Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-13, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. mai 2011síða 8

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 13. mai 2011 · Nr. 55 8 Sosialurin Formula | Stiðjagøta 11 | Postboks 1078 | FO-110 Tórshavn | Tel (+298) 344000 | www.formula.fo Vilt tú arbeiða á einum stinnum liði har tað fakliga er í miðdeplinum, eitt stað har tínir starvsfelagar eisini eru tínir vinir? Søkt verður eftir KT-infrastruktur serfrøðingi, ið er klár/ur til nýggjar avbjóðingar. Starvsøkið fevnir einamest um installatión, ráðgeving og brúkarahjálp innan virtualisering, storage og infrastruktur. Sum persónur ert tú fyrikomandi, hevur lætt við at tosa við fólk og ert álitisvekjandi. Tú sært loysnir heldur enn trupulleikar, og tú hevur evnini at koma frá tørvi kundans til røttu loysnina. Vit vænta, at tú hevur certificeringar/góð- kenningar og/ella fleiri árs royndir innan virtualisering, storage og infrastruktur umframt vilja og hegni at læra meira innan hesa tøkni t.d. innan Microsoft System Center familjuna. Vit bjóða eitt spennandi arbeiðsumhvørvi, har vit arbeiða tvørtur um fakmørk, og har fakligu avbjóðingarnar eru á hásæti og saman við tínum nýggju starvsfelagum gongur tú eini spennandi yrkisleið á Formula í møti. Góðir møguleikar eru fyri persónligari menning, og vit leggja stóran dent á eftirútbúgving, ið gevur altjóða góðkenningar innan økið. Vit bjóða eina kappingarføra løn, sum verður ásett eftir royndum og útbúgving. Umsóknir við prógvum skal sendast til Eyðun Thorsvig á teldupostadressu et@formula.fo. Eru spurningar til starvið, ert tú vælkomin at senda ein teldupost til áðurnevndu teldu- postadressu ella ringja 344145. Umsóknarfreistin er: Mánadagin 6. juni 2011. ©2011 | 1xpetur.com Stutt um Formula: Okkara aðalmál er at virka fyri at okkara viðskiftafólk fáa økt kappingarføri. Virksemið hjá Formula er skipað í vitarnareindir har góðskan verður tryggjað umvegis altjóða góðkenningar. Á Formula starvast 70 starvsfólk, og vit hava hølir í Tórshavn, Runavík og Keypmannahavn. Formula er eitt fíggjarliga trygt virki við eini eginfígging á 60% og einum gjaldførislutfalli á 355. Á Formula eftirmeta vit áhaldandi okkara virksemi, bæði umvegis kundanøgdsemiskanningum og búskaparligum úrslitum. Søkt verður eftir KT-infrastruktur serfrøðingi