mikudagur 11. mai 2011síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 11. mai 2011 · Nr. 54
6
Sosialurin
Leo Poulsen
Tað var á ráðstevnu í no
vemb er í fjør, at táverandi
heilsu málaráðharri, Aksel V.
Johannesen, útnevndi 2011 at
vera kostár.
Í tí sambandi vórðu settir
í starv tríggir kostráðgevar,
og stovnar av ymiskum slag
taka lut.
Eisini ÍSF hevur gjørt av
at seta sín dám á kostárið,
og hetta verður gjørt við at
bjóða feløgunum undir ÍSF
at fáa bíliga frukt, umframt
ein sonevndan startpakka.
– Í startpakkanum eru
knív ar, skeribretti, forklæði,
plástur og fruktbikør. Alt,
sum feløgunum tørvar, er
at bíleggja fruktina frá FK
handlunum kring landið,
sigur Petur Elias Petersen,
ÍSFforseti.
Upprunaliga er konseptið
danskt.
– Danir nevna hetta fyri
»Stævnesnack«, og vit hava
brúkt nakað av tíð at finna
eitt hóskandi føroyskt orð,
og eru komin fram til orðið
Leikmeti. Hetta orðið er
ógvuliga hóskandi og vísir til
bæði leik og mat, sigur Petur
Elias Petersen.
ÍSF hevur framman und
an
ein
ungdómsráðgeva,
Ann ika Lindenskov, og tað er
hon, sum hevur verkætlanina
við frukt til tey leikandi um
hendi.
Út til feløgini
Sum nevnt er konseptið
danskt, og tað er eisini
danskur bóklingur, sum er
grundarlagið undir føroysku
útgávuni. Og tað merkir, at
børnini í bóklinginum eru
donsk.
– Vit hava fingið tilfarið
frá DIF, so hetta er gjørt
fyri rímiligan pening. Eisini
hevur Føroyaprent, ið hevur
prentað
bóklingin,
verið
sámu ligt í prísi. Samlað er
hetta tó ein rímiliga stór íløga
hjá ÍSF, tí hvør startpakki
kostar túsund krónur. Aftrat
hesum kemur so kostnaðurin
av prentinum, sigur Petur
Elias Petersen.
Men bæði ÍSFforsetin og
ungdómsráðgevin halda, at
hetta eru pengar, ið eru væl
brúktir.
– Tað er einki at taka seg
aftur í, at tilboðini til okk
ara ungu íðkandi hava ver
ið avmarkað og ikki ser liga
sunn. Nú fáa feløgini so
møguleikan at lata børn un
um heilsugóðan kost, antin
tey so lata fruktina fyri einki,
ella taka nakrar fáar krónur
fyri bikørini, sigur Annika
Lindenskov.
Verkætlanin er nú so mik
ið áleiðis, at brøvini fara út til
feløgini í hesari vikuni, so um
14 dagar skuldi verið møguligt
hjá íðkandi børnunum at
fing ið frukt í boði.
Avtala við FK
Í Danmark er tað ein av
tala millum DIF (Dansk
Idræts Forbund) og FDB
(Forenede Danske Brugs
er), ið er grundarlagið undir
»Stævnesnack« kon septin
um, og hendan avtalan er
førd yvir á ÍSF og FK.
– Tað er soleiðis, at feløg
ini fáa fruktina frá FK við
avsláttri, og til ber longu nú
at fara inn á heimasíðuna
hjá ÍSF ella hjá FK, og har
inn á leinkjuna Leikmeti at
bíleggja frukt og grønmeti.
Bí leggingarfreistin
er
12
dag ar, so tá eitt tiltak stend
ur fyri durum, er bert at
bíleggja í góðari tíð, sigur
Annika Lindenskov.
ÍSF roknar við at røkka
stórum parti av børnunum
gjøgnum hesa nýggju frukt
skipanina. Umleið 70% av
føroyskum
skúlabørnum
eru limir í ítróttafeløgum, og
flestu teirra eru við til kapp
ingar. Hetta er tí ein kær
komin møguleiki at røkka
einum stórum parti av børn
unum við heilsugóðum leik
meti.
Verkætlanin hjá ÍSF kann
verða við til at leggja lunnar
undir broyttar kostvanar hjá
børnum og ungum, og tá er
eitt stórt stig tikið á leiðini
til eitt sunnari lív, ið má
sigast at vera endamálið við
verkætlanini.
ÍSF fer undir verk
ætlanina Leikmeti
Eins og ÍSF var við í rørsluárinum, tekur Ítróttasambandið eisini kostárið í álvara. Fyrireikingarnar
hava verið drúgvar, men nú er klárt at fara undir verkætlanina, sum verður kallað Leikmeti
Við í startpakkanum eru góðskuknívar, skeribretti, fruktbikør við gaflum, plástur og fyriklæði. Petur Elias Petersen, ÍSF-forseti, og Annika Lindenskov, ungdómsráðgevi, í Leikmeti-fyrikløðunum
Mynd: Álvur Haraldsen