mikudagur 11. mai 2011síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 11. mai 2011 · Nr. 54
20
Sosialurin
Miðvikan
19. partur
Spanska sjúkan gevur eisini síni
minnir. Hetta var ein ring sjúka,
sum kom at kennast í nærum øllum
heimum í Havn, og tey vóru nógv,
sum doyðu. Tað vóru dagar, tað var
meira enn ein jarðarferð og neyvan
ein vika uttan, at fleiri vóru.
Vit sluppu heldur ikki undan.
Margretha var tann fyrra sum
gjørdist sjúk í 1918. Hetta var so
tíðliga í tíðini, at læknarnir ikki
vóru varir við, at sjúkan var komin
til Føroya.
Sum áður nevnt var tað ein kald
ur vetur, Johan varð føddur. Tað var
so kalt, at vatnið í fatinum í okkara
kamari frysti í botn um náttina.
Tað var stutt eftir, at Margretha
var komin upp aftur, at hon fekk
sponsku sjúkuna. Hon fekk høgan
fepur við kuldaskjálvtum. Hildið
var, at hetta var barsilsfepur, men
tað var tað neyvan.
Stutt eftir gjørdist eg sjálvur
sjúkur. Eg hevði sitið allan dagin til
eitt langt forhoyr, sum var hildið í
rættarsalinum í Skansanum.
Móti endanum føldi eg meg
illa men gjørdi tó forhoyrið liðugt.
Bókstavirnir dansaðu fyri mínum
eygum, sum eg skrivaði.
Aftaná mátti eg fara beint til
hús, og tá var fepurin beint undir
40 stig. Tá var einki, sum æt anti
biotika. Fólk vóru, sum rímiligt
er, sera bangin fyri høgum hita.
Roynt varð at fáa hann niður við
kinintablettum, sum eisini vórðu
brúktar móti malaria. Vit høvdu
slíkar heima, so boð vórðu ikki send
eftir lækna. Hesar tablettir vóru
so ógvuliga stórar. Eg havi altíð
eins og mamma havt trupulleikar
við at svølgja tablettir. Eg mátti tí
tyggja hesar. Tá var smakkurin so
ræðuligur, at eg spýði.
Eg minnist ikki nógv frá teimum
fyrstu tveimum samdøgrunum.
Hitin var so høgur, at eg visti ikki
rættiliga til mín. Eg hómi bert, at
eg langt burtur hoyrdi Margrethu
spyrja, um Kristian mundi fara at
doyggja.
Men eg fór tá at batna og fór upp
at skifta klæði og seingjarklæði,
sum øll vóru dýggjvát av sveitta.
Tað var vist býtt at fara so tíðliga
úr seingini. Eg var illa fyri og hevði
tapt 5 kg hesar tríggjar dagarnar.
Men longu fjórða dagin fór eg aftur
til arbeiðis. Og 14 dagar seinni fór
eg eftir torvi. Men eg var tó kortini
ikki enn komin heilt fyri meg, og eg
mátti hvíla meg fleiri ferðir.
Ikki fyrr enn summarið eftir, tá
ið eg bar ein leyp heim og hostaði
ein klump upp úr lunganum, fór eg
rættiliga at kenna meg betur fyri
fyri hvønn dag, ið gekk.
Keyptu hús
Sum nevnt var tað okkara ætlan at
keypa húsini hjá Hans Simonsen,
um tey vóru til sølu. Hann var
pápi Jóannes Simonsen, kendur
frá Fiskasøluni. Pápi iðraði seg
eisini um, at hann ikki hevði boðið
uppá húsini, tá ið tey vórðu seld til
Hans.
Men nú keyptu vit húsini fyri
11.000 krónur, nógvir pengar tá í
tíðini. Vit høvdu nú eini hús, sum
eftir tátíðini var stórt. Tað var ein
hátíðarlig løta, tá ið vit fluttu inn í
egin hús, sum vit bóðu Várharra um
at vælsigna.
Tilboð um at arbeiða
hjá Dahl í Vági
Eg kundi kanska havt fingið eina
heilt aðra lívsleið enn eg fekk. Í 1917
fekk eg bræv frá Petur Dahl í Vági,
systkinabarn mammu mína. Hann
bjóðaði mær eitt skrivstovustarv í
reiðarínum í Vági, og lønin skuldi
vera kr. 2.000 árliga, sum var nógv
tá í tíðini. Eg spurdi Margrethu.
Hon helt, at hóast hetta var eitt
gott tilboð, so var forrætning meira
óviss, enn tað fasta starv, eg hevði.
Hetta helt eg eisini, og Petur Dahl
fekk avboð.
Hann segði, at tá ið hann hevði
bjóðað so høga løn var tað, tí hann
vildi hava fyrstafloks arbeiðsmegi.
Kanska hevði eg kunnað blivið
stórkeypmaður, um eg tók av! Men
tá visti eg heldur ikki, at eg fá ár
seinni fór at gerast sýslumaður.
Fjølbroytt at vera
sýslumaður
Tá ið eg varð útnevndur til fulltrúa
hjá sorinskrivaranum, segði Jens
Evensen, at “tú verður sýslumaður,
áðrenn tú verður gamal.”
Hetta hendi kanska skjótari, enn
nakar hevði hugsað sær. At vera
sýslumaður varð tá roknað fyri at
vera eitt sera týdningarmikið starv.
Veruliga er hetta elsti rættarligi
stovnurin í Føroyum.
Spurdur hvat ein sýslumaður
var, var tað lættari at svara, hvat
tað ikki var.
Veruliga skuldi ein sýslumaður
hava fyrstu viðgerð av øllum
trupul leikum og sakum, sum komu
undir rættin, ákærumyndugleikan
og amtmansembætið. Men tá sýslu
maðurin eisini hevði so nógv sam
band við fólkið á staðnum, kom
hann ofta at vera løgfrøðiligi sálar
syrgjarin hjá fólkinum. Hetta fór
við nógvari tíð, og tað var sjálvsagt
ókeypis.
Tá ið tíðini vóru seks sýslur:
Norð oyggjar, Eysturoy, Streymoy,
Vágar, Sandoy og Suðuroy. Henda
síðsta varð roknað fyri at vera tann
størsta og týdningarmesta sýslan.
Tann, sum hevði hetta stóra
starv í Suðuroy, var Oliver Effersøe,
sum var útbúgvin løgfrøðingur.
Hann hevði fingið starvið eftir
pápa sín Gudmund Effersøe, sum
var sonur Jón Effersøe. Hann
var komin til Føroyar sum polit
isk ur flóttamaður eftir at hava
stuðlað Jürgen Jürgensen, Hunda
dagakongin, tá ið hann í 40 dagar
tók valdið í Íslandi.
Oliver Effersøe var ein vakur og
tignarligur maður. Tað visti hann
eisini sjálvur, og hetta gjørdi hann
nokk so stóran uppá tað. Tí var
hann ikki væl umtóktur millum
fólk. Hetta gav baksláttur fyri
hann í politikki. Tískil gjørdi hetta
tað lætt fyri systursonin Edvard
Mitens at taka tingumboð frá
sambandsflokkinum í Suðuroy, har
Oliver var fremsta umboð.
[Tað var kanska eisini hetta sum
kom til sjóndar við fólkaatkvøðuni
í 1916 um Vestindisku oyggjarnar
tá ið Tvøroyri sum einasta bygd í
Suðuroy atkvøddi fyri upp skotin
um at selja oyggjarnar, og var hetta
beint ímóti tilmælinum hjá Sam
bandsflokkinum.
Sambært bókini um Petur Al
berg var tað eisini hetta, sum hendi
við løgtingsvalinum í 1918, tá ið eitt
sera gott val til sjálvstýrisflokkin í
Suðuroy tryggjaði sjálvstýris meiri
luta á tingi. Tá var Oliver Effer søe
enntá blivin formaður í Sam bands
flokkinum í 1917.]
Kristian Djurhuus:
Kundi endað sum keypmaður í Vági
Bæði Margretha og Kristian fáa sponsku
sjúku, men sleppa væl. Tey keypa hús og
Kristian fær í boði at koma at arbeiða hjá
Dahlamonnunum í Vági. Men nú hómast
eisini hugurin at gerast sýslumaður
Oliver Effersøe dugdi
ikki væl við fólki
Kristian fekk eitt gott tilboð frá
Peter Dahl, menn valdi tryggleikan
í almennum starvi fram um.
Tað var munur á at búgva í Ólastovu og so tey gomlu húsini hjá Jens Mohr, sum Kristian Djurhuus keypti