Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-11, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. mai 2011síða 21

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mikudagur 11. mai 2011 · Nr. 54 Sosialurin Margretha kom tíðliga at arbeiða. Hon greiðir eisini frá ommuni og abbanum á Skála Eg kom eisini at hava til arbeiðis at ansa eftir børnum hjá fólki, og gisti eg tá hjá teimum. Fyrstu ferð var eg 8 ára gomul. Men mær longdist so illa heim aftur. Tað bøtti ikki um, at í onkrum føri var konan í húsinum so lítið við hús. Eina ferð tímdi eg ikki hetta longur. Eg gav barninum at eta, skifti á tí og legði tað at sova, og so stakk eg bara av heim til okkara. Eg roknaði við, at mamman fór at vera við hús aftur, áðrenn barnið vaknaði. Mamma og omma skiltu meg væl men hildu, at eg skuldi ikki verið farin, áðrenn mamma kom heim aftur. Nakrar dagar seinni kom konan og kærdi seg fyri mammu um mín atburð, og kravdi at eg skuldi koma aftur til hennara. Men hon fekk als ikki mammu at geva sær viðhald í tí. At fáa samsýning fyri slíkar bein ar kom ikki uppá tal. Hetta var ein beini, sum ættarfólk veittu hvørjum øðrum. Vanlukku jólaknetti Eg minnist eisini abba mín á Skála Hans Peter Johannesen, sum var kongsbóndi á Berjarheygnum. Hann var ein vakur maður, dimmur og hevði myrkt hár og skegg. Hann druknaði tollaksmessudag, tá ið eg var 6 ára gomul. Tá í tíðini var tað vanligt at hava knettir til døgurða jólaaftan. Fyri at fáa feskan fisk til knettini fór abbi sjálvur annar at seta línu á Skálafjørðinum. Meðan teir drógu línuna kom ein hvirla, og hon koppaði bátinum. Abbi, sum dró, gjørdist fastur í línuni og fór til botns. Maðurin, sum sat við árarnar, kom uppá kjøl. Abbi flotnaði upp aftur, men tá var hann druknaður. Hetta gjørdist eini sera syrgilig jól fyri okkum øllum og ikki minst fyri ommu mína, Rakul. Men hon var eitt av hesum sjáld­ somu menniskjum, sum tók sína lagnu, sorg og gleði, sum hon kom. Omma var bóndadóttir úr Mittúni á Selatrað. Hon var lítil og kløn, ljóshærd og sera vøk ur. Hon hevði sum ung tænt hjá amt­ manninum Pløyen. Eg haldi, at hetta hevur verið nakað samstundis, sum omma Kristian í faðirættini tænti har. Ein gomul kona í Havn, Dora, sum búði í Kilarkanalini í grannalagnum hjá Ólastovu, umrøddi ommu fleiri ferðir sum eina ta vakrastu kvinnu, sum eyguni kundu síggja. Ljós hærd, blá eygu, reyðar kjálkar, smidl ig og so vøkur í allar mátar, at øll varn­ aðust tað. Omma kom at sita einkja í fleiri ár og skuldi passa hús og jørð. Hon átti tveir beiggjar við breki. Johannes hevði klumpfót á báð um fótum, og var tí ikki so arbeiðs førur. Poul hevði klumpfót á øðr um fótin­ um. Men hann fór burtur á ungum árum. Evensen próstur sendi hann til Danmarkar í apotekaralæru. Hann hevði varnast, at Poul hevði sera góð evni. Tí helt prósturin, at hann skuldi fáa eina útbúgving, har hansara brek ikki darvaði hann. Eg hevði eisini ein fjórða mammu beiggja, Peter Jacob. Hann var giftur og fluttur heimani frá, tá ið abbi druknaði. Hann búði á Ytra Skála, og hann gjørdist 99 ára gamal. Eg plagdi eisini at vitja ommu, og hon vitjaði eisini okkum. Hon segði bert gott um onnur menniskju. Var onkur ósemja, so royndi hon altíð at fáa hetta í rættlag aftur. Hon doyði, tá ið eg var 20 ára gom ul. Dansihøgtíðir Tað vóru fastar dansihøgtíðir, sum skiftu millum bygdirnar. Tær vóru nýggjár í Lamba, trettandi í Ritu­ vík, kyndilsmessa í Gøtu og føstu­ lávint á Toftum og 2. jóladagur á Glyvrum. Tað var ikki fyrr enn eg var 14 ára gomul, at eg slapp til hesar bygda­ veitslur og bert til eina av teimum. Men tað skuldi framvegis vera undir eftirliti av einum vaksnum. Kundu mamma ella pápi ikki, var tað Jetta fastur. Mær dámdi so sera væl at dansa í mínum uppvøkstri. Tað var næstan bert føroyskur dansur, og eg lærdi fleiri av kvæðunum uttanat. Niels í Heiðunum Ein kendur beiggi Margrethu var Niels Nielsen. Her skal verða tikið við nakað av tí, sum Jógvan Arge hevur skrivað um hann: Niels var í mong ár virkin í Før­ oya Skipara­ og Navigatørfelag, og hann var formaður í fýra ár, 1926,1927, 1941 og 1942. Beint eftir aldarskiftið fiskaði hann í trý ár við Delphinen sum Poul Niklái Danielsen, verfaðir Pola á Glyvrum, førdi. Í 1906 tók hann skiparaprógv hjá Hans Djurholm á Glyvrum og í 1908 førdi hann sluppina Prosperous í Havn. 22 ára gamal keypti hann í 1908 triðingin í sluppini Orion, sum Sofus Evensen í Havn átti. Hon fekk navnið Beinir, og tá Sofus Evensen var deyður, keypti Niels alt skipið frá búnum í 1912. Niels førdi Beinir frá 1909 til 1915, tá hann seldi skipið til S.P. Petersen í Fuglafirði. Síðan var hann við ymsum skipum, og eitt skifti eftir fyrra heimsbardaga var hann burt­ ur og sigldi. Tá farið var undir havna bygg ing­ ar í Føroyum sigldi Niels við skip­ um, sum høvdu við tær at gera, og í tríatiárunum førdi hann sandbátar bæði fyri Steingrím Winther og Valdemar Lützen. Um veturin seymaði Niels segl og helt til á ymsum loftum. Í 1940 bygdi hann seglvirkið við Tórsgøtu og hevði úr at gera. Kona hansara, Mia hjá Petur á Argjum, hevði eisini úr at gera at seyma føroysk fløgg og signalfløgg til skipini. Niels var yvirhøvur hug aður felags maður. Hann var framm ar ­ laga í so ymiskum fe løg um, sum handverks meist ara felag ið, sjálv ­ stýris felagnum, kapp róðrar felag ­ num og á ellisárum Slupp grunn­ in um, sum keypti Westward Ho og setti hana í upprunastand. Hann kom inn í Tórshavnar Býráð eftir Mass Jacobsen og varð valdur tvær setur. Størsti áhugi hansara var Tórshavnar Havn, og hann sat í havnarnevndini frá 1944­ 1956. Hann var formaður 1945­48 og aftur 1952­1956. Hóast ættaður úr Heiðunum var fáur so góður við Havnina sum hann. Óli Jacobsen olijacobsen@post.olivant.fo Í komandi parti søkir Kristian starvið sum sýslumaður í Suðuroy. Tá kemur seinasti partur hjá Margrethu millum annað um torvarbeiði. Margretha: Abbi druknaði tollaksmessudag Poul Johannesen (1867-1941) var mammu- beiggi Margrethu. Hann arbeiddi á apotekinum í Havn frá 1883-1938. Her er starvsfólk á apotekinum, áðre nn næst seinasta aldarskifti. Stand andi eru f.v. Anna Degn, Poul Johannesen og Marsanna Mouritsen. Sitandi frk. Thorndal og Beata Lindenskov Mynd: Føroya Fornminnissanvn Mia og Niels í Heiðunum við børnunum: 1.Niels Jacob, 2. Elly, 3. Hans Andreas, 4. Brynhild, 5. Bergith, 6. Ninna, 7. Petur, 8. Hildur, 9. Mimmi, 10. Leivur, 11. Ásmund, 12. Eirikur.