mikudagur 11. mai 2011síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 11. mai 2011 · Nr. 54
10
Sosialurin
kappingin
Summar
Ymiskt er, hvussu fólk raðfesta, tá
tey velja sær eitt stað at yvirnátta
undir eini feriu uttanlands.
Nøkur vilja búgva á støðum við
góðari komfort, meðan onnur velja
eitt tjaldingarstað ella eitt náttúru-
legupláss.
Á teimum 900 plássunum kann
ein ókeypis ella fyri 20 krónur seta
tjaldið upp á hesum støðum.
Lagt
verður
kortini
aftrat,
at hvørki bilar, kampingvognar,
húsvognar, motorsúkklur ella prutl
hava atgongd til hesi støðini, og
heldur ikki bátar við motori.
Skipanin er hon, at ein kann í
mesta laga búgva tvær nætur á
sama staði. Ofta er møguleiki at fáa
reint vatn ella eitt toilett, men ikki
allastaðni.
Eitt yvirlit vísir haraftrat, at á
umleið 300 av hesum plássum er
sett upp eitt sonevnt ”shelter”, sum
er ein trækonstruksjón við trimum
síðum, sum geva lívd fyri vindi og
veðri.
Henda skipanin hevur eina
heimasíðu – www.teldpladser.dk –
har ein kann finna yvirlit yvir støð,
prísir, tænastur og annað.
Víst kann eisini verða til eina
aðra heimasíðu – www.udinaturen.
dk – har yvirlit er yvir tey primitivu
støðini, í øllum teimum statsriknu
skógunum.
Setir tú ikki tey stóru krøvini til at
yvirnátta, kann ein búgva bæði einfalt,
bíligt og friðarligt á einum av teimum 900
náttúru-leguplássunum kring alt Danmark.
Felagsheiti teirra er ”Overnatning i det fri”.
Yvirnátta í Guds fríðu
náttúru
PRIMITIVT
Hevur tú hug at seta tjøldini
upp og liva primitivt, er eisini
møguleiki til hetta á 900 ymiskum
støðum kring alt Danmark
Nógvir møguleikar eru fyri stórum
upplivingum í donsku náttúruni
NÁTTÚRA
LeskiLigt og gott frá
SmyrjibreyðSbúðini
Opið er soleiðis:
Mánadag – fríggjadag: 8:00 – 17:30
Smyrjibreyðsbúðin
Bøgøta 14 · 100 Tórshavn · tel 32 16 18