mikudagur 11. mai 2011síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 11. mai 2011 · Nr. 54
6
Sosialurin
kappingin
Summar
Hann varð sera hugtikin av hesi
framførsluni, - so hugtikin, at hann
stutt eftir bað myndahøggaran
Edvard Eriksen um at skapa eina
standmynd av hesi vøkru hav-
frúnni.
Hugagóður fór Edvard til verka
við konu síni, Elinu sum modell.
Og soleiðis skapti hann kenda
verkið, ið varð avdúkað 23. august
í 1913 á Langelinie sum ein gáva til
Keypmannahavnar bý.
Hvørt einasta ár verður føð-
ingar dagur hennara hildin við
ballón um, tónleiki og havfrúgvum
sjálvandi. Um tvey ár verður Lítla
Havfrúgvin 100 ár.
Herverk er fleiri ferðir framt
ímóti standmyndini. Fleiri ferðir
hevur hon mist høvdið, fyrstu ferð
í 1964, men eisini onnur herverk eru
framd ímóti henni.
Í fjør varð standmyndin flutt til
Shanghai í Kina sum var vertsbýur
fyri Expo 2010. Hon kom aftur á sítt
rætta pláss 20. november í fjør.
Keypmannahavn: Í 1909 var bryggjarin
Carl Jacobsen og hugdi eftir ballettini ”Den
lille Havfrue”, sum er bygd á ævintýrið hjá
kenda danska skaldinum H.C. Andersen.
Must-see:
Lítla hav-
frúgvin
HAVFRÚGVIN
Hon er kend og hon er elskað
av mongum, Lítla Havfrúgvin í
Keypmannahavnar. Fyri 25 árum
síðani fekk hon ein vælfortjentan
koss frá Ova Joensen