mikudagur 11. mai 2011síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mikudagur 11. mai 2011 · Nr. 54
Sosialurin
Olav Enomoto
Vestmanna
Internet
sensurur
Við bestu meining fer Før
oya Løgting í næstum at
seta í verk fyri Føroyaland
lóggávu,
sum
heimilar
sperring av heimasíðum.
Soleiðis sum vit kenna tað
frá øðrum londum.
Endamálið við lóggavuni
er at sperra heimasíður,
sum kappast við Dansk
Spil v.m. soleiðis, at man
framhaldandi kann fáa lut
í teimum uml. 8 mio kr. av
veddingapeninginum
hjá
Dansk Spil v.m. sum fer til
ungdóms- og onn ur almenna
gagnlig enda mál. Fyri at
vera fair skal eisini nevnast,
at um rødda lóggáva eisini
hevur til endamáls at verja
borg-aran fyri suspektum
heima-síðum.
Stóri spurningurin er
so, um vit føroyingar vilja
hava, at Føroya Løgting
fer at seta í verk lóggávu
um internet sensur vegna
uml. 8 mio. kr. Hetta letur
somuleiðis upp dyrnar fyri,
at onnur komandi lóggáva
kann fáa innbygt somu
reglur um internetsperring
og sensur. Tað skal bert lítil
fantasiur til at hugsa, hvat
ið tað kundi verið.
Tað hevði hóvað mær
at vita, hvønn liberalan
holdning føroyskir internet-
veitarar og fyritøkur hava
hesum v.v., og serligani um
hesi somu kunnu sektast
fyri ikki at handhevja lóg-
gávuna mótvegis kundum
og starvsfólkum sínum.
Haldið eyga við §13
stk.3. løgtingsmál 86/2010
"Uppskot til løgtingslóg um
ítróttavedding"
Internetið er síðsti frí-
staður okkara, og eg vóni, at
soleiðis verður frameftir.
Kjak
Edmund Joensen
Løgtings- og fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin
Løgtingið mist
sambandið við fólkið
Føroya Løgting arbeiðir ikki
við tí, sum hevur størstan
týdning fyri fólk. Tað vísir
gongdin við uppskotinum
til stjórnarskipan, sum nú
enn eina ferð er farið aftur
í nevnd
Hvat gera tey í Tinginum?
Hesin spurningur verður
ofta settur úti millum fólk, og
hann er rættiliga viðkomandi
í hesum døgum.
Mánadagin upplivdu vit,
sum arbeiða í Tinginum,
at eitt uppskot til stjórnar-
skipan enn eina ferð kom á
tingborð – fyri síðani aftur
at verða sent í nevnd.
Hetta er pínligt fyri parla-
mentarisku forsamling ina í
hesum landi.
Í samfull 12 ár hevur Løg-
tingið sitið uppi yvir stjórnar-
skipanarupp-skotinum
– ting fólk, landsstýrisfólk
og umsiting. Tað man vera
eindømi í nýggjari politiskari
søgu, at parlamentarikarar
hava pilkast so leingi við eitt
lógaruppskot.
Nú uppskotið aftur er farið
í nevnd, er meira enn líkt til,
at Tingið framhaldandi skal
brúka tíð til hetta uppskot.
Hetta gevur alt ábending
um, at Løgtingið man hava
mist sambandið við vanliga
føroyingin. Tað, sum hevur
týdning millum borgarar, er
m.a. støðan í landinum og tey
ivasomu framtíðarútlitini.
Arbeiðsleys hugsa um at
skaffa sær inntøkuna – IKKI
um upphavið til politiska
valdið í Føroyum.
Ung hugsa um at fóta
sær í einum samfelag, har
ung verða eksporterað av
landinum – IKKI um hvussu
Føroyar skulu skipast sum
sjálvstøðugt ríki.
Tey, sum trúliga fara til
arbeiðs hvønn dag, hugsa um
at gjalda húsini aftur, og um
at fáa tað besta burturúr fyri
seg og síni – IKKI um, hvørt
dómsmenn skulu eita dóms-
menn ella ”leikir dómarar”.
Tey, sum liggja óhjálpin,
vóna at heimahjálpin kemur
á gátt hvønn dag – tey eru
IKKI upptikin av, um tað
eit ur
løgtingsmaður
ella
-kvinna.
Og tey, sum nærkast ellis-
árum, vóna at fáa ein virði-
ligan aldurdóm – tey hugsa
IKKI um, hvørja uppgávu
”Løg rættan”
hevur.
Vita
kanska ikki, hvør hon er –
”Løg rættan”.
Hesi 12 meira ella minni
burturspiltu árini áttu at
sagt løgtingslimum og øll-
um øðrum, at Tingið eigur
at brúka sína tíð til heilt
aðrar spurningar enn eina
stjórnarskipan.
Høvuðsavbjóðingarnar
eru, at búskapurin er stag-
neraður, at Føroyar ikki
long ur eru eitt samfelag við
fólka vøkstri, og at vælferðin
í landinum tí er undir stórum
trýsti.
Tað er á hesum økjum, at
tinglimir skulu leggja sína
arbeiðsorku. Ikki í eitt lógar-
uppskot til stjórnar skipan,
sum í grundini er púra
óneyð ugt.
Í eini grein í bløðunum átal-
ar forkvinnan í Peda gog-
felagnum skerjingar í Menta-
málaráðnum. Eg skilji væl, at
forkvinnan í Peda gog felagnum
ger vart við, at dagstovnaøkið
skal umsitast forsvarliga. Tað
kýta vit okkum eisini at gera, og
tað sama gera kommunurnar,
sum hava yvirtikið málsøkið,
og sum hava fulla fíggjarliga
og fyrisitingarliga ábyrgd á
økinum. Landsstýrismaðurin
hevur yvirskipaða eftirlitið
við kommununum og skal
áseta nærri reglur um náms-
frøðilig stevnumið, starvs-
fólkasamanseting
og
virk-
semið á økinum.
Neyðugt er at spara
Játtanin til Mentamálaráðið
ger tað neyðugt at laga starvs-
fólkaorkuna til játt an ina, tí
hevur tað verið neyð ugt at
broyta bygnaðin í Menta mála-
ráð num. Um rødda deild er
løgd sam an við aðrari deild, og
deild ir nar sam starva um tær
mongu og stóru verk ætlanir,
sum eru í gerð.
Eingin harmast meiri enn
eg sjálv um hesar sparingar í
einum ráði, sum er hart spent
fyri við nógvum og stórum
uppgávum, men tíverri slepst
ikki undan sparingum, sum
støðan er. Men talan er ikki
um niðurraðfesting av dag-
stovnaøkinum:
Bøtt verður um útbúgv
ing armøguleikarnar
Í MMR eru vit m.a. í sam-
ráði við Pedagogfelagið far in
undir at fyrreika peda gog-
hjálp ara út búgv ing á Heilsu-
skúlanum í Suð uroy. Vit hava
tryggjað, at útbúgvingin til
námsfrøðing er uppstigað til
bachelorútbúgving.
Pedagográð verður sett
Beint nú verður arbeitt við at
seta eitt pedagográð, ið kann
ráðgeva landsstyriskvinnuni á
líknandi hátt sum fólka skúla-
ráðið.
Námsfrøðilig stevnumið
Almenn stevnumið fyri dag-
stovna økið, sum skulu hanga
sam an við nýggju náms ætl-
an um fyri skúla økið, verða
royndarkoyrd á nøkrum dag-
stovnum. Stevnumiðini hava
samstundis verið til hoyr ingar
hjá
dagstovnunum,
Peda-
gogfelagnum og komm unu-
feløgunum.
Byggja brúgv mill um
dagstovn og fólka skúla
Fyri einum ári síðani varð stór
ráðstevna hildin um at byggja
brúgv millum dag stovn og
fólka skúla. Við grund ar lagi í
hesari ráðstevnu og við initia-
tivi frá nøkrum kommunum
hevur verið arbeitt við at
finna eina skipan fyri, hvussu
for skúlin skal vera fyri skip-
aður. Tað er rætt, at vit eru
ikki komin á mál við hesum
enn, men eg ivist ikki í, at vit
við áhaldandi samstarvi mill-
um Mentamálaáðið, komm-
un urnar, Pedagogfelagið og
Lærarafelagið eisini fara at
finna eina burðardygga loysn
á hesum øki.
Forskúli fyri øll
Eg haldi framvegis, at vit
skylda okkara børnum at
skipa soleiðis fyri, at forskúlin
verður fyri øll børn í Føroyum,
og ikki bara fyri nøkur fá. Eg
síggi, at forkvinnan í Peda-
gog felagnum tulkar hesa fat-
an sum eina vanvirðing av
pedagogarbeiðinum. So er als
ikki. Námsfrøðingar hava so
sanniliga ein týðandi leiklut
í einum forskúla. Tað, sum
um ræður, er, at vit finna ein
leist fyri tí góða og rætta sam-
starvinum.
Dagstovnalógin
verður endurskoðað
Vit hava sett arbeiði í gongd at
endurskoða dagstovnalógina
m.a.við tí endamáli at fáa betri
samanhang millum barnagarð
og skúla.
Neyðugt er at raðfesta
Mentamálráðið er eitt breitt
ráð og støðugt verður ar beitt
við broytingum og dag før-
ing um innan nógv øki, fólka-
skúla økið,
dagstovnaøkið,
mið námsskúlar,
maritimar
út búgv ingar, Fróð skapar setr-
ið, søvn ini, mentanar stuð ul,
kirkju, fjøl miðlar o.a., og arbeitt
verður við fleiri byggi verk -
ætlanum. Útgangs støðið fyri
flestu av hesum mongu upp-
gávum er samgonguskjalið.
Tá uppgávurnar eru so
nógvar og so breiðar, ræður
um at raðfesta, tí tað ber ikki
til at gera alt í senn og seta
alt í verk í einum. So hvørt
end urskoðanararbeiðið verð-
ur fyrireikað, er møguligt hjá
Mentamálaráðnum at rað -
festa og seta arbeiðið í verk
við orku frá fleiri deild um
og undirliggjandi stovn um,
umframt við øðrum ser kunn-
leika uttan fyri ráðið.
Tá nakrar av hesum stóru
arbeiðskrevjandi verkætl an-
um, sum í løtuni binda nógva
orku í ráðnum, eru komnar
undir land, fara vit at seta
av munandi størri orku til at
endurskoða
dagstovnaøkið,
sum eisini er eitt høgt rað fest
mál, sum eg sum lands stýris-
kvinna leggi stóran dent á.
Eg leggi ikki í at gera við-
merkingar til tann harða
reto rikkin í skrivi forkvinnu
Pedagogfelagsins. Vit skulu
samstarva, og eg ivist ikki í, at
vit fara at finna eitt felags stev
í hesum sera týðandi máli.
Dagstovnaøkið verður raðfest
Viðmerkingar til grein í bløðunum hjá forkvinnuni í Pedagogfelagnum
um skerjingar og raðfestingar í Mentamálaráðnum
Helena Dam á Neystabø
landsstýriskvinna í mentamálum