5! Sum gevur hvíta konginum fría atgongd) 1-0 Endastøðan, eftir 57. Bd2 Gullið fór til Vestmanna Tað gjørdust vestmenningar og John Rødgaard, sum gjørdust føroyameistarar, eftir at teir vunnu trygt í umdystinum móti klaksvíkingum Ólavur Simonsen og hinir úr Klaksvík høvdu annars allar møguleikarnar, men í seinasta umfarinum tveittu teir mest sum alt fyri borð, og góvu vestmenningum møguleikan fyri umdysti 27 26 Nr. 49 - 12. mars 2002 Annað vikuskiftið á rað kiksaði oddaliðið, sum tykist so mikið lítið sannførandi, at tað væl kann hugsast, at teir fara at missa fleiri stig SUPERLIGAN Jóannes Hansen Munurin millum Brøndby, sum frá kappingarbyrjan í juli og til vetrarsteðgin fyrst í desember var sann- førandi oddalið, og til FCK á næstfremsta plássinum, minkar støðugt. Sunnudagin vann FCK trý stig í Vejle. Samstundis megnaði Brøndby ikki meiri enn 2–2 á heimavølli. Harvið minkaði munurin millum tey bæði fremstu liðini annað vikuskiftið á rað. Tá tað næstsíðsta sunnudag var farið undir seinna partin av kappingini, var Brøndby níggju stig frammanfyri FCK. Í fyrsta umfarinum fekk FCK eitt stig, meðan Brøndby einki fekk. Hesa ferð fekk FCK trý stig, meðan Brøndby bara fekk eitt. Brøndby hevði allar møguleikar at vinna á Vi- borg. Men tað var um repp- ið, at gestirnir fóru avstað við øllum. Viborg misti í 2. hálvleiki ein mann. Brønd- by fekk brotsspark og skor- aði, og dómarin hevði osta- skorpuna á lofti, tí hann helt verjumannin hava nýtt neyðbremsuna. Hóast teir vóru undir- mannaðir, so megnaðu teir í Viborg at leggja seg fram- um aftur 2–1 – teir høvdu eisini verið frammanfyri 1–0 – og tá vanliga leik- tíðin var farin, vísti mál- talvan framvegis 1–2. Dómarin legði fimm minuttir afturat 2. hálvleiki. Sekundvísarin var næstan komin fimtu ferðina runt, tá tað eftir innlegg úr vinstru eydnaðist at stýra bóltin í málið. Hóast munurin er sjey stig, so siga teir í FCK seg rokna við, at tað kann bera til at fáa Brøndby aftur. Avrikini hjá Brøndby hava verið so mikið lítið sann- førandi, at tað væl kann hugsast, at teir kunnu missa fleiri stig. Í næstsíðsta um- farinum, sum verður spælt sunnudagin 12. mai, skal Brøndby spæla ímóti FCK. Dysturin verður í Parkini, og tað er ikki heilt óhugs- andi, at talan verður um eina sanna finalu um DM! Kappingin um DM kann gerast uppaftur meiri spennandi enn so. Undan vikuskiftinum var AaB javnt við FCK á næst- fremsta plássinum. Í gjár- kvøldið skuldu teir spæla á heimavølli ímóti AB. Esbjerg og OB væl við Fýra tey lægst staddu liðini í superliguni taptu øll. Lyngby, sum í 1. hálvleiki næstsíðsta sunnudag ímóti Vejle sprellaði eitt sindur á heimavølli, hevði einki at siga í Esbjerg. Heimaliðið vann 5–0. Lyngby er aftast, og Esbjerg, sum komandi sunnudag skal spæla í Parkini ímóti FCK, er við í stríðnum um heiðursmerk- ini. OB vann næstsíðsta sunnudag 4–3 ímóti Brønd- by. Sunnudagin vóru teir í Århus, og tað gekk aftur hesa ferð sum eftir ánni. Illa stadda heimaliðið hevði einki vápn ímóti vanda- mikla Kasper Dalgas, sum skoraði øll trý OB málini og harvið gjørdist nýggjur toppskjútti í superliguni. OB vann 3–1. FCM hevði vitjan av Silkeborg. Dysturin var vánaligur, men einasta málið, sum heimaliðið fekk í 2. hálvleiki, var fínt. Talan var um eitt fríspark úr 22 metrum, sum varð sent omanfyri verjugarðin og dygst inn undir saman- komingina. Í kapping við málið hjá Toda Jónsson varð FCM sigursmálið valt til dagsins mál. Todi skoraði eitt fínt mál í Vejle, og avrikið bar boð um, at før- oyski álopsmaðurin er sjálvskrivaður í FCK álopinum saman við Zuma ÚTISETI Jóannes Hansen Heystið var troystarleyst hjá Toda Jónsson. Skaði omaná skaða høvdu við sær, at hann so at siga ikki spældi á besta liðnum, og hjá FCK gekk tað einki serligt. Nú er vent í holuni. Sunnudagin var FCK í Vejle. FCK vann 3–1. Svenski FCK venjarin, Hans Backe, hevði enn eina ferð valt Toda Jónsson í annan álopssessin. Makka- rin hjá Toda var suður- afrikanski Zuma. Sam- starvið teirra millum var gott í 2. hálvleiki. Teir skor- aðu hvør sítt mál, og tað er eingin ivi um, at venjarin ætlar teir báðar at vera parið, sum skal hótta mótstøðumálini tað, sum er eftir at hesum kappingar- árinum. Kvøkkurin Tað var møguleiki fyri, at bæði Vejle og FCK skuldu hava føroyingar í álopinum. Men soleiðis var tað ikki. Christian Høgni Jacobsen var ikki millum teir fyrstu ellivu hjá Vejle, og hann var heldur ikki millum skiftis- spælararnar, sum komu á vøllin. Todi Jónsson var frá byrj- an í FCK álopinum saman við Zuma. Í 1. hálvleiki gekk einki serligt. FCK var lítið sannførandi. Teir megnaðu ikki at prógva, at teir eru flokkar omanfyri Vejle. Í staðin var tað Vejle, sum var á odda 1–0, tá fyrra umfarið var liðugt. FCK málverjin, Magnus Kihlstedt, hevur ongantíð verið støðugur, og tað var hann heldur ikki sunnu- dagin. Tá tríggir minuttir vóru farnir, royndi Alex Nørlund hjá Vejle seg úr 28 metrum. FCK málverjin sá bóltin allan vegin, men kortini misti hann bóltin afturum seg og í málið. Todi í brennideplinum Eftir steðgin setti FCK meiri ferð á, og so sást týðuliga, at teir eiga eitt lið, sum er mannað av fulltíðar yrkisspælarum, meðan Vejle hevur manning, sum ikki hevur so góðar um- støður. Christian Poulsen og norski Erik Mykland settu seg á sentrala miðvøllin, og í álopinum vóru Todi og Zuma vandamiklir. Zuma javnaði til 1–1, tá seinna umfarið var tíggju minuttir gamalt. Hann var fyrstur á returi, eftir at langskot hevði tikið stólpan. Minutt- in seinni skoraði Todi eitt fínt mál. Zuma sneiddi seg hegnisliga leysan í høgru, og Todi legði seg eitt sindur afturá, áðrenn hann við høvdinum stýrdi bólinum dygst inn við handara stólpanum. Eina lítla løtu seinni var um reppið, at Todi aftur var upp á spæl. Millum tveir verjuspælarar tamdi hann við bringuni høgt innlegg úr høgru, men hann gleið á váta vøllinum, tá hann ætlaði at renna seg leysan. Christian Poulsen stað- festi kærkomna FCK sig- urin, tá hann fimm minuttir undan dystarenda sendi fríspark beinleiðis í málið. Fimm minuttir framman undan var Todi Jónsson farin av vøllinum. Hann bar um at verða skiftur út. Í staðin fyri hann kom Peter Møller á vøllin. Hann fekk risa møguleika at skora, men hann kiksaði úr stutt- ari fjarstøðu. Danska superligan v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Brøndby 21 13 - 5 - 3 50 17 33 44 2 FCK (M) 21 10 - 7 - 4 32 18 14 37 3 AaB 20 10 - 4 - 6 30 28 2 34 4 Esbjerg 20 10 - 3 - 7 34 27 7 33 5 AB 19 8 - 8 - 3 31 20 11 32 6 OB 21 8 - 8 - 5 35 32 3 32 7 FCM 20 7 - 8 - 5 27 18 9 29 8 Viborg 21 5 - 9 - 7 25 27 -2 24 9 Vejle 21 5 - 4 -12 28 54 -26 19 10AGF 21 4 - 6 -11 26 36 -10 18 11Silkeborg 20 4 - 4 -12 18 30 -12 16 12Lyngby 21 2 - 8 -11 20 49 -29 14 Føroyskir leikarar: Christian Høgni Jacobsen (Vejle), Todi Jónsson (FCK) Hollendska toto-deildin v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Excelsoir + 26 17 - 7 - 2 63 21 42 58 2 FC Zwolle + 26 16 - 6 - 4 46 27 19 54 3 RBC Roo'daal26 16 - 5 - 5 59 30 29 53 4 ADO Den Haag 25 13 - 6 - 6 39 24 15 45 5 Emmen 25 13 - 6 - 6 40 28 12 45 6 Cambuur/L. + 26 11 - 6 - 9 37 30 7 39 7 FC Volendam 26 10 - 6 -10 48 40 8 36 8 BV Veendam 24 10 - 6 - 8 38 36 2 36 9 Storm/Telstar 26 9 - 8 - 9 40 32 8 35 10Heracles A. 26 10 - 4 -12 40 43 -3 34 11Haarlem 25 9 - 6 -10 30 32 -2 33 12Dordrecht '90 25 8 - 7 -10 44 44 0 31 13Helmond Sp. 26 7 - 9 -10 28 40 -12 30 14G.A. Eagles 26 7 - 8 -11 35 44 -9 29 15VVV 26 9 - 2 -15 41 55 -14 29 16MVV 26 5 - 6 -15 33 50 -17 21 17Eindhoven 26 4 - 6 -16 36 64 -28 18 18Top/Oss 26 3 - 4 -19 19 76 -57 13 Perioduvinnararnir eru merktir »+« Føroyskir leikarar: Súni Olsen (FC Zwolle) Enska 3. deild v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Plymouth 37 24 - 8 - 5 55 25 30 80 2 Luton 38 23 - 6 - 9 73 44 29 75 3 Mansfield 37 21 - 6 -10 61 43 18 69 4 Scunthorpe 39 17 - 12 -10 68 48 20 63 5 Rochdale 37 17 - 12 - 8 51 40 11 63 6 Cheltenham 35 16 - 13 - 6 55 37 18 61 7 Shrewsbury 39 17 - 9 -13 57 44 13 60 8 Hull C. 38 16 - 10 -12 52 38 14 58 9 R&D 39 15 - 12 -12 50 47 3 57 10Kidderm. 37 16 - 8 -13 48 39 9 56 11Hartlepool 38 14 - 10 -14 57 44 13 52 12Southend 38 12 - 11 -15 44 47 -3 47 13Macclesfield 39 12 - 11 -16 34 45 -11 47 14Exeter 37 13 - 8 -16 41 60 -19 47 15Swansea 39 12 - 10 -17 47 60 -13 46 16Oxford Utd. 39 10 - 13 -16 48 52 -4 43 17Darlington 38 11 - 10 -17 47 59 -12 43 18Carlisle 35 10 - 12 -13 41 42 -1 42 19Lincoln C. 37 10 - 12 -15 39 51 -12 42 20Bristol R. 37 10 - 9 -18 36 47 -11 39 21Leyton O. 37 10 - 9 -18 48 62 -14 39 22Torquay 39 9 - 12 -18 36 57 -21 39 23York 35 10 - 8 -17 40 60 -20 38 24Halifax 38 5 - 11 -22 26 63 -37 26 Føroyskir leikarar: Julian Johnsson (Hull C.) FCK tekur seg nærri Børndby Todi á veg móti toppinum Todi Jónsson er aftur í FCK-álopinum. Sunnudagin var hann maðurin aftan fyri eitt sera vakurt mál móti felagnum hjá Christian Høgna Jacobsen, Vejle C M Y K 26