Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-11, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. mai 2011síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 11. mai 2011 · Nr. 54 18 Sosialurin Kjak Óluva Klettskarð Eg fegnist um skattalætta... Nú meldaði meirilutin í Klaksvíkar býráð út, at tey hava ætlanir um at lækka skattin fyri komandi skatta­ ár, og eg má bara siga hvussu stórliga eg gleðist um hetta. Hesa ferð vænti eg ikki, at tørvur verður á at fáa minni­ lutan at taka und ir at fremja lækkingina, eins og neyðugt var, tá skatta prosentið varð hækkað á sinni. Sjálv havi eg hildið borg ­ arar í Klaksvíkar komm­ unu goldið ov nógv í skatti samanborið við tæn astu ­ støðið; og havi nakrar ferð­ ir havt tað á orði í býráðs­ salinum, at skatta prosentið eiga vit at lækka. Men røkt ar heimið var vert eina lítla skatta øking, og tí tók minnilutin undir við hesum. Tí kommunan er rættiliga illa fyri á eldraøkinum, og tá landspolitikarar spældu kortini út, so valdu vit at spæla við. Men nú fíggjar um­ støðurnar í kommununi er so nógv broyttar, og kommunan hevur methøga fíggjarætlan, so er onki alternativ enn at lækka skattin, sjálvandi. At tørvur er á hjá politik­ ar um at gera vart við seg og hugsjónir sínar er ein sjálvfylgja; meirilutin í bý­ ráðnum hevur fyrr havt tørv á at statuera seg sum sjálv­ støðugan part í bý ráðnum, onki forgjørt er í tí. Hinvegin er tað rættiliga skemtiligt, at politikarar, ið stillaðu upp og agiteraðu harðliga ímóti tí høga skattatrýstinum, so skjótt samdust um at hækka tað! Og borgarar eru longu farnir at skemtast við, at tá peningurin nú er brúktur, so er lagað manni at lækka skattin, nú býráðsskeiðið er um at vera runnið. Men guds barnið batn ar. Sjálv haldi eg tað vera skila­ gott og av størsta týdningi at lata býráðs arbeiðið og búskapin í kommununi til komandi politikarar í helst nógv betri standi, enn tá veljarin seinast setti kross og lat politikarar umsita skattaborgarans pening. Og tað ber altíð til at kjakast um, hvør er móður at einum uppskoti, ella hvør er faddur. Hetta leggi eg ikki so nógv í, mítt íkast hevur alla tíð veri at fremja positiv mál, sum eg sjálv trúgvi upp á. Sjálv fegnist eg um, at skúlin hevur fingið rívan av fíggjarætlanini, øll hesi árini, Skúlin við Ósánna er um­ og nýbygdur. At røktar­ heimið og harvið eldraøkið hevur fingið sítt er onki minni enn eitt bragd. Men rætti liga skilagóða íløgan uppi í Djúpumýru, nú vøll­ ur in í Klaksvík verður gjørd­ ur av nýggjum, kann ikki yvir metast. Hóast nógv størri íløga kundi verið gjørd har, so eigur og skal mest brúkti vøllur í Føroyum og størsta spæliplássið í býnum sjálvandi hava bestu kor. Onki annað kann góðtakast. Men enn liggja stór tøk fyri framman, tí skúlaøkið er als ikki nøktandi, samstundis sum seriøsar ætlanir eru um at fáa mentanarhús í býnum um ikki alt ov nógv ár. At fáa Skúlan á Ziskatrøð í nýtiligan stand verður eitt tak, komandi politikarar eiga at taka í størsta álvara. Og lætt verður tað ikki, tá kappingin eisini fer at standa í mun til spillvatnsætlanina, ið kostar einar 80 mió. Sum sagt, so fari eg at taka undir við skattalættanum og halda fram á somu leið: at søkja semju og at skapa tilboð til borgaran fyri mest møguliga úrtøku... Jógvan Arge formaður í mentamálanevndini í Havn Væleydnaður leikur í Perluni Ungdómurin á Marga rin­ fabrikkini í Havn hevði eina væleydnaða frumframførslu í Perluni leygarkvøldið. Leik urin, sum ungdómurin sjálvur hevur skrivað og sett upp saman við serkønum, var hugvekjandi og væl úr hondum greiddur. ”Kennir tú Margar” er leikur við tónleiki, sjónleiki, sangi og dansi. Tey ungu á Margarinfabrikkini syrgja fyri øllum hesum í eini góðari samansjóðing. Innihaldsliga snýr leik ur in seg um forelskilsi, hjarta sorg, yvirstremban, hjúnaðar­ skilnað, keðsemi og bólkin mótvegis tí einstaka. Ein stóran part av vetri­ num hava eini 50 ungdólk arbeitt við verkætlanini. Tað stóra takið man hava verið at avgera, hvørji evnini í leikinum, skuldu vera, og hvussu tey skuldu viðgerast. Meginparturin av tí tal­ aða innihaldinum var tik in upp á video, har tey ungu søgdu sínar ymisku hugs­ anir um tey ymsu evnini. Hes ar videomyndir verða so vístar og kryddaðar við leiki og sangi, dansi og yms­ um rørslum á gólvi, palli, í trappum og uppi á sval an­ um. Tey ungu seta sær nógvar spurningar um lívið, sína familju, sínar vinir og seg sjálvan. Ein av setningunum, sum kom fyri í leikinum, var, at tú veitst ikki, hvussu tú ert, fyrrenn tú ert vorðin ein annar. Leikurin verður tikin upp aftur fleiri ferðir hesar kom andi tvær vikurnar, og vit kunna ikki annað enn viðmæla, at fólk fer sær ein túr oman í Perluna at lýða á. Hetta er størsta verkætlan, sum Margarinfabrikkin hev­ ur tikið stig til nakrantíð. Endamálið er at seta fokus á kenslur og ungdómslív, samstundis sum tey ungu fáa víst sínar listarligu gávur. Starvsfólkini í Margarin­ fabrikkini Petur Háberg, tón leikari, Beinta Clothier, sjónleikari og Gunn Joensen, dansari hava staðið aftanfyri tey ungu um verkætlanina. Birgit Clementsen Álitið á bý­ ráðið rokið ein túr... Fyri trimum mánaðum síðani komu tveir m enn frá Tórshavnar kommunu inn til mín og søgdu, at eg skuldi út úr íbúðini í tvær vikur til ein mánað, ímeðan tryggingin umvældi ein vatnskaða, og tað skuldi verða beinanveg, mær nýtt­ ist einki at taka við mær, bert klæði. Møblar og tílíkt skuldi eg ikki hgusa um, tað kundi bara standa, tað snúði seg bert um nakað, sum var skjótt at gera. Eg hevði ein frens, sum var mítt kelidjór, og eg lat teir vita, at eg fór ongan veg uttan hann. Tá eg kom í tryggingaríbúðina kundi eg ikki hava frensin, tí tað var ikki loyvt at hava kettu ella hund har, so eg mátti siga monnunum um støðuna, tí eg fór altso ikki nakran veg uttan frensin. Svarið frá teimum var bert, at eg kundi ganga heim í íbúðina og mata hann, so tað mátti eg so gera. Eg svav eisini inni hjá honum um náttina og slapp honum so út um morgunin klokkan 7:30, tá eg sjálv fór, men tað sá ikki so gott út, sum dagarnir gingu, tað bleiv meira og meira brotið niður í íbúðini, bert eitt lítið pettið eftir av stovugólvinum, har sofa og annað var skramblað saman, og eitt petti av sama slag í sovikamarinum. Hvat skuldi hetta til fyri ein lítlan vatnskaða á WC gólvinum og ein undir køksvaskinum? Tað skilti eg ikki, bæði eg og frensurin, ið eitur Nati, fødu okkum illa tilpass. Tá eg fór at ótolnast og spyrja, fekk eg bert eina ósannheit fyri og aðra eftir. Nú hevði íbúðin staðið sum ein ruin í tveir mánaðir, og eing in arbeiðsmaður at síggja. Hann hevði bert brot ið alt niður í íbúðini og síðan rýmdur, nú skuldi eg eisini út aftur úr íbúð­ ini hjá tryggingini. Og eg var nú vorðin eitt mál hjá Trivnaðarnevndini í Tórshavnar kommunu, har fekk eg so eitt stað at bíða í framvegis, og har kundi eg endiliga hava Nati við mær, men tað, sum nú hendur, nú eg skal flyta við Nati, nú er hann ikki at finna, hann er blivin vekk, má eg konstantera, havi leitað og rópt og gjørt alt eg kann, men hann er ikki komin enn, eg sovi enn í ruinini, men nú tí at eg bíði eftir, at hann skal koma aftur, so eg kann taka hann við mær í tað nýggja bíðistaðið, sum faktiskt er 50 ferðirnar verri standi enn mín íbúð nakrantíð var. Tað eru meira enn tríggir mánaðir síðani, at hesir báðir menn­ inir frá Tórshavnar komm­ unu komu hin ringa dagin og skryktu teppið undan beinunum á mær. Nú spyrji eg ikki meira. Tað ganga søgur um húsið av einum og øðrum slag, eg havi einki fingið at vita uttan ósannheitir. Ongantíð in­ formerað um íbúðirnar og enn gjaldi eg høvnn mánað, sum stendur utttan vatn, uttan WC, uttan gólv. Í morgun tá eg skuldi fara og levera lesarabrævið, kom Nati aftur, men hann so ikki gott út, innholaður vigaði næstan sum ein sigarettpakki, fekk medisin frá djóralæknanum beinan­ vegin, og um fimm dagar skuldi hann verða komin fyri seg aftur. Hann hevur tað gott nú, liggur her og knurrar hjá mær í tí nýggju íbúðini. P.s. Mítt álit til Tórshavnar kommunu hevur rokið sær ein túr og kemur neyvan aftur. Hetta er tað ringasta, sum nakrantíð er gjørt ímóti mær.