Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-11, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. mai 2011síða 22

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 11. mai 2011 · Nr. 54 22 Sosialurin Ítróttur Hilmar Jan Hansen Fult miðvikuumfar í Vodafone­ deildini er á skránni, tí í kvøld verða spældir fýra dystir og í annaðkvøld ein. Sum heild er talan um áhuga­ verdar dystir, ið kunnu hava týdn­ ing fyri bæði botn og topp. B36, sum hevur fingið eina fram­ úr byrjan hetta kappingarárið og er einasta liðið, ið enn ikki hevur tapt, skal á Toftir at spæla ímóti B68, sum hinvegin hevur havt eina ser stakliga vánaliga byrjan og enn bara hevur skavað fýra stig saman. Sjáldan er talan um málríkar dystir millum hesi bæði liðini á Toftum, og ofta er tað endað við javnleiki, so kanska tað eisini er eitt gott boð hesa ferð. Í Gundadali møtast tvey av lið­ unum, ið mugu teljast millum teirra, ið ætla sær langt, tí HB plagar altíð at vera við í endaspurtinum um FM, og Víkingur hevur spælt út við, at meistaraheitið er málið. Avrikini hjá báðum hava verið ivasom higartil, men bæði HB og Víkingur vunnu síðst, so kanska tey fara at leggja nógv fyri í kvøld, so talan verður um góðan og spennandi toppdyst. Ein annar dystur, ið fyri nøkr­ um fáum umførum síðani vildi verið avgjørdur toppdystur, men tó fram vegis er millum tvey av fremru liðunum, er tann við Margáir millum EB/Streym og KÍ, sum bæði vilja reisa seg aftur, eftir at tey taptu um vikuskiftið. Serliga mundi tað kennast sum smeitur fyri EB/Streym at tapa fyri HB, ið einki hevði víst áðrenn, meðan KÍ sum uppflytari má rokna við, at okkurt bakkast kemur her og harð. Í kvøld man EB/Streymur tó vera greið ur favorittur. Uppgerðin um botnin Tað er nú ikki altíð, at teir mest áhuga verdu dystirnir eru millum fremstu liðini, og í kvøld munnu tað vera mong, ið eru spent eftir at vita, hvat av botnliðunum, 07 Vestur ella B71, fer at standa seg betur, tí tey bæði hittast í Sørvági. 07 Vestur fekk eina ovurstóra flongju í Runa­ vík sunnudagin, samstundis sum B71 tók alt á bóli við sigri á ÍF í Fugla firði. Nú ræður so um hjá 07 Vestur á heimavølli at vísa seg frá einari betri síðu, men hinvegin skal B71 eisini royna at prógva, at liðið megnar at vinna aftur. Fimti dysturin verður ikki fyrr enn í annaðkvøld, tá NSÍ tek ur ímóti ÍF, men hann er ikki minni áhuga­ verdur fyri tað. NSÍ hev ur fingið eina góða byrjan í landskappingini og er næstfremst, bara eitt stig aftan fyri B36, meðan ÍF liggur seks stig longur niðri á stigatalvuni og svongist. NSÍ vant sunnudagin burtur úr 07 Vestur og ÍF mátti lúta fyri B71, so ikki kann sigast annað, enn at fortreytirnar hjá hesum báð­ um eysturoyarliðunum eru sera ymiskar, nú tey hittast. hilmarjan@sosialurin.fo B36 skal verja oddasessin Vodafonedeildin Enn eina ferð skal oddaliðið á útivølli verja oddasessin, hesa ferð á Toftum. Eisini er áhugaverd toppuppgerðin millum HB og Víking Hilmar Jan Hansen Bæði sum A­landsliðsspælari og ikki minst sum AB­spælari, plagar Olga Kristina at gera vart við seg. Nú seks umfør eru farin av landskappingini, hevur hon longu skotið trý mál fyri AB, sum er á odda saman við KÍ – og triðja árið á rað skal royna at taka kappingina upp við klaksvíkskvinnur. Men tað verður altso uttan 21 ára gomlu Olgu Kristinu, at AB skal royna at klára seg, tí mánadagin fór hon til Íslands, har hon í summar skal spæla við Álftanesi, sum er í A­bólkinum í næstbestu íslendsku kvinnudeildini. Í mars mánaði var Olga Kristina til royndarvenjing hjá íslendska felagnum, ið hevur heimstað stutt uttan fyri Reykjavík, og tá gekst so mikið væl, at Álftanes vildi hava hana at koma aftur. Á páskum var hon so á venjingarlegu saman við liðnum, og nú eru hon so farin yvir til Íslands fyri at spæla við liðnum í summar. Við heimasíðuna hjá FaroeSoccer hevur Olga Kristina Hansen sagt í vikuni, at næstbesta deildin í Íslandi er á sama stigi sum tey bestu liðini í føroysku kappingini. Olga Kristina til Íslands fótbóltur 21 ára gamla argjakvinnan, Olga Kristina Hansen, er farin til Íslands at spæla við Álftanesi, sum er í A-bólkinum í næstbestu íslendsku kvinnudeildini HØrÐ KaPPinG Tvey av liðunum, ið ætla sær at røkka langt í ár, HB og Víkingur, spæla í Gundadali í kvøld, so her liggur eitt ávíst trýst á báðum pørtum Mynd: Álvur Haraldsen nr. lið dystir vunni javnt tapt + mál - mál +/- stig 1 B36 6 4 2 0 12 3 +9 14 2 NSÍ 6 4 1 1 18 7 +11 13 3 Víkingur 6 3 2 1 14 7 +7 11 4 KÍ 6 3 1 2 14 8 +6 10 5 HB 6 3 1 2 11 7 +4 10 6 EB/Streymur 6 3 1 2 11 7 +4 10 7 ÍF 6 2 1 3 9 11 -2 7 8 B68 6 1 1 4 10 10 0 4 9 B71 6 1 0 5 3 24 -21 3 10 07 Vestur 6 0 2 4 4 22 -18 2 Føroyska Vodafonedeildin Hilmar Jan Hansen Tey fýra liðini, sum vóru í boll­ anum mánakvøldið, tá luta­ kastið var í 3­2 hjá Kring varp­ inum, blivu parað so leiðis, at ÍF skal spæla ímóti 07 Vestur og EB/Streymur skal spæla ímóti B68. Í fyrru hálv final­ unum, sum verða spældar hós dagin 19. mai, hava ÍF og EB/Streymur heimavøll, og í seinnu hálvfinalunum týs­ dagin 14. juni, eru 07 Vestur og B68 á heimavølli. Sum sæst, er góður møguleiki fyri, at steypafinalan í ár, sum verður í Klaksvík fríggjadagin 5. august, samstundis sum Summarfestivalurin er har, verð ur ein endurtøka av henni í fjør, tá EB/Streymur og ÍF møtt ust og sundalagsmenn vunnu við einum máli. Í øllum førum má EB/ Streymur sigast at vera stór­ favorittur ímóti B68, eins og ÍF eisini má vera favorittur ímóti 07 Vestur, sæð yvir tveir dystir. Sjálvandi kann okkurt óvæntað henda, men tað er júst tað, tað verður, eru tað ikki EB/ Streymur og ÍF, sum fara allan vegin í finaluna. Annars er merkisvert, at øll fýra hálvfinaluliðini í lands­ kappingini júst nú teljast mill­ um fimm tey niðastu á stiga­ talvuni í landskappingini. hilmarjan@sosialurin.fo Liggur til EB/ Streym og ÍF fótbóltur Sum lutakastið í kappingini um Løgmanssteypið lagaði seg mánakvøldið, eru sera góðir møgu leikar fyri, at finalan í ár verður millum somu lið sum í fjør MØGuliG endurtØKa Sum lutakastið til hálvfinalurnar í steypakappingini háttaði seg, er møguleikin stórur fyri, at tað aftur í ár verða EB/Streymur og ÍF, sum spæla finaluna Mynd: Álvur Haraldsen Vodafonedeildin 11/05 18.00 HB - Víkingur 11/05 18.30 B68 - B36 11/05 19.00 07 Vestur - B71 11/05 19.00 EB/Streymur - KÍ 12/05 18.00 NSÍ - ÍF Steypakapping, kVinnur 11/05 19.45 FC Suðuroy - AB 11/05 20.15 HB - Víkingur 11/05 20.15 B36 - KÍ 11/05 20.30 B68/NSÍ - Skála Dystir í vikuni: