Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-11, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. mai 2011síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 11. mai 2011 · Nr. 54 10 Sosialurin Finnur Jensen Tað hendi í teimum døgum, at allur heimurin skuldi verða skrivaður í manntal. Í Føroyum hendir tað vænt andi í heyst. Men tað er ikki vist. Tí fyrst skal eitt lógaruppskot, sum slóðar fyri umfatandi fólka telj ing ini, endaliga sam­ tykkj ast í løgtinginum. Uppskotið er umstrítt. Meðan meirilutin í Fíggjar nevnd ini og tey, sum hava staðið fyri verkætlanini, verja uppskotið, fær tað av grov fíluni frá bæði fíggj ar­ nevndar minni luta num og løgtingsumsitingini. Eitt er, at minnilutin metir, at sjálv verkætlanin, sum íalt kostar 11,5 milliónir kró n ur, er ov dýr í mun til hennara nyttuvirði. Eitt annað er, at bæði minni lutin í fíggjarnevndini og ein løgfrøðiligur ráðgevi hjá løgtingsumsitingini eru samd um, at lógaruppskotið stríð ir við fleiri altjóða sátt­ málar. Orsøkirnar eru fleiri. Umfatandi spurnablað Manntalsætlanin snýr seg í stuttum um at gera eina neyva hagtalslýsing av før­ oyska samfelagnum. Í hesum sam b andi er eitt umfatandi spurna blað gjørt, sum allir før oy ingar skulu svara í heyst. Eins og tað sæst í royndar­ kanningini, sum varð gjørd í fjør heyst sum fyrireiking til ta stóru fólkateljingina sein ni í ár, eru spurningarnir bæði nógvir og ymiskir. Alt frá spurningum um, hvus su húskið er samansett, til hvat mál, ið tosað verður mest har heima. Alt frá spurningum um mat ís k oyt ið, sum húsar hald­ ið hevur útvegað sær, til tal av kømrum í húsunum. Eisini eru eym ari spurn­ ingar í spurn ar blað num. Til dømis verður spurt, hvussu høg húsaleigan er, hvussu heils an er í mun til aldurin og um viðkomandi hevur systk in ella hálvsystkin í útlond um. Stríðir við grundlógina Í samband við spurnabløðini ­ sum skulu útvega hagtøl, sum Hagstova Føroya tekur sær av ­ er ætlanin at senda fólk út at banka á dyr og so­ leið is syrgja fyri, at hvørt hús ki og einstaklingur í Før­ oy um útfyllir spurna bløðini. Longu her er fyrsta iva­ málið. Tí sambært upp­ skoti num skulu fólkini – so nevndu teljararnir – fáa heim ild til ein serligan ”rætt at koma á gátt í hús hjá privatum og onnur støð, har fólk búgva og uppihalda sær”, sum tikið verður til í upp skotinum. ­ Tey fáa rætt til at tram­ pa inn á gólvið hjá fólki. Sjálvt ikki løgreglan hevur ta heimildina, sigur Jørgen Nicla sen úr Fólkaflokkinum, sum er harðliga ímóti æt lan­ ini. Fólkafloksformaðurin, sum eftir at hava umrøtt upp skotið í fíggjarnevndini mæl ir frá at samtykkja upp skotið saman við Bill Justinus sen, vísir á, at upp­ skot ið í hesum føri stríðir við § 72 í grundlógini, sum sigur, at ”boligen er ukrænkelig”. Og tað er ikki bara Jørgen Nicla sen og Bill Justinussen, ið halda, at uppskotið stríðir við grundlógina. Tað ger Birita Lud víks­ dótt ir, løgfrøðiligur ráðgevi hjá løgtingsumsitingini, ei­ si ni. ”Sambært § 72 í grund lóg­ ini er bústaðurin frið halg­ að ur... ein og hvør eigur tí at hava rætt til at nokta, at ein myndugleikapersónur kem ur inn í hús sítt,” skrivar Birita Ludvíksdóttir millum ann að í einum notati, sum er hjálagt álitinum, sum Fíggj­ ar nevndin hevur skrivað um upp skotið. Notatið hjá løgfrøðiliga ráð gevanum er ein lang upp rems an av óhepnum orðing um og feilum, sum stan da í uppskotinum, sum meiri lutin í Fíggjarnevndini annars mælir til at samtykka. Einki at óttast Men hvørki Jørgen Niclasen ella Birita Ludvíksdóttir nýt­ ast at óttast fyri at fáa óbod­ nan gest á dyr í heyst. Tað lovar Øssur Winther­ eig, sum er kunningarráðgevi fyri verkætlanini Manntal. ­ Tað, at teljari kann koma á gátt, merkir, at hann kann koma til dyrnar, banka uppá og siga ørindini, sum eru at heinta spurnarblað og kan­ na, at spurningarnir eru svar a ðir. Teljarin hevur tó ong an rætt at tvinga seg inn í heimið hjá fólki ímóti teirra vilja. Um fólk ikki sjálvi bjóða teljara num innum, avgreiðir teljar in ørindini í hurðini, duri num ella gongini, sigur Øss ur Winthereig, sum vísir á, at tað ongantíð hevur verið æt la nin at ganga ímóti § 72 í grund lógini. Kunningarráðgevin hjá Manntali lovar sam stund is, at fólkini, sum banka uppá, eru sína upp gáva vaksin. Hann vísir í hesum saman­ hangi til viðmerk ing ar nar í lógar upp skoti num sum siga, at ”teljararnir skulu ­ um framt at vera myndugir ­ eisini vera egnaðir til ar ­ beið ið. Hetta merkir eitt nú, at tey, sum verða sett í starv, skulu vera álítandi, skil ja týdningin av trúnaði, skil­ ja markið millum at koma á gátt og rættin hjá ein stak­ lingi num í egnum bústaði.” Fáa bót fyri ikki at svara Fyri at umfatandi fólka telj­ ing in skal geva nakra mein­ ing, er neyðugt, at øll eru við. Tí er neyðugt at lóggeva, at øll hava skyldu at svara teir mest grundleggjandi spurn­ ing ar nar í spurnablaðnum. Jørgen Niclasen skilir væl sjónarmiðið. Men hann er alt annað enn fegin um orð ing­ ina í uppskotinum, har lagt verður upp til, at tey, sum nokta at svara, kunnu rev s­ ast við bót. Tingmaðurin úr Fólka­ flokki num heldur – eins og Bill Justinussen ­ tað vera óneyðugt at gera so álvars lig inntriv í privatlívið hjá ein­ staka borgaranum í Før oy­ um, at ein verður revs að ur við bót, um ein av ein hvørj­ ari orsøk ikki ynskir at svara einum spurningi í spurn ar­ blað num. Teir báðir, sum saman mynda minnilutin fíggjar­ nevndini í hesum máli, halda, at uppskotið í hesum føri stríðir við artikul 8 í evro­ pe iska mannarættinda sátt­ mála num, sum m.a. sigur, at einhvør hevur ”rætt til virð­ ing fyri sínum privatlívi og familju lívi.” Í sáttmálanum stend ur víðari, at almenni myndug­ leik in einans kann gera inn­ triv í henda rættin í heilt ser lig um førum, tað veri seg ”fyri at tryggja tjóðina, al menna tryggleikan ella fíggjar ligu vælferðina í landinum, at fyrbyrgja órógv ella brotsverk ella at verja heilsu na ella siðastandin ella at verja rættindi og frælsi hjá øðr um”. Løgfrøðiligi ser frøð ing­ urin úr løgtingsumsitingini er samd við minnilutanum í fíggjarnevndini um, at áset­ ing in um revsing kann vera í stríð við evropeiska manna­ rættindasáttmálan, og hon held ur ikki, at nakað talar fyri, at inntrivið kann rætt­ vís gerast. ”Tað er ilt at fáa eyga á, at tað er “neyðugt í einum dem o kratiskum samfelag” at álegg ja einum privatpersóni bót, um hann av onkrari or­ søk ikki ynskir at svara ávís­ um spurningum í spurn ar­ blað num. Ásetingin kann vera í stríð við § 8 í europe­ iska mannarættinda sátt mál­ a num,” skrivar Birita Lud­ víks dóttir í notatinum. Hon mælir tí til at strika tann partin í uppskotinum, sum snýr seg um at revsa við bót. Í lagi at revsa Kunningarráðgevin hjá Mann tali er ikki samdur við løgfrøðiliga ráðgevan á løgtingsskrivstovuni ella minni lutanum í fíggj ar­ nevnd ini um, at tað er skeivt at revsa tey, sum ikki vilja svara spurnablaðnum. ­ Av royndum veit man, at tað ikki letur seg gera at fáa øll at svara, um tað verður sjálv boðið fyri borgarar at svara. Tí er tað mett neyðugt at áleggja fólki at svara spurn ing unum, sigur Øssur Winther eig. Hann metir ­ í mun til løg­ frøði liga ráðgevan – at inn­ triv ið er forsvarligt. Hevur tú hálvsystkin í útlondum? MANNTAL Uppskotið um manntal, sum Løgtingið tekur støðu til í hesum døgum, er í stríð við bæði altjóða sáttmálar og grundlógina, metir minnilutin í fíggjarnevndini, sum fær stuðul frá løgfrøðisligum ráðgeva. Meirilutin í fíggjarnevndini og kunningarráðgevin hjá teimum, sum hava staðið fyri verkætlanini, vísa skuldsetingunum aftur